Lýsing

Røða til 1. viðgerð av uppskotinum um endurstovnan av Landsbankanum

Uppskot um endurstovnan av Landsbankanum

Hetta er eitt mál sum stendur Tjóðveldi nær og tí er tað eisini ein stórur dagur fyri okkara flokk, at hetta uppskotið at endurstovna Landsbankan endiliga er komið til viðgerðar her í tinginum.

Vónandi kemur hetta mál at verða avgreitt skjótt, so vit fáa endurstovna Landsbankan sum skjótast, og soleiðis fáa eina eyka trygd fyri føroyska búskapin og føroyska fólkið.

Fíggjarnevndin var eina uttanlands ferð í eini smá tjóð, har bleiv sagt, at eitt land má hava egið eftirlit við fíggjarheiminum og teirra virksemi, tí hesir eru sera stórir og týðandi aktørar í samfelagnum.

Landsbanki Føroya verður settur á stovn saman við Føroya váðaráði við tí høvuðsendamáli at virka fyri fíggjarligum støðufesti. Harumframt skal Landsbanki Føroya virka sum óheftur almennur fíggjarstovnur og greiningarstovnur, og vera skrivstova hjá Føroya váðaráð.

Landsbankin skal verða stovnurin, sum skal savna eina holla vitan innan alt fíggjar økið og hava alla skuldar og gjaldførisumsiting hjá tí almenna.

í 2013 valdi táverandi samgonga at niðurleggja Landsbankan, táverandi samgonga metti ikki, at tað var neyðugt at hava ein óheftan Almennan Banka, at fylgja við gongdini í føroyska búskapinum og gerða váðametingar í kundu hava við sær, at man kundi forútsíggja kreppur og uppgongd til kreppir í góðari tíð, so landið kundi forða fyri at tær komu. Tíanverri hava nakrar kreppur rakt okkum sjálvt um vit høvdu ein Landsbanka, seinast tá fíggjarkreppan herjaði, men her høvdu føroyskir myndugleikar ikki teir neyðugu hentleikarnar at forða hesum. Henda samgongu vil nú Endurstovna Landsbankan og eitt váðaráð sum koma at verða ein avgerandi partur av okkara lands økonomisku skipan. Samgongan fer at bera so í bandið, at vit fáa dagførd hagtøl og greiningar av føroyska búskapinum leypandi, so vit kunnu hava eitt neyvt eftirlit við, hvussu tann føroyski búskapurin háttar sær mánað fyri mánað og ár fyri ár.

Vit liva í einum landið sum er serliga tengt at fiskivinnuni og alivinnuni, umleið 95% av okkara útflutningi er fiskur, so her krevst, at vit stýra búskapinum sera neyvt, tí tær allarminstu broytingarnar innan hetta økið kunna hava stórar fylgjur fyri føroyska búskapin, ikki bara neiligar men eisini jaligar sum t.d. nú, har alivinnan er í einum góðum stima við nøkrum avbjóðingum sum teir vónandi koma at loysa innan heilt stutta tíð, her hugsi eg um lúsa trupulleikan. Pelagiska vinnan koyrir avbera gott í løtuni og sama ger flotin í Barentshavinum. Vit hava sæð at línuflotin hevur havt eitt brúkiligt ár í 2015, meðan partar av flotanum enn stríðast við sítt, men vónandi er vón fyri framman. Havstovan hevur úttala seg um, at onkrir árgangir av hvíta fiskinum er rímiligir og er hetta vónandi fyrsta stig til, at okkara fiskastovnar koma fyri seg aftur.

allar hesar mekanismur skal Landsbankin kunna greina, so vit sum skulu stýra hesum landið hava hond í hanga við dagligdegnum sum fyriferst við dagførdum tølum og greiningum.

Nýggi Landsbankin kemur at umsita gjaldføri og lánini hjá landinum, men sum nakað nýtt fer Landsbankin at hava heimild at veita lán fyri almennar stovnar og kommunur og kann hetta eisini gerast ein fongur fyri t.d. kommunur. Um vit hyggja eftir hvat kommunur gjald í rentu í peningastovnum, so liggja renturnar frá 1,75% og uppeftir meðan síðsta lántøkan hjá landinum gav landinum eina rentu á umleið 0,5% og kann hetta gerast nógvir pengar, um lánini eru stór.

Hví velur samgongan at seta Landsbankan á stovn aftur, jú, vit halda at vita eiga at hava ein stovn í er okkara eygu og oyru tá tað snýr seg um, at fylgja við tí føroyska búskapinum og geva okkum føroyingum ein altíð dagførda mynd av okkara búskapi. Eisini verður ein neyv uppfylging av okkara tryggingarfeløgum, pensjónfeløgum og bankum soleiðis at vit kunnu hava ein størri tryggleika at forða fyri skrædlum í føroyska búskapinum sum seinast hendi undir fíggjarkreppuni.

Tað er í kortunum at hvør einstakur føroyingur skal spara 15% av lønini í pensjón innan 13 ár eru liðin, og kemur upphæddin sum føroyingar at svara til 10 tals milliardir sum føroyingurin skal liva av, eftir hann er farin av arbeiðsmarknaðinum, so tá er gott at vita, at ein kompetentur stovnur fylgir væl við, hvussu hesi feløg sum umsita hesar pengar umsita teir so gott, at persónar farnir av arbeiðsmarknaðinum fáa teir við sær og eisini eina rímiliga rentu.

Hetta lógaruppskot kemur at verða eitt stórt framstig fyri okkara land og ein stórur tryggleiki fyri Føroya fólk at búskapurin verður stýrdur á skynsaman og professionellan hátt.

Tann føroyski búskapurin er tvífaldaður tey seinastu árini. Búskapurin er vaksin úr 7,5 mia. kr. í 1998 upp í knappar 15 mia. kr. í 2015, og síðan 2003 eru inntøkurnar á fíggjarlógini vaksnar 1.200 mió. kr. Hendan vøkstur hava føroyskar hendur og føroysk høvd skapt. Tað snýr seg um at húsast rætt í Føroyum.

Landsbankin hevði ikki heimild at fáa upplýsingar vil vega tá bankin varð koyrdur undir administratión. Hetta eftirlitið átti tað danska fíggjareftirlitið og var hetta ikki gott nokk tí broyta vit mannagongdir har vit fáa heimildir at kenna føroyska fíggjarheimin betur.

Landsbankin og váðaráðið skal nú gerast eitt virkið amboð at røkka einum meira støðugum, sterkum og sjálvbjargnum føroyskum búskapi, ið tekur hædd fyri bæði núlivandi og komandi ættarliðum.

Landsbankin og váðaráðið skal gerast ein brimgarður um føroyska samfelagið og verða við at tryggja vælferð fólksins frameftir.

Pauli Trond Petersen

Deil hesa grein umvegis
468 ad