Lýsing

Meirinntøkan longu brúkt

jogvan arge

Ein skuldi trúð, at nú Tórshavnar kommuna hevði 53,7 mió kr í meirinntøku í skatti í 2014, var lagað manni beinanvegin at fara undir átøk, sum hava troðkað á leingi. Her komu jú meir enn hálvthundrað milliónir inn í kassan, sum býráðið ikki hevði roknað við, tá fíggjarætlanin varð løgd fyri farna ár.

Men í so máta er ikki nógv at heinta. Býráðið viðgjørdi í gjárkvøldið eitt uppskot um, hvussu meirinntøkurnar verða at býta. Meginparturin fer til at fíggja slíkt, sum longu er avgreitt, ella til staðfesta meirnýtslu í farna ári.

14 mió kr fara til at gjalda jørðina, sum keypt varð í fjør undir Kongavarða. Slakar 10 mió til at gjalda part av halli á kontu fyri keyp og sølu, og aðrar slakar 10 mió kr fara til at fíggja byggibúningarætlanir, sum eru gjørdar lidnar.

Meirnýtsla í rakstrinum á serliga barna- og ungdómsøkinum verður eisini fíggjað av meirinntøkunum. Tað svarar til einar 9 mió kr, sum hava verið nýttar meir enn ætlað í 2014. Sumt eru lógarbundnar útreiðslur og annað eru beinleiðis rakstrarjáttanir, sum hava verið smærri enn nýtslan. Góðar 2 mió fara til skúla og ítrótt.

Tá eru smáar 9 mió kr eftir at gera gott við.

Tær verða smábýttar. 2 mió kr til Mullers pakkhús, 1 mió til spælipláss í Miðbýnum og 0,5 mió kr at býta millum Boðanesheimið, skúlan á Løgmannabreyt og skúlan á Argjahamri. 1 mió verður játtað til vegir, 1,3 mió kr at gera felagshúsið á Argjum liðugt, 1 mió at gera núverandi byggistig í Hoyvíkshøllini liðugt, 1 mió kr til baðiland og 1 mió til Tórshavnar Musikkskúla.

Hesar játtanir koma væl við, har tær lenda. Men ólíka hugaligari hevði verið, um meirinntøkurnar allar vóru tøkar til framtíðina heldur enn til farnar tíðir.

Jógvan Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X