Lýsing

Fjølmiðlarnir skulu styrkjast

Eitt sunt fólkaræði hevur tørv á eini óheftari pressu. Miðlarnir hava stóra ávirkan á okkara mentan og somuleiðis hava miðlarnir týðandi leiklut at varðveita og menna føroyska málið. Miðlagrunnur skal setast á stovn og umstøðurnar hjá miðlunum skulu styrkjast fyri at tryggja eitt gott fólkaræði.

Kringvarp Føroya hevur ein týðandi leiklut í almennum tilbúgvingarskipanum. Eitt greitt samskifti í øllum hugsandi tilbúgvingarviðurskiftum má ikki undirmetast. Tað hevur alstóran týdning at boð og kunning verða send út frá einum miðli og at sera umráðandi boð og kunning ikki koma frá øllum møguligum miðlum á ymiskan hátt har øll lurta og skilja boðini á ymiskan hátt. Í eini álvarsligari støðu hava vit ikki ráð at samskifta sum best ber til. Hetta er eitt álvarsmál og vit mugu tryggja, at minst ein miðil hevur orkuna at traðka til í eini álvarsligari støðu. Ein álvarslig støða kann verða vanlukka ella óhapp á sjógvi ella landi har mannalív eru í vanda. Og ikki minst, at vit fyribyrgja at skaðin gerst verri.

 

Viðvíkjandi óheftni síggja vit í valstríðnum hvussu ávísir politikkarar hóreiggja sær og sveiggja við øksini, tí tey ikki fáa sín vilja. Tað hevur týdning at hava minst ein sterkan óheftan miðil, sum ikki letur seg ávirkað av slíkum álopum.

 

Tú situr við atkvøðuni. Vel Tjóðveldi fyrsta september!

 

Blíðar heilsur

Jóannes Guttesen, listi E.

Jóannes Guttesen

Deil hesa grein umvegis
468 ad