Lýsing

Havrannsóknir uttan skip?

Hóast fiskivinnutjóð burturav og við vaksandi krøvum um vísundaliga próvførslu av okkara fiskitilfeingi og havumhvørvi, ikki minst tá um fiskivinnusamráðingar ræður, so er støðan enn sum áður, at niðurslitni og ótíðarhoskandi Magnus Heinason er álitið, sum havrannsóknarskip.

Tað er ikki nakað dulsmál, at tíðin er farin frá góða gamla Magnus Heinason. Vit hava strongt á í fleiri ár at fáa undirtøku fyri at projekteraða havrannsókarskipið skal byggjast. Uttan úrslit.

Tó tykist, sum at fatanin hjá afturhaldinum er í broyting. Ásannanin av, at vísundaligt dygdararbeiði, herundir kanningar og próvførsla av egnum og ferðandi fiskameingi, eru grundsúlur í arbeiðinum at tryggja føroyska samfelagnum atgongd til fiskirættindi, tykist at vera í batningi. Ikki minst samráðingarnar um sildina og makrelin hava víst, at jú sterkari grund við byggja okkara krøv á, jú betri úrslit, og størri part fáa vit burturúr.

Vit eiga dugnaligu og høgt mettu starvsfólkini, sum ikki smæðist burtur í altjóða høpi, at standa fyri teimum kanningum, sum gerast skulu. Manningin umborð á Magnusi, eigur stórt rós fyri at útinna sítt arbeiði, undir alt annað enn tíðarhóskandi viðurskiftum.

Tíðin er búgvin at strekkja nýggjan kjøl. Tekningarnar eru klárar. Undarførslurnar farnu árini hava verið mangar, men tann tíðin er farin. Ein nýggj samgonga eigur og skal byggja okkum føroyingum eitt nýtt havrannsóknarskip.

Tí eingin fiskivinnutjóð, sum tekur sítt tilfeingi í álvara, kann gera havrannsóknir og vinna fiskirættindi, uttan skip.
Páll á Reynatúgvu, valevni hjá Tjóðveldi.

Páll á Reynatúgvu

Deil hesa grein umvegis
468 ad