Lýsing

Ættleiðing á breddan

At gerast mamma ella pápi er størsta uppliving eitt menniskja upplivir á lívsleið síni. Ymiskt kann vera hvussu mann gerst foreldur, men gleðin og kærleikin er tann sami. Tað kann tó krevja nakað eyka at uppala eitt barn sum hevur eina so øðrvísi og viðhvørt harða byrjan uppá lívið – hetta kann geva avbjóðingar bæði heima og seinni á dagstovnum, skúlum, v.m. Í Føroyum eru mong ættleiðingarforeldur, ið kenna til hesar avbjóðingar.

eliasjohannÍ hesum sambandi hevur Ættleiðingarfelagið víst á tørvin, at vit í Føroyum hava eina PAS-ráðgeving til familjurnar. PAS stendur fyri Post Adoption Service og er ein ráðgeving eftir at foreldur hava ættleitt. Starvsfólk á kommunalum og almennnum stovnum, sum koma í samband við ættleidd børn, hava eisini tørv á PAS-ráðgeving, tí ymsu skiftini – frá heim til dagstovn, dagstovn til skúla – eru oftast avbjóðandi fyri børnini. Harvið verða starvsfólk betur ílætin at verða um børnini. Vit eiga at bera so í bandi at fáa ein føroyskan PAS-ráðgeva.

Seinnu árini er kostnaðurin fyri at ættleiða støðugt øktur. Í dag kostar ein ættleiðing á leið 250.000 -300.000 kr og stendst kostnaðurin av umsiting í samband við ættleiðingartilgongdina. Vit hava í dag ókeyps IVF-viðgerðir, og ættleiðing skal lyftast á sama stig at verða ókeypis.

Vit eiga eisini at rinda barnapengar til børn, ættleidd av støkum, so hesi verða javnsett við øll onnur børn í Føroyum.

Verði eg valdur á ting, fari eg at arbeiða fyri ættleiðingarmálum.

X við E – X við Jóhann Lützen

 

Jóhan Lützen

Deil hesa grein umvegis
468 ad