Lýsing

Tað skal loysa seg at liva!

At liva tær løtur vit eiga, er fremsta uppgávan her á foldum, og at liva tær so væl vit nú einaferð duga. Rákið er tíbetur í broyting, og tey nógvu ásanna nú, at nærveran við børnum, vinfólkum og skyldfólkum, er tey veruligu virðini í lívinum.

Tað merkir ikki, at vit ikki skulu gera okkara skyldu móti samfelagnum, tí tað skulu vit, men at tíðin, dýrabaru løturnar har vit geva okkum stundir saman við okkara kæru, eru veruliga gullið í lívinum, tá til stykkis kemur

Eg veit væl, at tað er lættari at siga, enn at gera. Sjálvur eri eg einki undantak í so máta. Í flestu førum við nógvari ferð, nógvum ætlanum og líka grammur eftir ”verðini” sum tey flestu. Men tað er eitt mark fyri hvussu nógv, serliga barnafamiljan tolir av krøvum frá samfelagnum.

Treytaleyst størsta avrikið vit eiga, sum vaksin fólk, er at fáa børnini væl undan, og at uppæla tey til góð og ábyrgdarfull menniskju, sum vísa virðing fyri næstanum. Tað er ein ovurstór uppgáva, sum ikki altíð er nóg væl virðismett.

Vit vita tað væl. Jú meira vit trýsta barnafamiljuna, og familjuna sum heild, jú størri tørv hava vit á øllum verðsins viðgerartilboðum. Sálarviðgerð, heilsuviðgerð, stovnum og barnaverndartilboðum. Hóast øll uttan iva gera sítt besta at bøta um støðuna, so er úrslitið av stressaða samfelagnum, ein høgur kostnaður fyri familjuna og menniskjuni hon rúmar.

Tí er tíðin komin at hugsa familjulívið og arbeiðsmarknaðin av nýggjum. Eftir mínum tykki hevur klassiska ídnaðarssamfelagið ov fasta tøku á okkum. Tað eigur at bera til at flyta okkum í eitt samfelag, sum í minni mun ber brá av at renna við nógvari ferð fyri bankarnar, øll hini og Gud viti hvønn. Eitt samfelag sum flættar saman barnauppaling, familjulív og arbeiðslív í nevndu raðfylgju.

Føroyska samfelagið, sum er so tætt bundið at náttúruni, frælsa lívinum og tryggleikanum, hevur bestu fortreytir fyri at bjóða sínum borgarum eitt rúmligt, nærverandi og gevandi lív. Fyrsta treytin er, at vit hugsa um menniskjuni og familjuna fyrst, og síðani innrætta samfelagið eftir tí.

Vit eiga ikki ævitíð her á foldum. Tí skal tað fyrst og fremst loysa seg at liva.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður og valevni hjá Tjóðveldi

Páll á Reynatúgvu

Deil hesa grein umvegis
468 ad