Lýsing

Barnsburðarfarloyvi og pápakvotur

Pápafarloyvi kann økja um trivnaðin hjá allari familjuni

 

Tað er greitt staðfest í kanningum, at barnið hevur gott av at hava tætt samband við bæði foreldrini. Nógv bendir á, at tað, at pápin luttekur aktivt sum primerur umsorganarpersónur’ hevur jaligt árin á trivnaðin hjá bæði barni og familju.

Eisini fyri javnstøðuna kann hetta hava  týdning. Bæði nú og í longdini.

Í familjuni kann pápin, eins væl og mamman, verða heima hjá barninum í sambandi við ’fyrsta sjúkradag’. Kanningar vísa, at húsarbeiðið í familjum, har pápin hevur havt barnsburðarfarloyvi, er javnari býtt millum bæði foreldrini, enn í familjum, har bara annað foreldrið hevur havt barnsburðarfarloyvi. Hetta hevur víst seg at hava jaliga ávirkan á trivnaðin hjá allari familjuni.

Tað, at ein partur av barnsburðarfarloyvistíðini er markaður til pápan, ger, at ikki bara kvinnur millum 16 og 45 ár kunnu fara í barnsburðarfarloyvi, men eisini menn millum 16 og 75 ár. Hetta kann hava eina jaliga ávirkan á møguleikarnar hjá kvinnum á arbeiðsmarknaðinum.

Tað er ein sannroynd, at flestu føroysku familjur eru innrættaðar so, at pápin forvinnur meira enn mamman. Fyri at svara húsaláni og øðrum útreiðslum er neyðugt at hava støðuga inntøku. Um pápin fer frá 35.000 kr./mánaðin til 25.000 kr./mánaðin í barsilstíðini, merkist hetta væl í flestu familjum. Um mamman fer frá 19.000kr/mánaðin til 19.000 kr./mánaðin í barsilstíðini ger hetta ongan mun í samlaðu fíggjarstøðuni hjá familjuni.

Eisini er kvinnuni tryggjað ein ávísan part av barnsburðarfarloyvistíðini í lógini, sum er 14 tær fyrstu vikurnar.

Sjónarmiðið, at familjurnar sjálvar eiga at avgera, hvussu tær nýta farloyvistíðina, er í lagi. Men veruleikin er, at manglandi pápakvotur gera, at valið ikki er so einfalt. Sum áður nevnt vísa kanningar úr okkara grannalondum, at páparnir taka ta tíðina, sum er markað til teirra. Orsøkirnar eru fleiri, m.a. standa pápar sterkari mótvegis arbeiðsgevaranum, um teir hava ein lógarfestan rætt til pápafarloyvi, enn um teir í hvørjum einstøkum føri sjálvir skulu  tingast við arbeiðsgevaran um hetta.

So tá forsprákarar fyri, at vit ikki eiga at hava pápakvotur, grundgeva við frælsinum hjá einstøku familjunum at velja, er hetta jú ikki í samsvari við veruleikan. Um vit hava pápakvotur, geva vit einstøku familjunum frælsið at velja, um pápin tekur hetta lógartryggjaða pápafarloyvið ella ikki. Barnsburðarlógin fer ikki at noyða nakra familju at gera nýtslu av pápafarloyvinum, men ynskir familjan hetta, so er møguleikin lógartryggjaður!

At hetta er so, sæst lættliga við at hyggja at londunum kring okkum.

Eitt sjónarmið, sum hevur verið ført fram í Danmark, har pápakvotan er sera lítil, er, at barsburðarfarloyvi ’revsar’ kvinnur kollektivt við at minka um teirra møguleikar á arbeiðsmarknaðinum, meðan páparnir verða ’revsaðir’ individuelt, tí teir pápar, ið velja longri pápafarloyvi enn tað, sum er markað til teirra, verða av arbeiðsgevaranum fataðir sum minni ambitiøsir og ikki verdir at satsa uppá.

 

Í Føroyum hevur kjakið um barnsburðarfarloyvi og pápakvotur í stóran mun snúð seg um rættin hjá mammuni at vera heima hjá barninum og rættin hjá familjunum sjálvar at velja. Sera lítið fokus hevur verið á rættin hjá barninum til tætt samband við bæði mammuna og pápan.

Heldur enn at bæði kvinnur og menn standa saman um at ynskja/krevja betri sømdir á barnsburðarfarloyvisøkinum, hevur orkan verið løgd í kjakið um, hvat foreldur hevur rætt til hvørjar vikur.

Sera ókonstruktivt.

Í Íslandi hevur kjakið í nógv størri mun snúð seg um rættin hjá barninum til tætt samband við bæði foreldur, men har er barnsburðarfarloyvistíðin væl longri enn her. Eisini hava tey ein stóran part markaðan til pápan.

Barnsburðarfarloyvið í Føroyum er sera stutt, og tá kjakið kemur inn á pápakvotur óttast mammurnar kanska fyri, at henda kvota verður tikin av teirra farloyvi, sum longu frammanundan er ov stutt..

Flestu politikarar tosa um vantandi fólkavøkstur sum ein trupulleika, og ofta er burðartalið nýtt sum barometur fyri framtíðarútlitini í samfelagnum.

Um kvinnur og menn stóðu saman um at betra barnsburðarfarloyvið í Føroyum, er sannlíkt, at okkurt skilabetri enn núverandi farloyvi kom burturúr.

 

Katrin Kallsberg

Løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi

www.facebook.com/katrintjodveldi

 

Katrin Kallsberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad