Lýsing

Tríggjar fótbóltshallir skulu byggjast í Føroyum

Ongantíð áður hevur tað gingið so væl í føroyskum fótbólti. Landsliðið vinnur flottar sigrar, og fleiri feløg hava staðið seg væl í altjóða kappingum. Men skulu vit lyfta okkum longur upp, er neyðugt at gera nakrar munagóðar íløgur í umstøðurnar hjá føroyskum fótbólti. Tí skulu vit byggja tríggjar fótbóltshallir: Eina í norðurøkinum, eina í miðøkinum og eina í suðurøkinum.

Íløgan er stór, men hon kemur ferfald aftur. Fyri góðum 10 árum síðani avgjørdu íslendingar at byggja fótbóltshallir. Teir eru nú fremstir í teirra EM-bólki, og teir vóru líka við at koma við til heimsmeistarakappingina í fótbólti. Fótbóltshallirnar hava gjørt tað møguligt hjá íslendingum at spæla fótbólt alt árið, og hetta sæst beinleiðis aftur í úrslitunum hjá teimum.

Løgtingið feldi fyrr í ár eitt uppskot hjá Páll á Reynatúgvu, um at byggja fótbóltshallir. Meirilutin í mentanarnevndini – Bjarni Djurholm, Edva Jacobsen, Jóna Mortensen, Jenis av Rana og Rigmor Dam –, vóru lítið framburðshugað og sparkaðu bóltin til FSF og kommunurnar. Men føroyskur fótbóltur hevur brúk fyri eins stórum visjónum, sum tær heiðursmaðurin Torleif Sigurðsson hevði.

Torleif Sigurðsson læt seg ikki tøla av breyðpolitikarum og snævurskygni. Hann arbeiddi miðvíst, føroyskum fótbólti at frama, og úrslitini av hansara megnaravrikum kenna vit øll í dag. Eg eri als ikki nakar Torleif Sigurðsson, men eg lovi at arbeiða alt tað eg eri mentur fyri, at tríggjar fótbóltshallir verða bygdar í Føroyum tey komandi árini. Ein høll í Havn, ein høll í Eysturoynni, møguliga á Kambsdali. Og ein høll í Suðuroynni, har fótbólturin altíð hevur verið høgt í metum.

X við E

X við Jóhann Lützen

Jóhan Lützen

Deil hesa grein umvegis
468 ad