Lýsing

Mín góði býur

Eg eiti Rasmus Steintórsson Biskopstø og havi síðani barnaárini havt áhuga fyri politikki og samfelagnum. Av somu orsøk havi eg ognað mær útbúgving í sosialvísind og samfelagsplanlegging á Fróðskaparsetri Føroya. Eisini havi eg nakað av royndum innan námsfrøðilig størv og tænastuvinnuna í Norðoyggjum. Eg eri 24 ára gamal og búgvi í Klaksvík, og elski at búgva og virka í einari fjølbroyttari kommunu, sum ber dám av bjartskygni og framgongd, men eg síggi eisini átrokandi avbjóðingar og trupulleikar, sum eg fegin saman við øðrum góðum fólkum vil hjálpa upp á og loysa.

Eg bjóði meg fram sum býráðsvalevni fyri Tjóðveldi til Klaksvíkar kommunu. Sum býráðsvalevni fari eg at arbeiða fyri at finna góðar umhvørvisvinarligar loysnir og eg trúgvi at eitt blómandi mentanarlív í Norðoyggjum er ein grundleggjandi treyt fyri trivnaði og eina burðardyggari framtíð.

Deil hesa grein umvegis
468 ad