Lýsing

Tjóðveldi vunnið nógvar sigrar í andstøðu

 

Hóast tað mangan kann kennast sum ein oyðimarkargongd at sita í andstøðu, hevur tað kortini eydnast Tjóðveldi at flyta stór mál rætta vegin og vit hava í veruleikanum fingið heilt fitt av okkara politikki ígjøgnum.

 

Farna valskeið hevur verið sermerkt av, at so at siga øll frálík uppskot frá andstøðuni hava verið kveistrað til viks við somu skøvutu plátu : “Gott uppskot, men vit taka ikki undir við tí, tí landsstýrið arbeiðir við málinum”.

 

Men hvat hendir eins ofta? Jú so leggur samgongan sama uppskot fram aftur – og tá verður tað samtykt. Og tað gleðast vit um, tí tað eigur ikki at snúgva seg um hvør fær æruna, men at vit gera tað rætta. Men nú tað stundir til val er kanska gott at minna fólk á nøkur viðurskifti.

 

Her eru nøkur dømir:

 

Nýggjur fiskivinnupolitikkur

Tjóðveldi hevur seinastu 10 árini havt ein greiðan fiskivinnupolitikk, sum staðfestir at fiskurin er ogn landsins og at tey sum sleppa at fiska hann, so ella so skulu gjalda fyri tann serrættin. Hesi aðalmál eru nú vorðin politikkurin hjá so at siga øllum flokkum uttan Fólkaflokkinum. Hendan hugburðsbroyting er ein av  teimum heilt stóru sigrunum. Enn vantar stóra takið at fremja politikkin í verki, men tíðin er búgvin og nú fara broytingarnar at koma.

 

At flyta KT skipanirnar hjá bankunum aftur til Føroya

Um nakar hevur Høgni Hoydal og Tjóðveldi gingið á odda seinastu 10 árini við at vísa á, hvussu týðandi tað er, at bankarnir keypa sínar kt tænastur her og ikki útveita hesa týðandi tænastu til útlandið. Nú taka allir flokkar undir við hesum og uppskot er samtykt, ið skal kanna kostnaðin av og møguleikarnar fyri at flyta kt tænasturnar heimaftur.

 

Fólkavøkstur:

Tjóðveldi fór í 2011 til val uppá at vit skulu hava fólkavøkstur. Tað var gjørt nógv gjøldur burtur úr hesum veruleikafjara valagni. Men, men – hetta mál hevur síðan verið ovast á politiska breddanum hjá øllum flokkum og Landsstýrið setti arbeiðsbólk at greina hvat kann gerast. Í 2013 kom álitið “Fólkaflyting og fólkavøkstur”  við 37 ítøkiligum tilmælum um hvussu viðurskiftini kunnu bøtast til tess at fáa fólk at støðast og flyta aftur til Føroya.

 

Undirsjóvartunnlar

Uttan at smæðast taka vit okkum heiðurin av, at undirsjóvartunnlarnir komu aftur á beint: Á føroyskar hendur – at byggja, eiga og reka. Tunnlarnir verða nú bygdir eftir tí leisti, sum Tjóðveldi frá byrjan legði fram við Bjørt Samuelsen sum vinnumálaráðharra í 2008.

 

Tvær ferðir lagt uppskot fram um filmsgrunn:

Uppskotið hjá Tjóðveldi um filmsgrunn vórðu feld, seinni kom landsstýrið sjálvt við pengum til ein filmsgrunn. Okkara uppskot um at orða politikk fyri filmsvinnu varð samtykt, men umorðað. Nú er arbeiðsbólkur settur at orða politikk fyri kreativar vinnur.

Fátækramark: Okkara uppskot var felt, men seinni kom landsstýrið sjálvt við uppskoti um at áseta fátækramark, ið nú er samtykt.

Grindalógin: Okkara uppskot um at áleggja landsstýrinum at gera lóg, ið gjørdi tað lættari at steðga áganginum hjá Sea Shephard varð samtykt og lógin er sett í gildi.

Bíligar, almennar og lestrar/lærlingabústaðir: Tjóðveldi stríddist harðliga í 2011 fyri at seta á stovn Húsalánsgrunnin (nú Bústaðir) aftur fyri at fáa ferð á almennan bústaðarmarknað. Tríggjar ferðir hesa seinastu tingsetuna hevur Tjóðveldi lagt uppskot fram um at byggja lestrar- og lærlingabústaðir. Landsstýrið tók mvg av bygging hjá Bústøðum, tað fer at hjálpa, men enn er ikki komið á mál, tí enn eru ongar næmingabústaðir bygdar.

Fróðskaparsetrið kann tilnevna heiðursdoktorar: Andstøðan fekk broyting inn í lógina um Setrið, soleiðis at tey kunnu tilnevna heiðursdoktorar. Hendan møguleika brúkti Setrið fyrstu ferð við 50 ára hátíðarhaldið várið 2015.

Føroyskt mál inn í teldur og samskiftismiðlar: Eitt av fáu uppskotum okkara, ið varð samtykt. Tó er ikki nógv hent frá Mentamálaráðsins síðu á hesum øki.

Longt barnsburðarfarloyvi: Eftir fleri uppskotum frá Tjóðveldi kom Landsstýrið loksins við longdari barsilsskipan og barsilsgrunninum.

 

Umframt kann nevnast: Á vári 2010 løgdu vit uppskot fram um eina spildurnýggja náttúruverndarlóg. Vit hava verið jarnbrot fyri at fáa sett barnaumboð, at hækka fólkapensjónina, fáa Fountain hús sett á stovn, at strandfarðaskipini skulu sigla allar dagar í árinum, og okkara uppskot um at orða eina visjón og menningarætlan fyri Sjúkrahúsverk Føroya varð samtykt og Karsten Hansen hevur sett hetta arbeiðið í gongd.

 

Ongin ger nakað einsamallur, als ikki í politikki, og tað ger Tjóðveldi sjálvsagt heldur ikki. Men uttan at taka nakað frá nøkrum, eru vit fegin og errin av øllum hesum mongu málum vit hava flutt rætta vegin í føroyska samfelagnum.
Hetta er tekin um, at vit hava verið málrættað og virkin í andstøðu og tí hava vit fingið nógv av skafti. Hugsið tykkum so hvussu nógv kann koma burturúr, tá Tjóðveldi kemur í samgongu! Um veljarin gevur flokkinum álit á valinum 1. september, skal ongin ivast í, at flokkurin við fullum huga fer at bretta upp um armar og fremja mongu óloystu málini, ið liggja og bíða.

 

 

19. august 2015

Gunvør Balle

 

Gunvør Balle

Gunvør Balle er løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad