Lýsing

Hvørjar Føroyar velur tú?

Um 6 dagar fellur avgerðin. Tá valhølini eru latin aftur 1. September 2015, hevur hvør einasta atkvøða gjørt av, hvørjar Føroyar, ið vit vakna til morgunin eftir.

Eru tað einar Føroyar, har vit vakna til nýggja vón? Eina vón um, at vit nú eru savnað um at beinanvegin at fara undir at byggja upp av nýggjum.

  • Har vit nú saman fara at fáa skil á, og hava álit á okkum sjálvum.
  • Har vit kunnu hava álit á, at okkara løgting og landsstýri umboða og arbeiða fyri alt fólkið í landinum og at allar avgerðir verða framdar væl og ordiliga.
  • Har vit staðfesta, at fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks og kann ikki privatiserast og seljast av landinum.
  • Har vit nú fara at rætta tann stóra ójavnan, ið er skaptur millum fólk og bólkar í landinum.
  • Har vit lyfta fólk úr fátækaváða, lækka skattin og betra livikorini hjá tí stóru fjøldini, ið ikki hevur fingð lut í        skattalættanum, men hevur goldið fyri hann.
  • Har vit gera langtíðarætlanir og fara at reka ein veruligan og visjóneran vinnupolitikk, útbúgvingar-og                 granskingarpolitikk, mentanarpolitikk, heilsupolitikk og orku- og umhvørvispolitikk.
  • At vit fáa skil á pensjónirnar og skattapolitikkin – og tryggja øllum eina pensjón, ið ber til at liva av.
  • At vit ganga fram ímóti einum sjálvbjargnum og frælsum Føroyum, har vit øll hava somu rættindi.

At hugsa sær, hvat tað kann skapa av møguleikum og virkishugi…

Ella vakna vit aftur til einar Føroyar, har tað stýrið, ið vit hava havt, heldur fram?

Tað er valið, ið vit øll eiga í okkara hondum nú.

Høgni Hoydal

Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad