Lýsing

Hetta er ein av orsøkunum til eg fór uppí politikk

At arbeiða fyri, at eisini fólk við sálarsjúku, fáa tænastu úti í økjunum og harvið kundu fáa betri lívsgóðsku og livikor snýr seg um at fáa javnbjóðis rættindi til allar sjúklingar.

Soleiðis segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í røðu sínari, tá skjøtil var settur á økispsykiatriina í Suðuroy. Í hesum sambandið varð boðið til móttøku á Heilsumiðstøðini í Vági.

Um bara fáar dagar verður farið undir økispsykiatri í Vágum og seinni í ár eisini í Sandoynni. Tað merkir, at tá summarið er farið at halla, er økispsykiatriska tænastan útbygd til alt landið, og er harvið ein tænasta sum fevnir allar borgarar í Føroyum.

Á myndini stendur landsstýriskvinnan millum Gunnhild Mortensen og Bodil Finnsson, sjúkrarøktarfrøðingar, sum eru settar í starv í økispsykiatriini.

Røðan í fullari longd kann lesast niðanfyri.

—-

Røða í sambandi við at farið verður undir økispsykiatri í Suðuroynni 23. mai 2016

Góðu tit

Tað er ein stórur dagur í dag. Og dagurin er ikki bara stórur, hann er eisini søguligur. Tí er tað ein góð kensla at standa her í dag, og eg eri sera takksom fyri heiðurin at siga nøkur orð til hesa hátíðarløtu.

Í dag byrjar nýtt tíðarskeið í psykiatrisku søgu okkara, við tað at økispsykiatriin verður sett á stovn í Suðuroynni. Og um fáar dagar byrjar økispsykiatriin í Vágum og seinni í ár eisini í Sandoynni. So í leypi av hesum árinum, ella summarinum, so er økispsykiatriska tænastan útbygd til landið alt, og er harvið ein tænasta sum fevnir allar borgarar okkara.

Tað eri eg ómetaliga fegin um. Hetta er eitt av mínum hjartamálum og ein av orsøkunum, sum fekk meg til at fara uppí politikk. Tað at arbeiða fyri at eisini fólk við sálarsjúku fingu tænastu úti í økjunum og harvið kundu fáa betri lívsgóðsku og livikor.

Samanumtikið snýr hetta seg um at fáa javnbjóðis rættindi til allar sjúklingar.

Hetta kann lýsast við orðunum hjá Hans Andrias Djurhuus í yrkingini “Tey standa og vagga og tráa”, har øksini á akrinum ilskast á eitt teirra, ið er øðrvísi.

“Men dáin stendur í iva

Og hann hevur ymsan lit;

“Eg havi væl loyvi at liva

her líka so væl sum tit”

Søguliga hava vit ikki verið dugnalig at tikið okkum av sálarsjúkum. Í stóran mun hava hesi fólk livað undir vána korum, annaðhvørt í útlegd ella meira ella minni goymd burtur her hjá okkum. Og ofta bæði goymd og gloymd. Tíbetur er siðaskifti í gongd og psykiatriin er í menning.

Fokus er nú á, at sálarsjúka ikki nýtist at vera kronisk, og at góðir møguleikar eru bæði at koma seg aftur, og at fáa tað betri. Hetta er vitan, sum gevur vón. Og hetta er nýggj vitan.

Fólk við sálarsjúku hava upplivað, og upplivað nokk enn, at vera stigmatiseraði og kanska eisini útihýst. Hetta kemur týðiliga til sjóndar, tá ið sálarsjúk siga sína søgu. Og tíbetur eru tað fleiri og fleiri fólk við sálarsjúku, sum siga sína søgu. Tað kunnu og skulu vit læra av.

Við opinleika og kunning kunnu vit øll blíva klókari, og læra okkum at handfara støðuna soleiðis, at vit megna at rúma hesum søgum, og hesum menniskjum. Harvið kunnu hesar søgur gerast søga. Tí hvat kann vera verri enn stigmatisering og isolatión omaná tað at hava sálarligar trupulleikar. Tað kann bara gera støðuna verri.

Undirvísing og almenn kunning eru lyklaorð, og her kann økispsykiartriin veruliga gera mun við at arbeiða í lokalsamfelagnum bæði við avvarðandi, sjúklingum, sjúklingafeløgum, tvørfakligt og alment.

—-

Í søguligum høpi er psykiatriin nýggj í Føroyum. Men fólk við sálarsjúku hava verið til allar dagar. Tey hava bara ikki fingið ta hjálp, tey hava havt fyri neyðini. Tað var ikki fyrr enn í 1968, at psykiatriin sá dagsins ljós í Føroyum. Tá bleiv fyrsti psykiatari settur, Árni Olsen, og straks var farið undir at byggja psykiatriska depilin.

Árini frammanundan hevði man sent nógv fólk av landinum til viðgerð, og mong vóru tey, og tær familjur, sum royndu sum frægast kring landi alt at hjálpa sínum sum best. Sorgarsøgurnar hava verið nógvar, og er hetta ein døkkur blettur í okkara søgu.

Lat tað nú vera søgu og lat okkum gleðast um, at nú er enn eitt fet tikið rætta vegin. Men túrurin framá er ikki komin á mál við hesum feti eina. Tað skal ein áhaldandi menning og hugburðsbroyting til, so vit koma hartil, at sálarheilsan og likamliga heilsan verða javnsettar.

Sálarheilsan má fáa sama status, og somu rúmd, sum likamliga heilsan. Skjót og góð hjálp má vera øllum í boði, og orð mugu setast á avbjóðingarnar, sum sálarsjúk hava, og sum samfelagið hevur.

Øll kenna vit dømi,  at tá ið fólk eru likamliga sjúk so vekir tað umsorgan í okkum, og vit brýggja okkum um hvussu viðkomandi hevur tað. Vit ringja og spyrja, støkka inn á gólvið o.s.fr, og vilja vita hvussu viðkomandi hevur tað. Tíverri sæst hetta alt ov sjáldan, tá ið fólk eru sálarsjúk. Minnist at psykiatarin hjá okkum, Tórmóður Stórá, orðaði tað soleiðis einaferð, at ”tað er langt millum bukettirnar á Psykiatriska deplinum”.

—-

Tá ið vit nú fara undir útbyggingina á Landssjúkrahúsinum verður psykiatriin partur av vanliga sjúkrahúsinum. Á jøvnum føti við hinar sergreinarnar. Ikki løgd til viks, sum søguliga hevur verið gjørt. Og inntil nýggi depilin stendur klárur, er ætlanin at bøta um karmarnar á Psykiatriska deplinum, so umstøðurnar kring sjúklingarnar vera betri. Tær eru ikki nøktandi í dag.

Tá ið vit fyri stuttum valdu nýtt Fólkaheilsuráð løgdu við áherðslu á, at hugtakið fólkaheilsa skuldi skiljast í breiðastu merking, og at sálarheilsan skuldi hava javnbjóðis part. Tí er sálarfrøðingur nú partur av Fólkaheilsuráðnum. Alt hetta skal hjálpa okkum á leiðini til størri opinleika og rúmd fyri, at menniskjaliga heilsan rúmar bæði eina likamliga og eina sálarliga dimensjón, umframt, at vit eru sosialar og andaligar verur.

Heimsheilsustovnurin WHO hevur víst á, at um vit ikki arbeiða við einum breiðum heilsuhugtaki og taka sálarheilsuna við, so røkka vit ikki málinum um javnvirði í heilsu, sum er eitt mál í sjálvum sær. So tað taka vit í álvara.

—-

Tað er alneyðugt at hava góð heilsu og røktartilboð í umhvørvinum har fólk búgva. Serliga sálarsjúka er soleiðis háttað, at hesi menniskju í ávísum førum als ikki megna at ferðast til Havnar at fáa sær hjálp. Hjálpin má tí út til hesi menniskju.

Tað eru heilt vist fólk í okkara landi, sum als ikki fáa rætta og nøktandi hjálp. Hetta ger, at hesi menniskju harvið missa ein stóran part av sínum lívi og lívsgóðsku, og liva í tí, eg vil kalla, í sálarligari armóð. Vit kenna tað frá øðrum økjum í Føroyum, sum hava fingið sett økispsykiatri í verk, at tann tørvurin man metti var á tænastuni frammanundan, í veruleikanum var dupult so stórur, tá ið tænastan kom í økið. Hetta er nokk ein samanrenning av, at tænastan knappliga verður tøk og kann skapa neyðugan tryggleika og umsorgan kring sjúklingarnar, umframt at starvsfólkið bæði kann gera uppsøkjandi arbeiði og brýtur niður fordómar við at vera sjónlig í nærumhvørvinum. Frá øðrum fakbólkum og fólki á staðnum, fær sálarheilsuøki somuleiðis størri ans. Tað kunnu vit ikki undirmeta týdningin av.

—-

Sálarsjúka rakar breitt og tykist vera vaksandi. Annarhvør er avvarðandi verður sagt. Sjálv eri eg av tí áskoðan, at vit øll eru avvarðandi, tí vit varða øll av hvør øðrum. Vit hava bæði eina samfelagsliga, menniskjaliga og etiska skyldu at taka hond um hvønn annan.

Í dag tekur føroyska samfelagið ein part av hesi skyldu á seg við at seta tveir sjúkarrøktarfrøðingar í fast starv, til at røkja tænastu til heimabúgvandi borgarar í Suðuroynni. Sjúkrarøktarfrøðingarnir eru partur av Psykiatriska deplinum, og hava verið har norðuri og sett seg inn í fakøki.

Tað er gott og neyðugt fyri starvsfólkini at vera partur av einum størri toymi, tí hetta er krevjandi arbeiði, og eitt arbeiði har starvsfólkini arbeiða nógv einsamøll. Stórur partur av arbeiðsamboðunum er eisini, umframt fakligir førleikar, tað menniskjaliga tilfeingi hvørt einstakt starvsfólk hevur. Og fyri at megna arbeiðið yvir áramál, er gott at vera partur av størri samanhangi.

—-

Tað er vísindaliga staðfest, at fólk við sálarsjúku hava lægri miðallivialdur enn onnur. Munurin er skelkandi. Fólk við sálarsjúku liva í miðal upp til 20 ár styttri enn onnur. Hetta er álvarsmál av teimum heilt stóru, og krevur at vera tikið í størsta álvara. Tað eru átøk sett í verk fyri at bøta um hetta. Vit kunnu ikki góðtaka at missa borgarar í góðum árum, men gera hvat vit kunnu, fyri at betra um hetta. Men hetta vísir eisini hvussu hættisligar sálarsjúkurnar eru.

Samanumtikið eru nógv tøk tikin, sum vit veruliga skulu gleðast um, men enn er nakað á mál. Meira vit fáa lýst støðuna, betri blíva vit før fyri at skapa batar. Tí má ljóskastarin áhaldandi setast á sálarheilsuna. Bara soleiðis kunnu umstøðurnar blíva betri. Og vit hava øll møguleika at ávirka, at vísa umsorgan, vera góð við okkara medmenniskju, og vera við til at bróta tabu !

Eg fari at enda at ynskja okkum øllum hjartaliga tillukku við degnum og vóni, at arbeiði verður til signingar fyri fólki í oynni. Fari eisini at takka øllum, sum hava fingið hetta at bera til. Og takki mangar ferðir fyri dagin í dag, og høvi at vera við.

Takk fyri!

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad