Lýsing

Trygt landssjúkrahús

Landssjúkrahusið er álitið, tá neyðin er størst, og fakliga trygdin og dygdin, er ein hornasteinur í føroyska samfelagnum.

Flestu okkara hava verið í støðuni, og hava havt tørv á hjál. Tíverri onkuntíð við vanlukkuligum úrsliti, men tíbetur ofta, tá ið lagnan vil okkum væl.

Vit eiga ein væl útbúnan og dugnaligan skara í føroyska heilsuverkinum, og bæði á Suðuroyar sjúkrahúsi, og á Klaksvíkar sjúkrahúsi, gera tey eitt megnar arbeiði at røkta og menna sínar sjúklingar so væl sum gjørligt.

Tað er átrokandi neyðugt at gera ein heilsupolitikk, sum setur nøvn á viðgerðartilboðini, og staðsetur hvar í hvør viðgerðin frægast verður gjørd.

Sitandi samgonga hevur snøgt sagt eingi frambrot gjørt í so máta. Heldur tvørturímóti, sjúkrahús og starvsfólk  eru upp ímóti hvørjum øðrum.  At flyta heilsutænastur til smærru sjúkrahúsini í óðum verkum, er galimatias. Slík umskipan, kann ikki gerast bara tí at onkur hissini politikkari ætlar sær tað.

Júst sum tá landsstýrismaðurin í heilsumálum, Miðflokksmaðurin Karsten Hansen, ætlaði at niðurlaga dialysudeildina á Landssjúkrahúsinum. Her má vit og skil til, og atlitið at góðu viðgerðartilboðunum, eigur at vinna á lokalpolitikkinum.

Tíbetur vóru vit nøkur sum stríddust fyri at varðveita dialysudeildina, sum hon er, og fyribils er stríðið vunnið.

Sum útbúgvin fysioterapeutur veit eg, at Landssjúkrahúsið, við sínum sera dugnaliga starvshópi, er okkara hornasteinur í heilsuverkinum. Men eisini hjá teimum kann gerast ovboðið. Eisini tey kunnu stinga í sekkin, um vit, sum politisk skipan, ikki mena at skipa heilsuverkið nóg væl.

Viðhvørt er okkara politiski leiklutur at lurta. Lurta vit eftir fakfólkunum, ivist eg ikki í at vit fáa eitt fakliga sterkt og trygt heilsuverk. Summir leikarar hava størri týdning enn aðrir, og tann leiklutin eigur Landssjúkrahúsið í føroyska heilsuverkinum.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður og valevni hjá Tjóðveldi.

Páll á Reynatúgvu

Deil hesa grein umvegis
468 ad