Lýsing

Uppstilling í Suðurstreymi 4. august á Hotel Hafnia

Góðu limir í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag.

Í sambandi við Løgtingsvalið, sum er útskrivað og verður hildið 1. september 2015, verður kallað inn til 2. og møguliga 3. uppstillingarfund týskvøldið 4. august kl. 19.00 á Hotel Hafnia.

Limir, ið hava goldið limagjald fyri 2015, hava atkvøðurætt.

…Limagjaldið er kr. 250, tó kr. 100 fyri pensjonistar

Til ber at flyta limagjaldið á konto nr. 9181-174.525.7 í Eik Banka,
ella á konto nr. 6460-495.078.1 í Bank Nordik

Til ber eisini at rinda limagjaldið í reiðum peningi á fundinum.

Møtið fjølment!

Nevndin

Deil hesa grein umvegis
468 ad