Lýsing

Soleiðis kenna vit teg Føroyar

pall-soltuvikLítið yvir Føroyaland,
gloymið ikki minsta blettin!
Korki skrýðir hamarsklettin,
aldan fevnir møl og sand.
Lítið land við høgum tindum,
brýnt av brotum, bart av vindum,
kínt av fleyri, kyst av sól,
okkum hetta landið ól.

Sjáldan er kenslan av felagsskapi sterkari enn úti í føgru føroysku náttúruni. Ongantíð kenna vit okkum eyðmjúkari enn undir hválvinum. Aldrin hava vit havt størri tørv á at standa saman sum tjóð og fólk, enn nú.

Vit kunnu av røttum grenja um veður og vind í Føroyum, og herligt er tað at fáa nakrar dagar sum brenna roðan í barnakjálkarnar. Løtur har vit kenna summarlotið kína bæði húð og hári. Løtur har vit løða sálina til longu og strongu vetrarmánaðirnar.

Sum samfelag og sum fólk eiga vit allar møguleikar. Vit eiga tilfeingi sum kann metta hvørja sál, við tí sum havið, hagin og bøurin geva. Og tað er ikki hissini sum býðir okkum um vit leggja í.

Vit eiga sterku føroysku mentanina, har blíðskapur og hjálpsemi ikki smæðist burtur. Dugnaliga og djarva ungdómin. Vituga og væl lærda skaran í miðjum aldri, og gløgga og ábyrgdarfulla eldra ættarliðið, sum hevur slóðað fyri okkum.

Vit eiga friðin, trygdina og vakurleikan. Vit eiga snøgt sagt allar fortreytir fyri einum samfelag, sum strembar frameftir, og samstundis tryggjar øllum eitt bæriligt lív.

Kortini eru brotasjógvar í havsbrúnni. Kortini eru byltingar innanlands, sum hótta okkara lívsgrundarlag sum fólk, og byltingar uttanífrá sum søkja at okkara livihátti.

Eisini hjá okkum í Sandoynni kennast avbjóðingarnar møtumiklar. Kappingin um unga ættarliðið, er stór, bæði her og úti í heimi. Men kanska er tað tí at vit onkursvegna eru farin á eina breyt at kappast sum ikki er okkara. Ein breyt sum er skorin eftir øðrum leisti enn føroyska samfelagið. Vit eru ikki eitt kvantumsamfelag, har alt skal vera størst og sterkast. Okkara kappingarumhvørvi byggir á aðrar dygdir. Og tað er tær vit skulu fáa at grógva, og vaksa fram í ljósið. Vit eiga at lata grógva tað sum føroyskt er.

Less is more, er eitt hugtak sum byggir á fatanina um at síggja dygdina í tí lítla. Í núinum. Í nærveruni. Í lívinum millum menniskju. Júst sum tá nakrir av okkum vinmonnum gjørdu grasballir í gjár. Ella tá ommur avheinta børn í barnagarðinum. Ella tá konur binda uppá steinar.

Vit hava ein stóran framíhjárætt í lívinum, hóast samfelagið og landið ikki er at teimum størstu. Vit hava rávøruna, havið, føroyska hjallin, sum tryggjar okkum vælferðina um vit megna at umsita tað burðardygt. Inntøkugrundarlagið undir einum nútímans vælferðarsamfelag, og so eiga vit lívið í Føroyum. Trygt, gott og fjálgt, saman við teimum sum vit hava kær. Tað eru tíverri ómetaliga nógvir av heimsins borgarum sum ikki eiga tað.

Men vit mugu verja borgina vit eiga. Vit skulu gera ein varnan úlendingapolitikk, sum vit sjálvi umsita, og geva teimum nýggju føroyingunum virðiligar umstøður at gagna og fáa lut í føroyska samfelagnum.

Størsta hóttanin í løtuni er at tilfeingið okkara, alingin og fiskivinnan, eru um savnast á nøkrum fáum útlendskum hondum. Tað skal ikki henda og vit fara at gera alt vit eru ment at taka aftur henda aldargamla rætt føroyinga til tilfeingið.

Dóttir okkara, Ása, hevði vitjan í summar av eini vinkonu úr Florida, USA. Hon minti okkum á hvussu væl skipað okkara samfelag í veruleikanum er: nevndi bygdaleiðir, sjúkrahúsverkið, og lestrarmøguleikarnar. Eitt var at tað einki kostaði at lesa á Setrinum, men at vit eisini fingu stuðul fyri at ganga í skúla helt hon vera fantastiskt. Ofta eru tað onnur sum skulu geva okkum okkara egna reality-check, og eg irriterist ikki um at gjalda skatt, tí eg veit at vita fáa ovurhonds afturfyri.

Sandoy grøn og heldur lág,
gras á nærum hvørjum bletti,
Trøllhøvd sær til prýðis setti,
Skúvoy liggur henni hjá –
– Dímunarnar – brattar, smáar,
líta suðureftir báðar –
Suðuroyggin nes við nes –
síðst av øllum Munkafles.

Eitt samhaldsfast samferðslukervi, har øll gjalda fyri at binda, og at halda landinum saman, er ein avgerandi fortreyt fyri einum oyggjasamfelag sum okkara.

Sandoyartunnilin, ávegis leiðin til Suðuroyar, er á gáttini. Hann byrjar í seinasta lagi í 2018, sambært lógini, men….eg eri fullgreiður yvir at hettar valskeiðið verður veruliga royndin hjá politisku skipanini. Hóast eg trúgvi uppá ætlanina, so veit eg av royndum at neyðugt er at verja borg, og at Sandoyggin stendur saman í royndini at tryggja politisku umboðanina, fyri at útinna verkið.

Løtur sum hesar eru dýrabærar. Vit bera tær við okkum alt lívið, og tær gróðurseta vón og vilja. Eri bæði stoltur og glaður um at eiga hettar landið saman við tykkum. Tað skulu vit menna og verja. Ongin eigur tann leikin enn vit, og tað ábyrgdina skulu vit taka á okkara kappa, við góðum treysti.

Hans Andrias endar yrkingina soleiðis:

Lítið yvir Føroyaland.
Gloymið tað á ongum sinni,
goymið tað í hjarta inni
fjalli frá til fjørusand.
Knúkur hvør og hvør ein túgva
læri hugin hátt at flúgva.
Um vit eru fá og smá,
kunna mið tó gerast há.

Páll á Reynatúgvu

Deil hesa grein umvegis
468 ad