Lýsing

Sjálvboðið arbeiði hevur stóran týðning fyri okkum øll

Heilsan til Bót til Bata, nú norðurlendsku bróstkrabbafeløgini eru á vitjan

 

Stóra takk til tykkum allar í Bót til Bata fyri tykkara sera týðningarmikla, sjálvboðna arbeiði.

 

Tað, at fáa staðfest krabbamein, er ein ógvuslig hending, sum kann skaka sjálvsuppfatanina hjá einhvørjari kvinnu. Tá krabbin so verður staðfestur í bróstunum kann sjálvsmyndin sum kvinna verða ávirkað. Har kunnu vera sera nógvir tankar og sera nógvar kenslur.

 

Sum samfelag hava vit ofta úr at gera við at seta fólk í bás, so tað, at fáa krabbamein í bróstunum kann viðføra stórar avbjóðingar.  Tí, eri eg enn ein nóg góð kvinna, um míni bróst eru burtur?

Sum lækni kann eg bara fortelja kvinnum hvat viðgerðin gongur út uppá, og hvørji hjáárin kunnu vera.

Sjálvandi kann  eg eisini fortelja kvinnum at okkara sjálvsfatan og sjálvsvirði ikki situr í bróstunum, men millum oyruni.

Men tað at tosa við eina aðra kvinnu, ið hevur verið í júst somu støðu kann vera akkurát tað, ið skal til.

 

Vit kunnu tosa um bróstkrabba, leita á netinum og lesa um tað.

 

Men at møta kvinnum, ið hava upplivað tað á egnum kroppi er nakað serligt.

 

Tí er tað, at tykkara sjálvboðna arbeiðið er so týðningarmikið. Hvør einstøk tykkara er, við at seta navn og andlit á bróstkrabba, við til at gera hesa sjúku minni ræðandi. Tit kunnu gera tað, at fáa staðfest bróstkrabba og fáa viðgerð, til eina minni einsamalla ferð fyri tær kvinnur, ið tit koma í samband við.

 

Men tað at verða virkin í sjálvboðnum arbeiði, í tykkara føri í Bót til Bata, kann eisini vera til gagns fyri tykkum sjálvar.  Vit vita frá kanningum aðra staðni, at fólk, ið luttaka í sjálvboðnum arbeiði, sum heild hava hægri lívsgóðsku enn onnur. Vit kenna helst allar til hugtakið hjá Løgstrup um, hvussu vit allar halda lagnuni hjá einum medmenniskja í okkara hondum. Tað at duga – at tora – at brúka hetta aktivt í møtinum við okkara medmenniskju kann vera sera gevandi. Ja, tað at kunna vera við at hjálpa eini aðrari kvinnu, so hennara ferð frá krabbasjúk til vónandi krabbalekt gerst  lættari enn tín, tað gevur meining.

 

Innan krabbaviðgerð henda nógvar betringar í viðgerðarmøguleikum. Sjúkrahúsini, bæði her og í londunum vit samstarva við, royna av øllum alvi at veita eitt so gott tilboð, sum til ber. Høvuðsdenturin er lagdur á læknaligu viðgerðina, effektivari skurðviðgerðir, effektivari kemoviðgerðir, effektivari stráluviðgerðir. Dentur verður eisini lagdur á at viðgera hjáárinini, so sjúklingarnir eru so stutt sum gjørligt á sjúkrahúsi.

 

Alt sera gleðiligt og gagnligt.

Men eitt tílíkt effektivt upplegg leivur lítla tíð til kenslur og stúran. Hvussu fer hetta at ganga? Hvussu verður við mær aftaná?

Tó at heilsuverkið roynir, eru øki, ið ikki vera loyst har.

Her er tað Krabbameinsfelagið kemur inn. Krabbameinsfelagið er eitt felag, sum ikki er á fíggjarlógini, men fíggjar virksemið við limagjaldi og gávum. Men sum eg síggi tað, røkir felagið eina sera týðningarmikla uppgávu, nevniliga at stuðla á økjum har sjúkrahúsverkið onki tilboð hevur.

Krabbameinsfelagið samskipar tær sjálvboðnu kreftirnar, men tit sjálvboðnu eru lívsnervin í arbeiðnum hjá felagnum.

Eg vil enda við orðunum hjá Martini Joensen:

 

 

Viljin er sterkasta svørið

 

Bítur á harðasta stál

 

Vónin er sterkasti brandur

 

Lýsur tær veg fram á mál

 

Katrin Kallsberg

Tjóðveldi

 

Katrin Kallsberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad