Lýsing

Bardagin ímóti rúsevnum

Seinastu tíðina hevur Sosialurin varpað ljós á ung og rúsevnir, og í gjárkvøldið varð skipað fyri pallborðsfundi um evnið í Miðlahúsinum.

At hetta er ein trupulleiki, ið skal takast í álvara, fingu vit umleið hálvtannaðhundrað áhoyrarar fleiri ítøkilig dømi um á tí stívliga tveir tímar langa fundinum, sum eisini varð sendur beinleiðis á Rás 2.

Hugaligt var tó samstundis at hoyra umboð fyri løgregluna staðfesta, at talan tíbetur ikki er um ein vaksandi trupulleika.

Tvørturímóti kunnu vit fegnast um, at hann er minkandi, varð upplýst.

Víst varð millum annað til hagtøl frá 2003 og 2013, sum vístu, at skuldsetingarnar í sambandi við rúsevnamál í hesum tíðarskeiðnum fullu úr 93 til 35.

Ein nýggj kanning um hesi viðurskifti verður almannakunngjørd í næstum, og tá fæst at vita, hvussu støðan er á økinum í dag.

Ongi viðgerðartilboð

Meðan líkt er til, at fyribyrgjandi arbeiðið, sum millum annað SSP (skúlar, sosialir myndugleikar og politiið) ger millum børn og ung kring landið, hevur borið ávøkstur, stendur straks verri til við viðgerðartilboðum til ung, sum tíverri eru endað úti í misnýtslu.

Beiski veruleikin er, at vit als ongi viðgerðartilboð hava at bjóða misnýtarum undir 18 ár í Føroyum, varð upplýst á fundinum.

Hetta fekk fleiri av teimum, ið tóku orðið, at finnast hvassliga at, at onki er hent á hesum øki, hóast tosað hevur verið um tað í minst tíggju ár.

-Nú er nógmikið tosað, nú má handlast! var greiði boðskapur teirra.

Umboðini fyri samgonguna við pallborðið søgdu seg vera samdan í hesum og løgdu dent á, at tey sanniliga taka málið í fullum álvara og hava sett arbeiði í gongd til tess at finna eina loysn.

Víst varð samstundis á, at okkurt longu er komið á skaftið á hesum øki, tildømis innan barna- og ungdómspsykiatri.

Kommunurnar við

Kommunurnar hava víst, at tær eisini kenna sína ábyrgd á hesum øki við – umvegis barnaverndirnar og Kommunufelagið – at vera við í upplýsingar- og fyribyrgjandi arbeiðnum hjá SSP.

Grundarsteinurin undir hesum arbeiðnum er at skapa øllum í samfelagnun góð, trygg og mennandi kor.

Hetta skal m.a. gerast við at menta unga ættarliðið til at verða góðar samfelagsborgarar, ið taka atlit til bæði seg og samfelagið, sum tey eru partur av.

Samstundis sum kriminaliteturin á økinum minkar, hoyra vit um, at nógv børn og ung eru einsamøll, hava sálarligt órógv og stríðast við at vera partur av felagsskapinum.

Ein viðkomandi táttur í uppbyggjandi arbeiðnum hjá SSP er at hitta foreldur, møta børnum og ungum, har sum tey eru, og at skipa samband millum foreldur.

Danski professarin og granskarin Flemming Balvig mælir teimum, ið arbeiða innan SSP-samstarvið, til at síggja seg sum ráðgevarar í vælferð og trivnaði, og ikki bara arbeiða við fráveru av kriminaliteti.

Verða hesi hyggjuráðini fylgd, halda tey í SSP-samstarvinum í Føroyum, at tað av røttum ber til at siga, at vit eru á góðari leið.

Tjóðveldi vil fjálga og hjúkla um børnini, ungdómin og familjurnar og stuðlar av fullum og heilum huga bardaganum ímóti rúsevnum.

Leivur Hansen,

býráðsvalevni á Lista E

Leivur Hansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X