Lýsing

Náttúruvernd

Tørvur er á dagførdum lógarverki á umhvørvisøkinum. Bæði tá talan er um náttúruvernd og náttúrufriðing. Somuleiðis skal neyðuga orkan og tilfeingi fylgja við eini styrktari og dagførdari lóggávu.

Tað er gleðiligt at ferðavinnan hevur vind í seglunum. Men um vit ikki hava eina burðardygga ferðavinnu saman við dagførdum lógarverki og sterkari umsiting, so kann tað gerast løtuvinningur hjá ferðavinnuni og seglini mugu takast niður.

Annað lógarverk á náttúruverndarøkinum skal eisini smíðast og setast í verk. Stutt kunnu vit nevna kemikaliulóggávu, lendisskrá og lendisætlan og reglur fyri koyring við lendisakførum.

At verja náttúruna er sera týdningarmikið fyri ferðavinnuna, men eisini fyri alt tað náttúrulív vit eru von við. Reina vatnið, fuglurin, djórini og planturnar. Um vit ikki verja náttúruna, so gongur tað fyrr ella seinni út yvir heilsu okkara. Og tá er ov seint at gera nakað.

Tjóðveldi fer at dagføra lógarverki á náttúrverndarøkinum eftir valið týsdagin. Men tú situr við atkvøðuni og tískil er ábyrgdin tín í løtuni.

Vel Tjóðveldi!

 

Blíðar heilsur

Jóannes Guttesen, listi E.

Jóannes Guttesen

Deil hesa grein umvegis
468 ad