Lýsing

Er ætlanin veruliga, at Hvalbiartunnilin aftur skal bíða ??

Sum skilst eru fólk farin at savna undirskriftir saman fyri at skunda undir ætlanina at gera tunlarnir Norður um Fjall. Grundgevingin er, at arbeiðið hevur gingið so væl við Viðareiðistunlinum, og útgerðin er í økinum, so skilabest er at gera tunlarnir Norður um Fjall beinanvegin. Og tað grundgevingina skilji eg sera væl. Lat ongan iva vera um, at eg meti tað vera av allarstørsta týdningin, at tunlarnir Norður um Fjall koma. Teir gomlu eru ótíðarhóskandi, og stórt spurnartekin kann setast við trygdina. Tað kunnu øll semjast um.

 

Tað, sum eg bara staðiliga vil gera vart við, er, at nú eiga hvalbingar tørn. Tað hevur verið lovað, at tá ið Viðareiðistunnilin varð liðugur, varð Hvalbiartunnilin næstur í røðini. Man má kunnað líta á, at tað, sum verður lovað og sagt, verður hildið. Annars er onki trúvirði í nøkrum. Eitt orð má vera eitt orð !

 

Teir gomlu tunlarnir í norðoyggjum og í suðuroynni eru ótíðarhóskandi og ótryggir allir. Tað vita øll, sum koyra har, og allir eru teir neyðugir at fáa gjørdir. Tað tænir ongum endamáli at seta økini hvørt móti øðrum, tí bæði øki hava sama tørv á nýggjum tunlum. Men lyfti eru givin um, at Hvalba nú eigur tørn, og tað má og skal haldast fast í tí. Somuleiðis má staðfestast, at norðoyggjar hava fingið sín stóra part av íløgujáttanini og kunnu tí ikki fáa alt, meðan hini onki fáa. Rímiligheit má vera í.

 

Tí vóni og vænti eg, at nú breið semja var um at gera tunnil til Viðareiðis, so verður breið semja eisini um, at Hvalbiartunnilin er næsta tunnilsverkætlanin, sum verður gjørd. Man kann ikki renna undan givnum lyftum og leggja allar íløgurnar í eitt øki. Eisini hetta snýr seg um samhaldsfesti.

Sirið Stenberg Tjóðveldi

 

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad