Lýsing

Við hamara og saksi

Læra og útbúgving hava lagt lunnar undir føroyska samfelagið síðstu mongu árini. Summi er sterkast bókliga, meðan tað hjá øðrum liggur betri fyri við tí handaliga. Og kanska er tað so at vit, sum samfelag, hava lagt ov nógva orku í at slúsa ov stóran part av okkara ungdómi  gjøgnum siðbundna miðnámsskúlan.

Undir øllum umstøðum hevur lærlingatalið verið minkandi seinnu árini.

Orsøkirnar eru helst fleiri. Ein av teimum kann vera, at vit í almenna kjakinum ikki veita handaligu útbúgvingunum ta virðing, sum tær hava uppiborið.

Ein onnur orsøk er, at lærlingalønin er ómetaliga lág.

Ein triðja er, at sveiggini í byggivinnuni gera vinnuvegin óstøðugan, og kunnu ræða ein ungling, ið velur sær lívsyrki.

Eg havi nú altíð havt trupulleikar við hesum uppbýtinum, millum handaligt og bókligt. Haldi, at tað handaliga í heilt stóran mun røkkur longur enn til hendurnar. Her er talan um eitt heilt annað slag av kropsligum intelligensi, um eg so má siga.

Summi hava bara betri kropslig fatanarevni enn onnur. Og tá best liggur fyri, er tað ein frøi at síggja úrslitini spyrjast burturúr.

Uttan mun til um tað er hamarin, saksurin, flakaknívurin ella skrúvublaðið, sum ganda, so er týdningurin eins stórur. Tey gera øll sítt til, at okkara samfelag veitir okkum borgarum tær tænastur, sum eitt nútímans samfelag eigur at gera.

Eg havi dittað mær at sett spurning við útbúgvingarpolitikkin, og okkara hugsan um læru sum heild. Kanska áttu vit at snara kumpassina nøkur stig, so útbúgvingarleiðin í størri mun legði seg eftir tørvinum í føroyska samfelagnum.

Vissuliga skulu vit framhaldandi menna teir sterku bókligu knokkarnar, men tað er nú einaferð soleiðis, at summi ”hugsa” best við hondunum, og tey eru ikki minni týdningarmikil fyri Føroyar.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður og valevni hjá Tjóðveldi.

Les meira frá Páll á Reynatúgvu her

Páll á Reynatúgvu

Deil hesa grein umvegis
468 ad