Lýsing

Nú kanst tú gera nakað við tað

1. september kanst tú gera av, um Føroyar skulu hava eina nýggja politiska kós, ella um ruðuleikin í politisku skipanini skal halda fram. Tíðin er komin til at vit reisa okkum og standa saman um at skapa einar sjálvbjargnar, fjølbroyttar og rættvísar Føroyar fyri allar føroyingar. Vit skulu leggja eina nýggja kós, har Føroya fólk staðfestir valdið, virðini og vælferðina.

 

Vit kunnu nú øll velja, at vit vilja savnast um at byggja upp eitt trygt samfelagsligt grundarlag og saman fara undir at fremja teir ríku møguleikar, vit eiga fyri øll í landinum, heldur enn at standa sum áskoðarar til eitt samfelag, har vit lata onnur taka avgerðirnar fyri okkum, biðja onnur gjalda fyri okkum og sáa mistreysti í tjóðina.

 

Farnu árini hevur valdað politiskur ruðuleiki, ójavnin er vaksin, og virðir og møguleikar eru savnað á alsamt færri hondum. Spjaðingin hevur ongantíð verið størri í samfelagnum enn nú, og vit hava sett okkara mentanarligu, sosialu virðir og búskaparligu virðir í vanda.

 

Vit eru eitt so ríkt samfelag og hava so ómetaligar møguleikar, um vit vita, hvønn veg vit vilja fara og loysa málini saman. Øll tey ítøkiligu málini, ið hava ligið á láni, og sum hava týdning fyri gerandisdagin hjá okkum øllum kring landið, vilja vit beinanvegin fara undir at loysa eftir valið.

 

Tjóðveldi vil, at vit reisa okkum sum tjóð og savnast um eina felags kós fyri alt Føroya fólk.

Høgni Hoydal

 

Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad