Lýsing

Hví leggja eftir mær sum persóni, Eirikur?

Burturstaddur í arbeiðsørindum, fái eg at vita at míni lønarviðurskifti eru forsíðusøga í Sosialinum. Álopið er persónligt og leggur beint eftir mær. Hetta hóast eg hvørki atkvøddi fyri lønarbroytingunum í 1999, ella í 2014, tá fráfarna samgonga broytti hesi lønarviðurskifti.

Hetta hevði Eirikur vitað, um hann kannaði málið, ella spurdi meg. Tí tað er ikki rætt  at “Páll á Reynatúgvu hevur tryggjað sær 46.500 kr. í pensjón”.

Tað er væl skilligt, at lønarviðurskiftini hjá løgtingsformanninum verða viðgjørd, og í samrøðu við annan blaðmann vísi eg í sama blaði á, hvussu óheppið tað var, tá fráfarna samgonga broytti viðurskiftini hjá landsstýrisfólki uttan samstundis at viðgera viðurskiftini hjá løgtingsfólkum.

Í løgtingsformansskapinum reisti eg tað óhepna í hesum máli farna valskeið, tó uttan at fáa undirtøku fyri tí. Hettar hevði Eirkur Lindenskov fingið at vita, um hann hevði sett seg í samband við meg, ella um hann legði í at lýsa málið, sum tað er. Men Eirikur Lindenskov sjálvur hevur hvørki ringt ella skrivað til mín um málið.

Forsøgan til íkomnu støðuna
Undanfarna landsstýri valdi at broyta landsstýrismannalønirnar og eftirlønirnar. Stutt sagt gera lønina betri, og eftirlønina verri fyri løgmann og landsstýrisfólk, sum eru sett eftir valið 1. september 2015. Í lógini um lønarviðurskifti løgtingsmanna er ásett, at løgtingsformaðurin hevur somu løn sum løgmaður.

Tí viðførdi hækkingin í lønini hjá løgmanni, at lønin hjá løgtingsformanninum eisini hækkaði eftir valið.

Eftirlønarviðurskiftini hjá løgtingsformanninum eru kortini óbroytt, tí at lønar og eftirlønarviðurskiftini hjá løgtingsmonnum ikki vóru broyttar samstundis sum lønir og eftirlønir landsstýrisins.

Við øðrum orðum, uttan mun til hvør endaði sum løgtingsformaður eftir valið, hevði viðkomandi komið í júst somu støðu sum undirritaði. Fingið løn sum løgmaður og pensjónsrættindi sambært lóg um løgtingsmenn.

19 aðrir tinglimir hava atkvøtt hasa lógina ígjøgnum, og neyvan hava teir gjørt tað, tí at teir spáddu at eg skuldi koma í sessin sum løgtingsformaður.

Eitt samt Løgting valdi meg í starvið sum løgtingsformaður, eitt starv, ið gevur mær stórar og spennandi avbjóðingar, og eitt starv, sum eg ikki kundi siga nei til, uttan mun til hvørji lønar- og eftirlønarviðurskifti eru galdandi í starvinum. Í hesum starvi er ein av mínum størstu uppgávum, at uppbyggja tignina og virðingina fyri Føroya Løgtingi, tí kann eitt tílíkt álop á løgtingsformannin ikki standa ósvarað.

Politikarar skulu ikki áseta síni egnu lønar- og eftirlønarviðurskifti
Pínligasta málið yvirhøvur at viðgera á Tingi er lønar- og eftirlønarviðurskifti hjá løgtings- og landsstýrisfólkum, og havi eg altíð hildið, at hendan uppgávan skuldi ligið hjá øðrum at gera av.

Nú uppgávan at rudda upp í skipanini onkursvegna er lend í mínum føvningi, fari eg sjálvandi at taka ábyrgdina á meg at fáa greitt viðurskiftini. Men nú, sum áður, verður tað ikki eg, sum komi við einum tilmæli um tað. Tí at áseta míni egnu lønar- og eftirlønarviðurskifti sum løgtingsmaður havi eg ongantíð gjørt, og tað fari eg heldur ikki.

Páll á Reynatúgvu
løgtingsformaður

Páll á Reynatúgvu

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X