Lýsing

Flytingarvindeygað letur aftur 1. september

Eitt stjórnarskifti er alneyðugt og bráneyðugt. Evstafreistin er 1. september.

Vit kunnu ikki halda fram við einum løgmanni, ið sigur ósatt fyri løgtinginum – tilvitað, verður sagt.  Hevði tað so verið ótilvitað, men kanningarstjórin sigur tilvitað.

Hetta er í lagi, sigur stjórnin! Hetta er í lagi, siga Miðflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin.

Trupulleikin er, at hetta við at siga ósatt spjaðir seg, sum ókrút, í samfelagnum. Arbeiðspláss, skúlanæmingar og børn halda nú, at tað er í fínasta lagi at siga ósatt. Hví? Jú, tí tað er yvirhøvur ikki tað sama sum at lúgva.

Fólkaskúlalærarar, námsfrøðingar og foreldur eru undir einum øgiligum trýsti og royna nú, eftir førimuni, at greiða fløkjuna. Børnini standa sum kánus. Og hvussu verður skilið í framtíðini, um hetta sleppur at halda fram?

Fólkið skal avgera hetta, sigur stjórnin. Tí er ein øgilig ábyrgd løgd á tykkum, kæru veljarar. Men tit megna væl at skilja ímillum, hvat er rætt og hvat er skeivt. Tí havi eg álit á veljarunum 1. september. Viðhvørt er neyðugt at skifta út – og tað er neyðugt 1. september.

Flytingarvindeygað letur skjótt aftur og vit mugu hava nýggjar leikarar á vøllin.

Tú situr við atkvøðuni. Vel stjórnarskifti, vel Tjóðveldi.

Jóannes Guttesen, listi E.

 

Jóannes Guttesen

Deil hesa grein umvegis
468 ad