Lýsing

Orkudepil á Sundi

 

Ber tað til at ímynda sær, at í 2050 er eingin oljufýring, eingin skorsteinur og eingin oljutangi í Suðuroy, Sandoy, Streymoy, Vágoy, Eysturoy, Borðoy, Kunoy og Viðoy? Undantikið á verkinum á Sundi? Tað ber til um tunlarnir eru borðaðir og um politiska skipanin hevur viljan at fremja neyðugu broytingarnar.

Á Sundi er eitt gott boð, tí fjarhitanetið og el-netið er har frammanundan. SEV, kommunurnar og landsmynduleikarnir eru krumtappurin í hesi tilgongdini. Og her krevst samstarv. Tøkniliga eru nógv góð boð upp á varandi orkukeldur í dag. Vit eiga at fylgja við og meta um hvørt tøknin er egnað til føroysk viðurskifti ella ei. Í dag kenna vit til jarðarhita, sjóarhita, sjóarfallsorku, fjarhita, vindmyllur, sólarorku, battarískipanir til goymslu og so framvegis. Alt hetta kann koblast til á Sundi í dag. Eitt biogasverk til alt okkara lívrunna burturkast kann eisini byggjast á staðnum og vit kunnu halda fram. Av tí at vit eru fáment og eitt fjarskotið oyggjaland ber ikki til at innflyta allar loysnir. Tað kann gerast ov kostnaðarmikið at seta alt í verk og vit mugu velja og vraka. Ein ávís mongd, av til dømis lívrunnum burturkasti til eitt biogassverk, skal til fyri at fáa alt at hanga saman.

Politiska skipanin eigur at virka fyri, at vit koma á mál við hesum. Fyribils kunnu vit gera politisk átøk, sum eggja brúkarunum, at leggja um til varandi orkukeldur ella at krevja tað í allari nýgerð. Vit eiga at hyggja eftir prísmuninum á olju og øðrum orkukeldum og gera nakað við tað.

Tað kann vera trupult hjá mongum at skilja ímillum orkuveiting til streymnýtslu og orkuveiting til hiting av húsum og bygningum. Í grundini er eingin munur, men loysnirnar í Føroyum hava verið sera ymiskar. Tað ber væl til, har landfast er, at framleiða alla orku á einum stað – bæði til streymsnýtslu og til hiting av húsum og bygningum.

Streymsveitingin verður framleidd fjart frá brúkaranum – soleiðis sum vit kenna tað. Vatnorka, oljufýr og vindorka hava í dag stóran týdning í streymsframleiðsluni. SEV hevur ábyrgdina av tí og tað er endamálið við SEV. Vit kenna Sundsverkið, vatnorkuna kring landið og vindmyllurnar, sum stinga seg upp.

Orkuveitingin til hiting av húsum og bygningum hevur verið framleidd “á staðnum”. Kúgvin, torvið og kolið hava verið álitið. Brenniovnar og petroleum hava eisini átt sín leiklut. Síðani oljufýring, ketil, pumpa, skorsteinur og oljutangi á hvørjum matrikli. Í byrjanini kallaðu tey tað “Centralvarmi”. Centralvarmi er tað sama sum ein hitamiðstøð. Í nýggjari tíð hava fyribrigdi sum hitapumpur, sólorka, sjóarhiti ella jarðarhiti vunnið seg fram. Ella fjarhiti har ruskfýringin ella oljufýringin er fjart frá brúkaranum eins og streymsframleiðslan. Eingin felagsskapur hevur ábyrgdina av hiting av húsum og bygningum – Fjarhitafelagið undantikið.

Bæði streymur og orka til hiting av bygningum kann framleiðast á einum orkudepli á Sundi. Soleiðis sleppa vit av við allar ivasamar niðurgrivnar oljutangar og oljudálkingar. Dálkandi útlátið frá øllum skorsteinum verður steðgað og vit sleppa av við túsundtals oljufýringar. Heldur enn at hava fleiri túsund oljutangar, oljufýringar og skorsteinar, so er tað bæði umhvørvisliga og samfelagsbúskaparliga ein nógv betri loysn, at hava eina oljufýring, ein oljutanga og ein skorstein á Sundi. Tað er eisini nógv lættari, at hava tamarhald á eini góðari roykreinsiskipan heldur enn, sum í dag, ongari reinsing á útlátinum kring landið. Ikki minst er hetta best fyri heilsuna hjá okkum sjálvum.

Komandi árini mugu vit  taka støðu til hvussu vit skulu viðgera burturkast okkara. Í dag eru tvær brennistøðir og hóast málsøkið er kommunalt, so kann tann besta samfelagsbúskaparliga loysnin framyvir verða ein brennistøð. Ella eingin brennistøð. Tað er ein sannroynd, at um vit skulu hava brennistøðir til burturkast framyvir, so skal minst ein brennistøð byggjast um umleið 25 ár. Vit framleiða kanska 35.000 tons av ruski til brenningar um árið. Flutningsútreiðslurnar eru kostnaðarmiklar og tí verður brenning av ruski kanska eisini loysnin framyvir. Vit eru eitt matvøruframleiðandi land og tá djóra- og fiskasjúkur stinga seg upp hava brennistøðirnar í dag ein týdningarmiklan leiklut í forðingini av smittuspjaðing og í tilbúgvingini á hesum økinum.

Núverandi oljufýring á Sundi sær út til at vera einasta álítandi back-up tá alt annað svíkir – og vit vita at alt er á gosi tá eingin streymur er. Allar hesar skipaninar seta stór krøv til SEV – í dag og hvønn dag framyvir. El-netið verður størri og betri tá fleir oyggjar koma upp í við tunlum – ikki bara el-netið, men eisini telenetið.

Tjóðveldi fer at arbeiða við skilagóðum loysnum á orkuøkinum og fer at føra ein orkupolitikk við føroyskum loysnum. Tað er gott fyri Føroyar í longdini og eingin veit? Kanska vit kunnu selja føroysku loysnirnar til onnur fjarskotin oyggjalond eina ferð?

Tú situr við atkvøðuni – vel varandi orkukeldur og einar lokkandi Føroyar á valinum fyrsta september.

 

Blíðar heilsur

Jóannes Guttesen, listi E.

 

 

Jóannes Guttesen

Deil hesa grein umvegis
468 ad