Lýsing

Endurskoðan av støðuni hjá menningartarnaðum

Eg meti støðan hjá fólki við skerdum førleikum og menningartarni, má endurskoðast.

Vit mugu sum land hava eina langtíðarætlan hesum viðvíkjandi. Vit liva í 2015, og eiga fólk ikki at sendast av landinum, stríðast fyri neyðug hjálpitólum, stríðast fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman ella hugsa um hvussu atkomu viðurskiftini eru, um tey skulu til eitt hvørt tiltak.

HESI fólk eru gull verd fyri okkara samfelag. Eg haldi so avgjørt, at støðan ikki er nøktandi hjá fólki við menningartarni. Støðan er mannminkandi. Sjálvandi hava tey rætt til bústað, sum er egnaður til teirra tørv. Tey eiga rættin til lívið, og skulu hava møguleika at virka í okkara landi, eins og øll onnur.

Hugsast má eisini um framtíðina hjá ungum og eldri við menningartarni, og hvussu tey kunnu lívbjarga sær á ein virðiligan hátt. Um tey megna at verða í einum starvi, eiga tey eisini at fáa ta lønina sum er ásett til hesa vinnugrein.

Hetta málið hevur drála alt ov leingi og nú má hetta avgreiðast.

Tjóðveldi vil virka fyri at nýggja forsorgarlóg og lógarverk á forsorgarøkinum verða gjørd sum skjótast, hetta sæst eisini aftur í stevnuskrá floksins.

Tað er ikki nøktandi at fólk við skerdum førleikum skulu stríðast eitt størri stríð enn tey longu gera. So hetta vil eg arbeiða fyri.

Var á konsert í gjár, har Emma sang so hjartaliga. Rødd hennara rørir við hjørtu okkara. Takk fyri tað Vigdis

Vigdis Johannesen

Deil hesa grein umvegis
468 ad