Lýsing

Takk!

Í dag eru vit málleys. Við 24.5 prosentum gjørdist Tjóðveldi størsti flokkur á fólkatingsvalinum. Fyri fáum vikum síðan stóðu vit til 17,2 prosent, men í dag stóðu føroyingar saman um tjóðskaparrørsluna, og sendu Tjóðveldi trygt og sterkt inn á fólkating.

Vit vilja nýta høvið at takka øllum teimum kvinnum og monnum, sum hava atkvøtt fyri okkara sterku valevnum kring landið. Øllum teimum, sum hava stuðlað flokkinum við at givið okkum tað álit at atkvøða fyri okkum. Øllu…m teimum, sum hava stuðlað valstríðnum hjá flokkinum, og ikki minst teimum 12, sum hava borið hetta á mál, skulu hava stóra takk.

Vit fara at nýta sessin til júst tað, sum vit hava boðað frá. Vit fara komandi fýra árini at tryggja, at eingin avgerð verður tikin yvir høvdið á føroyingum. Vit fara at stríðast fyri at flyta avgerðarrættin í øllum lutum til Føroya, og vit fara hvønn dag at berjast fyri rættindunum hjá føroyskum borgarum og hjá føroyska vinnulívinum at virka frítt og frælst í øllum heiminum.

Takk! Vit gleða okkum til løgtingsvalið um skamma stund!

Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad