Lýsing

Sea Shepherd skal bannast nú

Nú er nóg mikið. Aftaná at hava sæð Sea Shepherd gera Sandavág til ein vígvøll, har bæði bátar og grindamenn vóru í stórum vanda, er mítt tol uppi. Sea Shepherd skal bannast við lóg, og tað skal eisini vera ólógligt at veita teimum nakrar tænastur yvirhøvur.
Landsstýrið hevur havt eitt heilt ár til at gera nakað munagott. Men hendingarnar í Sandavági hava víst okkum øllum, at landsstýrið yvir høvur ikki hevur verið sína uppgávu vaksið. Í staðin fyri at banna hesum felagsskapi av øko-terroristum alla atgongd til Føroya, hevur landsstýrið lagt seg skerflatt fyri harraboðum úr Danmark um, at tað ikki var møguligt hjá okkum føroyingum at banna Sea Shepherd.
Hesi boðini komu úr tí sama landi, sum steðgaði skúlunum hjá Tvind-felagsskapinum við lóg!
Úr tí sama landi, sum gjørdi eina rockaralóg, sum bannar fólki at vera í nøkrum ávísum húsum!
Og hetta kom úr tí sama landi, sum bannaði føroyskum fiskiskipum at koma í sínar havnir!
Tað mest láturliga í øllum hesum stríðnum er tó at eygleiða Jacob Vestergaard. Hann gongur runt og reypar sær av eini grindalóg, sum Tjóðveldi trýsti hann til at gera. Eina lóg, sum er so illa úr hondum greidd, at tað longu hevur verið neyðugt at broyta hana tvær ferðir.
Í staðin fyri at banna Sea Shepherd í Føroyum hevur Jacob Vestergaard álagt teimum eina skyldu at boða frá grind, um teir síggja nakra. Eitt sjálvmál, sum Sea Shepherd ikki hava verið seinir til at rópa út um allan heimin. Og í staðin fyri at viðurkenna enn eitt mistak, spælir Jacob Vestergaard barnsliga tvørur.
Jacob Vestergaard hevur í veruleikanum lagt seg skerflatan fyri sínum danska arbeiðsgevara, við ikki at banna Sea Shepherd. So tað er beinleiðis pínligt av honum, at gera seg til verja av okkara sjálvsagda rætti til at drepa grind. Jacob Vestergaard eigur ábyrgdina av, at Sandavágur gjørdist ein vígvøllur. Og hann burdi skamma seg.
Eg vil arbeiða sera hart fyri at felagsskapurin Sea Shepherd verður bannaður í Føroyum. Og tað skal eisini verða ólógligt at veita hesum fólkaslagi nakrar tænastur yvirhøvur. Hava danskarar nakað ímóti hesum – jamen so er tað teirra trupulleiki.
Nú er nokk, nokk!
X við E
X við Jóhann Lützen

Jóhan Lützen

Deil hesa grein umvegis
468 ad