Lýsing

Sjálvbodna arbeiðið í ítrótti er undirmett

Ítróttin er samstarvselvandi og fremjandi fyri fólkaheilsuna. Tjóðveldi stuðlar tí stóra sjálvbodna arbeiðinum, sum er innan ítrótt. Ólønta arbeiðið kring landið hevur ómetaligan týdning fyri trivnaðin, borgaran, ungdómin, nærumhvørvið og alt samfelagið. Feløg og einstaklingar eiga sín stóra leiklut í hesum arbeiði. Vit práta um nógvar tímar hvønn dag – sjey dagar um vikuna.

 

Úr hesum stinga úrmælingar seg upp við serligum evnum innan sína ítrótt. Vit eiga eisini at fjálga um hesi og sláa karm um úrvalsítróttina. Hetta er galdandi fyri bæði einstaklingaítrótt og liðítrótt.

 

Kanningar í 2008 mettu, at samfelagsvirðið í krónum og oyrum er omanfyri 46 milliónir krónur um árið. Játtanin til ÍSF er umleið 7 milliónir um árið.

 

ÍSF vísur á, at játtanin er ikki nøktandi. Løgtingið eigur at taka áheitanina til eftirtektar og játta ítróttini eina hóskandi upphædd, sum er í javnvág við dagsins veruleika.

 

Somuleiðis hevur ÍSF latið Mentamálaráðnum eina tørvsmeting, sum vísir tørvin á íløgum komandi árini.

 

Føroya Løgting eigur, við virðing fyri sjálvbodna arbeiðinum innan føroyska ítróttin, at viðgerða málið.

 

Tú situr við atkvøðuni og kann, sum tann fyrsti ella fyrsta, kasta fyrsta bóltin fyrsta september.

 

Far á val og vel dyggan stuðul til sjálvbodna arbeiðið innan føroyskan ítrótt.

 

Blíðar heilsur

Jóannes Guttesen, listi E.

 

 

Jóannes Guttesen

Deil hesa grein umvegis
468 ad