Lýsing

Rættindi hjá føroyingum í fremstu røð

Vit í Tjoðveldi fara á Fólkatingi at stríðast fyri rættindum hjá føroyingum, eins og vit í øllum lutum gera á løgtingi.

Yvirskipað snýr hetta seg um at virka fyri rættindinum hjá føroyingum, herundir rættin til at gera egna grundlóg uttan uppíblanding. Hetta týdningarmikla mál fara vit sjálvsagt at brúka orku uppá.

Ítøkiliga fara vit harafturat at arbeiða fyri at tryggja javnbjóðis rættindi fyri føroyingar á økjum, har tað er átroðkandi neyðugt.

Dømi um øki, har føroyingar ikki eru javnstillaðir við aðrar borgarar í sokallaða ríkisfelagsskapinum, men blíva verri stillaðir, er millum annað, tá ið tað snýr seg um fólk við børnum, sum ynskja at flyta úr Danmark til Føroyar. Talan er um mál, sum røra lív, lagnu og tilverugrundarlag hjá fólki.

Stavnsbundnir føroyingar

Viðvíkjandi møguleikanum hjá tí foreldrinum, sum hevur barn búgvandi (bústaðarforeldri)  at flyta við barni úr Danmark til Føroyar, bleiv danska lógin broytt fyri nøkrum árum síðani. Kanska hava føroyingar ikki tá verið vitandi um, hvør avleiðingin fór at vera fyri føroysk foreldur vid børnum í Danmark, sum ynskja at flyta til Føroyar. Men tað veit man í dag, nú lógin hevur verið í gildi í nøkur ár.

Lógin sigur, at tað foreldrið, sum hevur barnið búgvandi hjá sær í Danmark, kann flyta í Danmark við barninum. Kravið er, at hitt foreldrið verður varðskógvað minst 6 vikur frammanundan. Lógin sigur eisini, at tá bústaðarforeldrið flytur til útlandið vid barninum, krevst samtykki frá hinum foreldrinum, sum hevur lut í foreldramyndugleikanum. Útgangsstøðið í Danmark er felags foreldramyndugleiki.

Fram til hesa lógarbroytingina var flyting til Føroya roknað sum flyting innanríkis. Við lógarbroytingini valdi danska fólkatingið at síðustilla Føroyar við  onnur útlond.

Við lógarbroytingini bleiv staðfest, at um foreldur við felags foreldramyndugleika fara hvør til sítt, so skal tað foreldrið, sum ikki hevur barnið búgvandi hjá sær, geva loyvi til, at tad foreldrið, sum hevur barnið fast búgvandi, kann flyta til útlandið og herundir eisini til Føroyar.

Tað, sum undrar við hesum, er, at í lógini eru foreldur úr Føroyum og Grønlandi javnsett við aðrar útlendingar. Harvið eru ikki javnrættindi fyri okkara borgarar á hesum danska málsøki longur.

Í praksis merkir hetta, at foreldrið, sum hevur barnið búgvandi, ikki kann flyta, um semja ikki fæst. Úrslitið er stavnsbundnir føroyingar í Danmark. Hetta er ótolandi og ein órættur fyri okkara borgarar, sum vit ikki kunnu góðtaka.

 

Fólkavøkstur

Vit eru í tí støðu, at okkum tørvar fólkavøkstur. Her er so ein av mongu forðingunum fyri hesum. Vit liva eisini í einum globaliseraðum heimi. Einum heimi, har fólk hava tørv á at útbúgva seg og møguliga arbeiða nøkur ár uttanlands og menna sínar førleikar, fyri síðan at flyta heimaftur. Hesin møguleiki er frátikin hesum bólki.

Vit hava ein stóran hóp av ungfólki, sum árliga útbúgvir seg í Danmark, og sum okkum tørvar at fáa heimaftur at byggja land saman við okkum.  Nøkur av hesum kunnu koma í tað støðu, at tey ikki sleppa heimaftur, um tey vóru so heppin at fáa børn, men so óheppin, at parlagið ikki helt, og semja ikki er um foreldramyndugleikan og flyting til Føroya.

Við hesum verður ikki sagt, at samvera ikki skal vera millum barnið og bæði foreldur. Hetta ber væl til at skipa, sjálvt um foreldrini búgva í hvør sínum landi, um vilji er til tess. Tað krevur sjálvsagt nakað av tilrættaleggjan, og skipanir eru, sum stuðla upp undir hetta.

Hinvegin er boðskapurin, at okkara borgarar ikki hava javnrættindi og í veruleikanum ikki kunnu flyta, men vera tvungin í útlegd í Danmark.

Mín spurningur er, um fólkatingslimirnir eru vitandi um hendan trupulleika ? Og hvat teir hava gjørt fyri at loysa hann ? Ella er tað soleiðis, at teir hava valt loyalitet mótvegis donsku flokkunum, sum teir eru partar av, framum at berjast fyri rættindunum hjá føroyskum foreldrum ?

Somuleiðis er áhugavert at fáa svar uppá, hvussu føroyskir myndugleikar fyrihalda seg til hendan trupulleika, og um hetta er tikið við í arbeiðið við heildarætlanini um fólkavøkstur ?

Samanumtikið má vera, at tað til alla tíð má vera aðalmál hjá umboðum á Fólkatingi at arbeiða fyri rættindum hjá føroyingum. Sessurin eigur ongantíð at vera brúktur til nakað annað.

Sirið Stenberg Tjóðveldi

 

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad