Lýsing

Setanarrøða: Arkitekturdagar 2016

 

Eg fari fyrst av øllum at takka Arkitektafelagnum fyri at hava boðið mær at koma og seta árliga arkitekturdagarnar 2016. Aftur í ár seta tit sjóneykuna á áhugaverd og viðkomandi evni – nevniliga arkitekturpolitikk og landsplanlegging.

Hetta eru evni, sum ikki altíð eiga nóg nógva rúmd í almenna rúminum, men kortini eru týðandi at fyrihalda seg til, tá ið vit byggja og menna okkara tjóð. Røðin av fyrilestrarhaldarum –  bæði úr Føroyum og Danmark – er imponerandi. So tøkk skulu tit hava fyri tað.

Tá ið tað kemur til landsplanlegging, so hevur siðvenjan í Føroyum verið, at hetta hava kommunurnar í roynd og veru staðið fyri. Sjálvandi undir ábyrgd og uttan at ganga náttúru og mentanararvi ov nær, men sum útgangsstøði hevur tað verið kommunurnar uppgáva at planleggja. Tað merkir so eisini, at vit hava ikki eina yvirskipaða ætlan fyri Føroyar á hesum økinum.

Eg gleði meg tí at fáa hugskot og íblástur til hugsjónir, og hvussu vit kunnu hugsað planleggin í Føroyum – yvirskipað sæð. Tí tað er neyðugt.

Eg fari í hesari setanarrøðu at tosa eitt sindur breitt um arkitektur við fokus á eina verkætlan, har eg meti, at dygdirnar hjá tykkum arkitektum ganga so frálíkt hond í hond við ynskini hjá okkum, sum stíla fyri og byggiharra.

Tí arkitekturur er – umframt nógv annað – ein hybrid millum handverk og list, millum tanka og handling, millum praktikk og akademi, ja millum dreymar og veruleika, og ikki minst millum ideal og pening.

Bjarke Ingels, sum vit føroyingar kenna frá stórslignu og slóðbrótandi Glasum, sigur í danskari samrøðubók fyri nøkrum árum síðani, at í byggitilgongdini tapir arkitektururin helst nógvar dystir, men vónandi vinnur hann kríggið.

Í hesum liggur júst tað, at mangan man tilgongdin kennast hugstoytt fyri tann, sum upprunaliga festi dreymarnar á blað, tí vit í politisku skipanini, byggiharri ella ráðgevar, broyta karmarnar fyri verkætlanini. Men, segði Ingels, vit mugu varðveita og sláa manngarð um ta grundleggjandi trúgv, at ein fortreyt fyri betri trivnað og framburð er at betra teir fysisku karmarnar.

Hesin grundtanki  – at ein betran av fysisku karmunum er fortreyt fyri trivnað – er eisini grundarlagið undir eina aðra av størstu verkætlanunum í føroyskari byggisøgu, nevniliga útbyggingin av Landssjúkrahúsinum.

Sum tey flestu munnu hava sæð, er tann nýggi bygningurin til Landssjúkrahúsið við at veksa upp úr jørðini – ella rættari – avgrevstur, spreinging og planering eru um at verða liðug, og í løtuni verður arbeitt við at fáa sáttmálar við arbeiðstakarar undir land.

Henda byggiætlan stendur í skerandi kontrast við t.d. mátin man bygdi gamla Statshospitalið, har sum Psykiatriski depilin heldur til. Í áhugaverdu sendingini hjá Sissal Kampmann, Almenna rúmið, hoyrdi eg kendan arkitekt siga, at bygningurin er ein ímynd av skuggasíðuni hjá modernismuni.

Tá var fokus á tað intellektuella og á tað visuella, og vit vístu tá í minni mun kroppinum og kenslunum ans. Tað, sum var fyrst fyri – og er eisini avgerandi í dag – var, at hygieina, og at smittur ikki kundu spjaða seg. Kanska ov stórt fokus, tí trivnaður og tað at kenna seg væl, sum eisini eru grundleggjandi fyri at blíva frískur, kom í aðru røð.

Tað er bygginevndin á Landssjúkrahúsinum (Landsverk saman við Faerport II), sum hava sniðgivið og avgjørt, hvussu bygningurin skal síggja út, og hvat skal verða í honum. Heilsu- og innlendismálaráðið er somuleiðis umboðað í bygginevndini.

Hóast tað at logistikkur, teknikkur og byggitøkni hava ein stóran týdning í einari sjúkrahúsbygging, so hava tey eisini valt at leggja dent á tað arkitektoniska og listarliga.

Bygningurin liggur í vøkrum umhvørvi við Sandagerð og tætt við havnalagið og kann minna um afturpartin á einum stórum ferðamannaskipi, har støddin av dekkshæddunum minkar fyri hvørja hædd. Arkitektarnir hjá Faerport II hava gjørt sær ómak við at fáa bygningin at fella inn í lendið, so hann líkasum stígur upp úr havinum, sæð frá Sandagerði.

Tosað verður nógv um “healing arkitecture”, ella á føroyskum, lekjandi arkitektur, sum snýr seg um at sniðgeva bygningar og umhvørvi, so sjúklingar skjótari koma fyri seg. Hetta hevur verið í fokus í H- bygninginum, millum annað við at allir sjúklingar fáa ljósar einastovur, sum meira minna um eitt hotellkamar enn eina sjúkrastovu, og allar stovurnar hava eitt gott útsýni.

Altjóða stovan Rosan Bosch Studio hevur saman við arkitektunum hjá Faerport II sett sín dám á bygningin innandura.

Fyri at siga eitt sindur meira um Rosan Bosch Studio, so kann eg nevna, at tey í ár eru tilnevnd til eina virðisløn fyri heimsins besta “interior design”, innandura sniðgeving, í bólkinum “health and education” ella leking og útbúgving.

Úrslitið fáa vit at vita á World Architecture Festival í Berlin í november. Tað hevur millum annað við sær, at allur heimurin fer at fáa eygu á nýggja bygningin hjá okkum øllum í  Føroyum.

Somuleiðis eru tvær mió. kr. eru settar av til at listprýða H- bygningin.

Listafólk um allan heim eru boðin við til at seta sín dám á bygningin. Tað er LISA, sum hevur hjálpt við at fáa boðskapin út, og LISA er eisini umboðað í listabólkinum.

Listabólkurin til H- bygningin hevur valt at bjóða listini av á ein nýggjan dragandi hátt. Tey hava ikki sett nakrar avmarkingar fyri, hvat slag av list talan er um, har listahandverk, filmslist og onnur list kann verða við. Einasta krav er, at tað er framskygd list og tekur støði í føroyskari mentan og siðaarvi og stuðlar undir tí, ið vit rópa “healing architecture”.

Minnist meg at hava hoyrt um  gamla Pablo Picasso, at um hann kundi seta orð á tað hann vildi siga við listaverkinum, so var eingin orsøk til at skapa list. Sæð í hesum ljósi er tað skilagott ikki at seta ov nógvar avmarkingar til listina.

Listabólkurin og bygginevndin hava ynskt, at listin verður ein integreraður partur av bygninginum og ikki bert listaverk, sum verða hongd upp onkustaðni, tá bygningurin er liðugur.

Listafólkini skulu ikki avhenda eitt listaverk til dómsnevndina, men eina frágreiðing um, hvussu tey vilja arbeiða, og hvussu tey vilja inndraga sjúklingar, starvsfólk og arbeiðstakarar inn í tilgondina.

Listabólkurin er í løtuni í ferð við at meta um tey 37 innkomnu uppskotini.  Nógv góð uppskot eru komin úr Føroyum, men eisini úr Íslandi, Danmark, Týsklandi og heilt úr Honululu.

HIMR fer at eftirmeta um henda leistin at bjóða list út og vil taka royndirnar við, tá ið tann almenni politikkurin fyri list í almennum byggjaríi einaferð skal viðgerast í Løgtinginum.

Men aftur til landsplanleggingina, ella rættari sagt mangulin upp á sama. Sjálv ivist eg ikki í, at við eini góðari landsplanlegging fáa vit betri tikið fyrilit fyri náttúruni og hvussu vit brúka pening, hvar vit brúka pening og hvussu vit skynsamast fáa  skipað okkara samfelag soleiðis, at vit ikki frátaka framtíðini møguleikar.

Tá ið almenn, og her hugsi eg bæði kommunalar, privatar og landsútbyggingar, so ofta  sum vit upplivað tað skapa órógv í samfelagnum, so er tað júst eitt úrslit av, at vit ikki hava megnað at fáa til vega eina lendislóggávu. Tá verður úrslitið, at so at siga somu íløgur verða gjørdar lið um lið, bert kommunumark skilur at.

Úrslitið kann samanlagt verða dýrari fyri borgaran og óneyðugt brúk av lendi, størri inntriv í umhvørvi, í mentanararvin o.s.fr. Tí tað skerst ikki burtur, at vit ikki eru stór í vavi, tá ið lendi umræður, og tí má tað brúkast við skili. Vit kunnu ikki livað, sum  um  vit eru  tey síðstu fólkini, men mugu livað við skyldu fyri, at komandi ættarlið fær nakað gott í arv.

Okkara náttura er varandi grundarlag undir búskapinum og harvið samfelagnum, hetta bæði á sjógvi og landi er tað náttúrutilfeingið, vit og komandi ættarlið  skulu liva  av, í og við.

Tað er ein vilji í samgonguni til at fara í gongd við lóggávu um  planlóg. Hetta er eitt stórt arbeiði, sum røkkur um fleiri ráð og myndugleikar. Fiskimálaráðið, Mentamálaráðið, kommunur og Heilsu- og innlendismálaraðið eru størstu partarnar.

Tað sum er á skrá beint nú í HIMR, er at fáa smíðað nýggja náttúruverndarlóg. Onkursvegna er tað arbeiðið eisini neyðugt í mun til landsplanleggingina. Tað sum vit ynskja er, at tá ið arbeiðið við náttúruverndarlóg er liðugt, skal næsta mál á skrá vera planlóg. Tað ber eisini til at siga, at vit so smátt eru í gongd. Til dømi hava vit júst játtað pening til, at Umhvørvisstovan kann gera eitt greiningararbeiði í mun til, hvar tað er best at seta vindmyllur upp.

Vit vita,  at vindorkan kemur at vera týðandi partur av okkara umlegging til varandi orkukeldur, og vilja vit vera til reiðar við tilrættisleggingini av, hvussu vit skilabest kunnu plasera hesi bæði í mun til umhvørvið, staðseting og framtíðar tørv.

Við hesum orðum eru arkitektadagarnar settir.  Fari at ynskja tykkum góða eydnu og takka fyri tað góða og upplýsandi arbeiðir tit gera.  Og eisini takka fyri, at tit upp á ein góðan máta halda fast  í áminningini til okkum politikarar um, at landsplanlegging er neyðug. So vónandi er arbeiðið við at gera lóggávuna farið í gongd, tá ið arkitektadagarnar verða  næstu ferð.

Takk fyri!

 

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad