Lýsing

Ovastevna og Oyggjaleikir

Í dýrdarveðri skipa nólsoyingar enn eina ferð fyri Ovastevnu. Til heiðurs fyri Ova Joensen, sum einsamallur róði til Danmarkar og trein á land við Langelinie tann 11. August eftir 41 dagar á sjónum. Hansara vón var, at børn í Nólsoy fingu svimjihyl og soleiðis sluppu at læra seg at svimja. Soleiðis byrjaði Ovastevnan við, at savna pening inn til svimjihyl í Nólsoy.

Nólsoyingar megna væl at skipa fyri Ovastevnuni. Tungar byrðar liggja ár eftir ár á somu herðum, men hóast fáment, so muta tey ikki stórvegis ímóti. Tey vilja skipa fyri Ovastevnuni. Og tey megna tað.

Men Føroyar megna ikki at skipa fyri Oyggjaleikum. Vit hava søkt og fingið lyfti um Oyggjaleikirnar í 2019. Men vit hava snópisliga leggja kongin, tí viðurskiftini viðvíkjandi ognarviðurskiftum á jarðarlendi til nýggjan golfvøll eru ógreið. Núverandi leiðsla í landinum hevur ikki, hóast gylt lyfti, megnað at greitt fløkjuna.

Golfvøllurin er ikki einasti tørvur um Oyggjaleikir skulu fyriskipast. Ivasamt er um umstøðurnar til skjótiítrótt eru nøktandi, bogaskjótingin hevur ikki nøktandi umstøður, umstøðurnar hjá frælsum ítrótti hava tørv á ábótum. Tennis, borðtennis og svimjingin mugu eisini hava betri karmar. Umframt onnur.

Øll skríggja sjálvandi eftir betri umstøðum og nakrar av uppgávunum eru kommunalar. Hetta eru ítróttargreinar, ið hava hálað eina rúgvu av heiðursmerkjum heim til Føroyar og sett Føroyar á heimskortið.

Fimleikasambandið, hondbóltssambandið, svimjisambandið og onnur sersambond hava víst at tað ber væl til at skipa fyri stórum kappingum í Føroyum. Sjálvandi eiga Føroyar at megna at skipa fyri Oyggjaleikum.

Tá nólsoyingar megna at skipa fyri Ovastevnuni hvørt ár, so eiga Føroyar at megna at skipa fyri Oyggjaleikunum eina ferð fyri hvørji 30 ár.

Hetta ber væl til at loysa.

Fyrsta september eigur tú at fara á val og leggja tína atkvøðu í atkvøðukassan. Vel føroysku loysnina – vel Tjóðveldi og góða Ovastevnu!

 

Blíðar heilsur

Jóannes Guttesen, listi E

Jóannes Guttesen

Deil hesa grein umvegis
468 ad