Lýsing

Musikkskúlin – nei ikki er tað kostnaðurin

Henda spurning eru tað nógv fleiri enn bert Musikkskúlanevndin, sum ganga og spyrja; eisini býráðslimir spyrja sína millum. Og tey, sum sita við vitanini, borgarstjórin o.fl., vilja einki upplýsa. Men tað hoyrist okkurt tutl millum manna um, at dúgliga verður mált og teknað á privatum teknistovum í býnum, tó at tað mær vitandi, ikki finst nøkur politisk samtykt um hetta.
 
Í kjalarvørrinum av brævinum frá Musikkskúlanevndini í vikuni hava býráðslimir havt ymiskar viðmerkingar til málið, og serliga beit eg merkið í viðmerkingina frá einum fíggjarnevndarlimi, seinni hevur so borgarstjórin víst á sama, sum sigur: “At tað er eitt krav, at politikarar kenna tann endaliga kostnaðin á musikkskúlanum, áðrenn farið verður undir sjálva byggingina v.m.” Eg kundi ikki verið meira samd, enn tað sama; hetta ljóðar sera skilagott og átti at verið ein sjálvfylgja fyri øll prosjekt. Men tíverri er hetta ikki arbeiðslagið hjá sitandi fíggjarnevnd, t.d. er enn eingin langtíðaríløguætlan løgd, hóast býráðið nú situr á øðrum ári. Var hetta galdandi, at endaligi kostnaðurin skal vera kendur, áðrenn farið verður undir byggingina, hví fer so fótbóltsvøllurin í Hoyvík í gongd, tá ið eingin hevur ánilsi av, hvat hann fer at kosta? Fleiri metrar høgir stuðlamúrar skulu setast upp framman fyri stovuvindeyguni hjá teimum í Jørundargøtu, og eisini skulu gerast ljósmastrar, skiftirúm, wc-ir, parkeringspláss, áskoðarapláss v.m.; jú hetta kemur sanniliga at kosta og tað í dýrum dómum. 
 
Spurningurin er tí, um tað verður arbeitt í loyndum við onkrum øðrum ætlanum fyri musikkskúlan, í tí dulda og handan leiktjøldini, og sum nógv av okkum í “breiða samstarvinum” hjá borgarstjóranum einki sum helst vita um, og tíansheldur Musikkskúlanevnd, lærarar, foreldur og borgarar í síni heild. Ella er kanska meiningin heilt at sleppa ætlanini við einum nýggjum musikkskúla til frama fyri aðrar verkætlanir og onnur áhugamál?
 
Komið fram í ljósið við tykkara ætlanum, nú er nóg nógv drálað, býráðið kann ikki halda áfram at halda øllum teimum 100 tals borgarum, sum tengdir eru at musikkskúlanum, fyri gjøldur. Sjálvandi skal musikkskúlin byggjast beinanvegin, samfelagið hevur ikki ráð at bíða longur. 
 
Musikkskúlin fjølgar tjóðina 

Marin Katrina Frýdal

Deil hesa grein umvegis
468 ad