Lýsing

Meðan vit bíða- veksur sosiali ójavnin

Meðan góð fólk enn einaferð savna pening inn til børn, sum liva í fátækt, veksur  sosiali ójavnin í samfelagnum. Peningainnsavnanin er góð og neyðug, men er eitt klassiskt dømi um,  at tað almenna ikki hevur røkt sínar skyldur mótvegis sínum borgarum. Hví skal tað vera neyðugt hjá privatpersónum og frívilligum felagsskapum at tryggja, at børn og familjur ikki liva í fátækt ?  Og enntá samstundis, sum vit dagliga fáa at vita, hvussu væl tað gongur í samfelagnum, allir pílar peika uppeftir,  gongd er í búskapinum og vit hava søguligar inntøkur. Man má bara staðfesta, at grammleikin hevur vunnið á samhaldsfestinum. Í staðin fyri at politikkur m.a snýr seg um, hvussu landsins virðir kunnu tryggja øllum líkinda livikor, so er dagsins politikkur ímyndin av at skava sum mest til nøkur. Her er farið so langt av leið, sum tilber. Hvør uppgáva kann vera týdningarmiklari enn at tryggja øllum børnum góð livikor og góðar umstøður at liva og vaksa upp í ? Ongin !

Ongantíð áður hava vit upplivað eina samgongu, sum so tilvitað hevur skapt sosialan ójavnað millum fólk. Ikki tí, vit hava altíð havt sosialir trupulleikar, men eisini ein vilja til at góðtaka tað og arbeiða móti tí. Nú er øvugt. Samstundis sum tey, sum fingu flatskattin ferðast meira og keypa dýrari bilar, flatskermar og tílíkt, so eru hundraðtals børn í tí støðu, at tað velst um, um tey fáa heitan mat í dag. Og kanska tað fer at bera til at fáa skavað saman til limagjald til fótbólt ella fimleik í ár. Somuleiðis hava vit í álitinum um fátækramark frá 2014 fingið staðfest, at familjur, har bæði eru á arbeiðsmarknaðinum, liva undir fátækramarkinum. Working poor er ein veruleiki í Føroyum, tíverri.

Samstundis er góð vitan á økinum. Tað er  prógvað, at fátækradømið hevur stórar avleiðingar bæði menniskjaliga og samfelagsliga. Týðiligur samanhangur er millum sosialu støðuna hjá fólki og hvørja útbúgving, tey fáa. Og um tey fáa eina útbúgving. Hvussu leingi tey liva. Øktan tørv á heilsutænastum, á almannatænastum o.s.fr. Snøgt sagt loysir tað seg tilvitað at arbeiða fyri sosialum rættvísi. Har, sum fólk hava góð livikor, eru tey ein størri inntøka fyri samfelagið, og trýstið á tungum sosialum fyriskipanum minkar tilsvarandi. Hetta er orsøkin til, at onnur at sær komin lond støðugt arbeiða miðvíst við at skapa sosialan javna. Tað er eitt mál í sjálvum sær fyri at røkka einum sterkari samfelag.

Tað eru minni sannlíkindi fyri, at børn, sum vaksa upp í truplum sosialum korum, fáa eina útbúgving !

Tískil tekur man ikki bara barndómin  frá børnum, við at lata tey liva í fátækt. Man tekur eisini framtíðina frá teimum. Og hetta er ófyrigeviligt. Veruligur sosialpolitikkur má aftur á breddan. Vit mugu lætta um hjá lág- og miðalløntum.  Og við bústaðum til fólk, sum ikki kunnu gjalda túsundavís um mánaðin í húsaleigu. Hvussu leingi skal hesin málbólkur bíða ? Hvørja nyttu fáa vanlig arbeiðsfólk av marglætisíbúðum ? Og kann tað yvirhøvur vera ein almenn uppgáva at byggja slíkar ? Hava tey vælbjargaðu ikki ráð til tað sjálvi ?

Veruligur sosialpolitikkur má á dagsskrá. Samstundis, sum sjálvt fíggjarviðurskiftini hjá familjum í vána korum verða tryggjað, má eitt miðvíst og langtíðarætlað arbeiði í gongd á sosiala økinum. Eitt arbeiði, sum tekur tey tyngru tøkini fram á mál, og sum eisini hevur sum mál at bróta negativan sosialan arv.  Á útbúgvingarøkinum, á barna- og familjuøkinum og í veruleikanum á øllum økjum. Til dømis hava vit í Føroyum í dag omanfyri 70 børn, sum vaksa upp uttanfyri teirra egna heim. Fyri nøkur uttan iva gott, fyri nøkur einasta val og fyri øll uttan iva ein avbjóðing.  Og júst hetta tal eigur at geva okkum greiðar ábendingar um, at tað er alneyðugt við munagóðum sosialum arbeiði. Tí umframt tey gott 70 børnini, sum ikki eru heima, er ein munandi størri bólkur, sum er tilknýttur myndugleikum annars vegna aðrir sosialir trupulleikar ella lívsumstøður, sum gera gerandisdagin tungan. Tað er gott at vit hava skikkaðar  barnaverndartænastur til hetta stóra arbeiði, men framyvir má nógv størri dentur leggjast á fyribyrgjandi arbeið. Uttan iva kundu nakrar familjur verið hjálptar í betri tíð, so skaðin var avmarkaður tilsvarandi.

Kommunur kunnu gera,  og gera nógv. Til dømis er barnaansingin í nógvum kommunum hildin niðri á einum so lágum gjaldi sum gjørligt. Letiucafeir eru settar á stovn, har øllum børnum er boðin ókeypis hjálp við skúlatingum. Góð bókasøvn eru. Kommunalur stuðul til felagslív, so feløgini kunnu hava so lág limagjøld sum gjørligt. Ávísar kommunur hava lækkað skattin. Og samanlagt ger alt mun. Men hvat ger landið ? Landið tosar um, hvat kommunurnar kunnu gera. Og tíverri eru ávísir flokkar nú farnir at gera tað sama. So meðan vit bíða, so fer ein sorgarleikur fram, sum fær alt ov lítlan ans av teimum, sum kunnu gera mest við hann. Tað er ein tragedia í sjálvum sær.

Eitt annað stað, har man beinleiðis hevur lóggivið stættarmun, er við nýggju eftirlønarlógini, har hvør einstakur nú skal spara upp til egna eftirløn. Áleið 20% av fólkinum eru undantikin og spara tískil ikki upp. Hetta eru fólk, sum fáa fyritíðarpensjón, sosialar veitingar, barsil, avloysarir, hjálparfólk o.s.fr. Hvat skulu hesi liva av, tá ið tey verða gomul ? Og hvussu man fólkapensjónin fara at síggja út til tað tíð ? Man hon vera til ? Og so eru tað øll tey mongu, serliga kvinnurnar, sum arbeiða niðursetta tíð, og sum tískil koma at spara upp í mun til hetta. Minni tú arbeiðir, minni fært tú at fáa í pensjón. Um nøkur ár fara vit óivað at síggja eitt boom av fátøkum kvinnum, um ikki okkurt skilagott verður gjørt nú.  Hetta er eisini eitt sosialmál av teimum heilt stóru. Og her ivist eg onga løtu, at tað vera júst somu familjur, sum í dag eru fátækar, sum koma at merkja sviðan av fætæktini inn í ellisár. Og hetta eru enntá tey,  sum ikki fingu av flatskattinum, men harafturíóti vóru tvungin at gjalda flatskattarúsin við sínum pensjónum. So órættvíst kann lívið verða tá ið politikarar eru uttan sosialt medvit.

So meðan vit bíða- liva familjur og børn dagliga í vána korum og útlitini til, at tey koma burturúr støðuni sær døpur út, um ikki vit fáa eitt veruligt skifti í føroyskum politikki.

Sirið Stenberg Tjóðveldi

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad