Lýsing

Vit tryggja góðu kósina!

Fleiri og fleiri velja Klaksvíkar kommunu sum sín heimstað, tí vit eru á góðari kós.

Við ferð flyta vit okkum inn í framtíðina, miðið er framburður og ýtini eru trivnaður

og ymiskleiki.

Sum størsti flokkur í býráðssamgonguni hevur Tjóðveldi seinastu fýra árini verið

garantur fyri kósini – og vit vilja framhaldandi gera tað upp aftur betur at liva og

virka í Klaksvíkar kommunu.

Hetta gera vit í góðum samstarvi við vinnulív, eldsálir og sterkar felagsskapir. Við

einum sterkum Tjóðveldi í býráðnum skal hetta samstarv styrkjast enn meiri, tí í

felagsskapi tryggja vit framtíðina.

Vit taka væl í móti øllum teimum, sum velja sær bý og kommunu okkara til

heimstað, útisetum sum nýklaksvíkingum.

Klaksvíkar kommuna skal rúma øllum sínum borgarum við góðum

menningarmøguleikum og bestu rúmd til virkisfýsni og framburð.

Hesa ferð eru vit 10 valevni á tjóðveldislistanum, sum fús bjóða seg fram at halda

góðu gongdini í Klaksvíkar kommunu komandi 4 árini.

Stendur borgarstjórðastarvið okkum í boði eftir valið, fara vit at røkta

ábyrgdarfulla starvið til lítar sum eitt fulltíðarstarv.

Valevnini hjá Tjóðveldi til komandi býráðsval í Klaksvík eru í bókstavarøð:

Lone Høeg Bejer, miðnámsskúlalærari

Rasmus Biskopstø, BA í samfelagsfrøði og arbeiðsmaður

Jacqueline Gardar, sjálvstøðugt vinnurekandi

Steinbjørn O. Jacobsen, varaborgarstjóri

Óluva Klettskarð, løgtingskvinna

Mildrid á Lógv, narkosu sjúkrarøktarfrøðingur

Jóhann Lützen, býráðslimur

Jóan Magnus Magnusson, arbeiðsmaður

Karl Marius Poulsen, arbeiðsmaður

Veronika Ruth, BA í list, snið og samskifti og lærari í sponskum

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X