Lýsing

Tjóðveldi hevur møguleikan

Um nakar sjálvbjargnisneisti er til staðar, sit ikki heima, men far á val 18.juni og set X við E!

Annlis Bjarkhamar setir væl orð á júst tað, sum sera nógv tjóðskaparsinnað hugsa: “Mær dámar so forbankað illa at velja til fólkating…, men í ár fari eg aftur á val av tí einføldu orsøk, at tað tænir ikki okkara sjálvstýrisstríði at lata sessin til tveir sambandsmenn. ”

Fortel barninum nóg ofta, at tað einki megnar, so trýr tað tí til síðst og tað missir so líðandi sjálvsálit o…g sjálvsvirðing. Júst tað sama hendir við einari tjóð.

Sjálvstýrisrørslan – hóast hon er spjødd millum fleiri flokkar – hevur altíð staðið saman um at vísa á alt vit megna, um bara vit vilja. Men hon hevur verið og er undir stórum trýsti frá hinum kreftunum, ið siga at vit einki megna. Onki orka. Og sum messa um at samband og stuðul frá øðrum er okkara einasta bjarging.

Fari at heita inniliga á øll, ið ynskja einar sjálvbjargnar Føroyar um at fara á val – ikki sita heima, hóast eg væl skilji at tit hava bestan hug til tað. Vit mugu vísa dønum og útheiminum, at eitt stórt tal av føroyingum ynskir størri sjálvstýri og kenna seg ikki umboðað av verandi sambands- og ES hugaðu fólkatingsumboðum, ið útstilla føroyingar sum sníkar.

Av sjálvstýrisflokkunum er tað bert Tjóðveldi, ið hevur rellean møguleika at vinna sessin, tí eiga øll ið ynska Føroyar longur fram á sjálvstýrisleið, at seta X við E.

Gunvør Balle

Deil hesa grein umvegis
468 ad