Lýsing

Glasir og grøna loysnin

Í hesum døgum luttaka landsmynduleikar og kommunur á oljumessu og vinnumálaráðharrin kunngerð, at Føroyar eru til reiðar at fara undir oljuleiting komandi árini. Heilsu- og innlendismálaráðharrin fegnast saman við SEV um nýggjan motor í Vági og fjarhita til Pálshøll. Tí orkumál, umhvørvismál, náttúruvernd og kommunumál eru jú tengd at Heilsu- og innlendismálaráðnum.

Men tað er mentamálaráðfrúin Rigmor Dam, ið hevur lagt uppskot fyri Føroya Løgting um orkuloysn á Glasi – víkjast skuldi frá øllum tíðarfreistum, men Tjóðveldi mótmælti. Viðkomandi skjøl verða duld fyri Føroya Løgtingi og sera viðkomandi partar í málinum eru ikki hoyrdir. Mentamálaráðfrúin hevði helst glett seg til at tikist við fólkaskúlaøkið og miðnámsskúlaøkið og onnur mentunarøki, tá hon sessaðist í MMR. Men higartil hevur hon, í stóran mun, tikist við byggimál og orkumál á Glasi.

Eg haldi, at tað er sera positivt at kjakast verður um ta einu grønu loysnina í mun til eina aðra grøna loysn. Men hví føroyingar beinleiðis klandrast um evnið er undrunarvert og ørkymlandi. Oljufýringin er útilokað, skilst. Rigmor Dam hevur hótt við henni, helst í speisemi, men eingin veit – oljumessa er hvørt ár.

 

Kommunurnar hava ábyrgdina á burturkastsøkinum

Í Havnini varð burturkast tveitt á sjógv úti í Grind til 1929, tá flutti ruskplássið niðan um Háls har Tórsbreyt er í dag. Í 1940 varð Buchwald Yviri við Strond tikið í nýtslu. Nógv varð tveitt á bláman, spillolja varð brend tá frálandsvindur var og so framvegis. Í 1950 unum byrjaði mynstrið, vit kenna í dag, við at keypa og tveita burtur. Meiri og meiri innpakningur hópaði seg upp. Í 1969 flutti Tórshavnar kommuna ruskplássið út í Havnardal. Burturkast varð brent og tyrvt. Bilar, vandamikið burturkast, lívrunnið burturkast, øska og annað, sum brennistøðin ikki megnaði at taka ímóti, fór í dungan omanfyri vatnbyrgingina. Mannatrekkur fór framhaldandi á bláman á Bucwald.

Í 1987 varð nýggj góðkend brennistøð tikin í nýtslu á Sandvíkahjalla. Hitafelagið varð stovnað og hitin frá ruskbrenning skuldi hita bygningar. Fíggarligir trupulleikar viðførdu, at Tórshavnar kommuna og SEV stovnaðu Fjarhitafelagið, sum vit kenna tað í dag. Seinni er Endurnýtslan komin, pappírsinnsavning og Tinghúsið á Hjalla er komið. Áhaldandi verða tiltøk sett í verk fyri at minka um burturkastsnøgdirnar. Hóast hetta vaksa tær. Tórshavnar kommuna hevur valt, at loysa ein stóran part av burturkastsviðgerðini við brenning og orkuframleiðslu. Einasti móttakari er Fjarhitafelagið.

Umhvørvisgóðkenningin, frá Umhvørvisstovuni, hjá Kommunalu brennistøðini sigur greitt: “4.1.18 Brennistøðin skal háttast, byggjast og rekast soleiðis, at termisk orka, ið kemur frá brenning, kann verða gagnnýtt so væl, sum til ber”.

Seinastu árini eru  bert umleið 60 % av orkuframleiðsluni á Kommunalu brennistøðini gagnnýtt. Fyrstu árini nógv minni. Kanska 50 % í miðal øll árini síðani 1987. Fram til 2008 kom øll orkan í fjarhitaskipanini frá Kommunalu brennistøðini. Tá varð SEV á Sundi knýtt í skipanina og er býtið í dag 80 % frá Kommunalu brennistøðini og 20 % frá SEV.

Mín meinng er, at tað er harmiligt og órógvandi at vita at so nógv orka til upphiting er farin til spillis øll hesin 30 árini. Í staðin fyri olju, oljutangar, dálkandi útlát úr skorsteinum, so hevði tað verið ein nógv betri samfelagsbúskaparlig og umhvørvislig loysn, at stóru bygningarnir í Brekkutúni, í Sortudíki, í Gundadali og aðrastaðni við, brúktu fjarhita.

Og hví er tað so? Her mugu Fjarhitafelagið og eigararnir taka í egnan barm og viðganga, at hetta er ikki gott nokk. Áhugin fyri økinum hevur verið lítil. Skiftandi politikkarar hava, saman við SEV, mannað nevndina. Ístaðin eigur Tórshavnar kommuna at hava fakfólk við í nevndini – tað kann styrkja Fjarhitafelagið. Somuleiðis eigur Fjarhitafelagið at styrkja upplýsingarpartin við fleiri starvsfólkum. Her er nógv, ið kann betrast. Fremstu orkuserfrøðingarnar hjá Umhvørvisstovuni og Jarðfeingi hava eisini verið sera subjektivir í teirra tilmælum um framtíðar orkuloysnir í Tórshavnar kommunu. Tað hevði kanska verið upp á sítt pláss at viðgjørt allar møguleikar objektivt.

Tað verður sagt, at gongdin er, at nøgdirnar at brenna fara at minka kommandi árini og at aðrastaðni fara tey frá fjarhitaskipanum. Tað er ivasamt. Tórshavnar kommuna eigur at stremba eftir at skilja burturkastið enn betur, men sjálvt um lívrunnið burturkast ella avíst plast verður skilt frá, so kann roknast við øktum nøgdum í mong ár. Nýtslumynstrið í Føroyum líkist mynstrinum í grannlondunum. Energistyrelsen í Danmark roknar við, at burturkastsnøgdirnar fara ikki at minka fram til 2050. ES boðar frá, at fjarhiti er ein týðandi partur í orkupolitikkinum í framtíðini og at fjarhitaskipanir í norðurlondum eru fyrimyndin hjá londunum í ES. Í notatunum frá Umhvørvisstovuni verður einki nevnt um hetta.

Møguleiki er eisini fyri, at vit í Føroyum fara at skrotta núverandi brennistøðir og byggja eina størri brennistøð. Um tann støðin verður bygd í Suðurstreymoy, so fara nøgdirnar at brenna neyvan at minka – heldur øvugt.

Vit eiga alla tíðina at hava í huga, at tað eru kommunurnar, ið hava ábyrgdina á burturkastsøkinum. Tí eiga landsmynduleikarnir at virða loysnirnar, ið kommunurnar til eina og hvørja tíð koma til á burturkastsøkinum – og ikki at undirgrava og háða eina loysn, sum framleiðir føroyska orku. Vit skulu sjálvandi seta okkum stór mál, men burturkast má fáast til høldar hvønn dag, hvørja viku og hvørt ár. Tað tekur tíð at kollvelta hetta økið.

Heldur áttu vit at reypa um at vit í einum av heimsins minstu høvuðsstøðum, miðskeiðis í Atlantshavinum, hava eina vælvirkandi loysn á burturkastsøkinum og enntá brúka orkuframleiðsluna til hiting av fleiri enn 1000 bygningum – og vit eru als ikki liðug enn.

 

Glasir

Mín meining er, at tað ber til at hava bæði jarðarhita og fjarhita á Glasi.

Um pláss er fyri einum heittvatnstanga við el-hiting eisini, so er tað kanska optimalt. Hitapumpuskipanin kann so knýtast í fjarhitaskipanina, tá tann tíðín er búgvin. Tað verður ført fram, at tað er valla nokk av orku í fjarhitaskipanini til tørvin um veturin, sum er. Tað er ivasamt – hinvegin, so kann hitapumpan á Glasi sløkkjast um summarið, tí tá er ivaleyst av orku í núverandi skipan. Samstundis er streymveitingin um summarið við turki og ongum vindi sera ógrøn. Um veturin er jarðarhitin og hitapumpan eitt gott ískoyti til fjarhitan og einki fer til spillis. Umhvørvisstovan kemur inn á hesa loysnina at enda í tí eina notatinum, sum er kunngjørt á us.fo tann 26/8-2016.

Eg vóni, at partarnir sita og samráðast um hesa loysnina. Tey eiga eisini at umrøða, hvør skal bera hesa íløguna og raksturin – Glasir ella Fjarhitafelagið? Ella báðir partar? Har eru fyrimunir og vansar at umrøða.

Burturkastviðgerð og skipanir eru saman við SEV og Fjarhitafelagnum kommunumál og kommunurnar eiga hesar felagsskapir. Eg haldi, at eitt Tjóðveldi í Býráðnum í Havn eigur til eina og hvørja tíð, at stuðla hesum felagsskapum.

Næsta ár verður aftur oljumessa – og skjótt er oljan her…

 

Jóannes Guttesen

Deil hesa grein umvegis
468 ad