Lýsing

Hví tvíheldur Danmark um at vera hjálandaveldi?

Meiningarkanningarnar vísa áhaldandi, at tað er sera tætt millum vinstra og høgra veingin í donskum politikki. So tætt, at eyguni hjá donskum miðlum og politikkarum vendast norðureftir móti teimum fýra umboðunum úr norðuratlantshavinum, sum aftur kunnu gerast tungan á vágskálini. Nógv kjak hevur verið um tað absurda í hesi støðu og eisini Jyllands Posten hevur í nøkrum greinum varpað ljós á andsøgnina. Tey spyrja: “Hvorfor har grønlandske og færøske medlemmer af Folketinget indflydelse i
Danmark, når det omvendte ikke gælder?”

Hesin spurningur vísir greitt, at sjálvt ikki danskir blaðmenn vita, hvussu
stóra ávirkan danskur politikkur hevur á føroysk viðurskifti. Tey vita so
ikki, at allur uttanríkispolitikkur, verjumál, útlendingamál, løgregla og
persónsmál verða avgreidd av 179 fólkatingslimum, harav bert fýra eru
norðuratlantisk.

Hetta eru tey ítøkiligu málini, har danskur politikkur beinleiðis tekur
avgerðir vegna Føroyar. So eru øll tey mongu dømini gjøgnum søguna um meir
snilda danska uppíblanding, serliga hvørja ferð føroyskur politikkur hevur
tikið nøkur tøk á sjálvstýrisleið. Mest brúkta og tíverri mest effektiva
vápnið hevur verið, at lova og lata fleiri pengar til hetta og hitt fyri at
halda fast í yvirvaldinum og halda føroyingar verandi undir skjúrtuvelinum.

Un danir eru ónøgdir við at føroysku fólkatingsumboðini enn einaferð kunnu
koma at avgera komandi donsku stjórnina, krevst, at danir rannsaka seg
sjálvar. Hví skal Danmark halda fram sum heimsins skjótt seinasta
hjálandaveldi? Allarflestu kolonilond hava síðani 2. Heimsbardaga annaðhvørt
tikið seg heilt úr sínum hjálondum ella í stóran mun nútímansgjørt
viðurskiftini við meir jøvnum samstørvum. Danmark hinvegin, tvíheldir um eina
avoldaða skipan við síni “sjálvstýrandi økir”, – ein skipan, ið er serstakliga
ódemokratisk fyri øll trý lond og harvið manglar trúvirði og burðardygd

Gunvør Balle
valevni Tjóðveldis til Fólkatingið

Gunvør Balle

Deil hesa grein umvegis
468 ad