Gangið leið tykkara – og lyftið í felag
Pisurøða á Gøtusandi 25. juni 2025
Hjartaliga til lukku við húgvuni, allar pisur – tit ungu kvinnur og menn, við prógvi í hondini, húgvu á høvdinum og við framtíðini, sum bankar spent og ótolin í bringu tykkara.
Tað er mær ein serstakur heiður at halda pisurøðu her á Gøtusandi, eins og eg gjørdi fyri 19 árum síðani. Tað var áðrenn i-phonein og sosialir miðlar fyltu gerandisdagin, áðrenn eg gjørdist politikari og tá flestu tykkara vóru pinkubørn. Land okkara og fólk hevur ment seg ómetaliga nógv síðani tá.
Vit standa her á Gøtusandi í einari av vøggunum fyri kreativitet og nýskapan. Í hesum økinum eru djúpar søguligar røtur til fortíð okkara. Her er eitt spennandi vinnulív, økið ýður í dugnaligum listafólkum og sum ein krúna á verkinum skapar tónleikafestivalurin G! á hvørjum ári nakað, sum ekkóar langt út í heim.
Her standa tit nú so vøkur í tjóðbúna, við sandi undir fótum, umgird av hábærsligum fjøllum – fødd inn í eitt vælferðarsamfelag og inn í eitt fólkaræði. Helst taka flestu tykkara hetta fyri givið, men tað er tað á ongan hátt. Eitt vælferðarsamfelag, sum, hóast tað ikki er lýtaleyst, gevur teimum allar flestu møguleikan at smíða sær eitt gott og trygt lív.
Vit eru, sum samfelagsborgarar, allar ovast í kendu tørvspyramiduni hjá Maslow. Vit hava tak yvir høvdið, fáa mat á borðið hvønn dag og sleppa í skúla – uttan at skula gjalda við kassa eitt. Vit gjalda nokkso nógvan skatt – tað hava tit, sum hava arbeitt við síðuna av skúlagongdini, longu merkt. Men afturfyri fáa vit óteljandi tænastur frá landi og kommunum – barnagarðar, skúlar, sjúkrahús, ellis- og røktarheim, vegir, brýr og tunlar, ja, you name it.
Um nøkur tykkara hava hug at fara undir hægri lestur, so krevur tað ikki, at tit eiga rík foreldur, ella sjálvi hava spart hundraðtúsundtals av krónum upp fyri at gjalda fyri útbúgvingina. Og eru tit sjúk, so fáa tit viðgerð uttan at skula hála gjaldskortið fram, tá tit fara til lækna ella enda á sjúkrahúsi.
Í okkara væl menta samfelag er tað heldur ikki ein spurningur um, hvørt tú ert kvinna ella maður, um tú sleppur í skúla, kanst fara undir víðari útbúgving, ella søkja tað starvið, tær lystir. Tá vit arbeiða fyri javnstøðu her heima, snýr tað seg í stóran mun um at gera upp við gamlar siðvenjur og fastgrógvin tankamynstur. Eitt nú at fáa samfelagið at góðtaka, at pápar, eins væl og mammur, eru skikkaðir at taka barnsburðarfarloyvi, at kvinnur eru eins kompententar og menn at stýra landi og fyritøkum, og at tað eru førleikarnir, ikki kynið, ið eiga at vera avgerandi fyri, hvør, ið fær eitt starv, hvar sum helst í samfelagnum. Í størra partinum av heiminum er hetta alt annað enn nøkur sjálvfylgja.
Góðu tit. Tíðin rennur sum streymur í á, og at tað er satt, fara tit at sanna, nú tit av álvara skulu út í lívið at smíða tykkum eydnuna góða. Brúkið tíðina væl. Hvørt orð, tit bera, hvørt fet, tit taka, og hvør tanki, tit hugsa, verða við til at evna framtíð tykkara.
Tit hava tykkara dreymar, og eg havi eitt eittans ynski fyri hvønn einstakan tykkara: At tú mást finna tína røttu leið. Títt stað ella støð, har lívið kennist gott – og satt. Títt stað, har lívið gevur størri meining, enn at vera bara eg sjálv. Og koma tit til eitt stað, har skuggað verður fyri innaru blómu tykkara, roynið so aðrar gøtur og rásir. Lívið blívur nevniliga til, ímeðan tit ganga. Fá ting at verða júst soleiðis, sum tit ímynda tykkum júst nú. Tit fara at møta avbjóðingum, og við hvørt verður brekkan óvanliga
brøtt.
Tí lívið ER ikki altíð lætt. Men ganga tit tykkara røttu leið, so fara tit at møta gleði, viðgongd og síggja sólina skína bjart, í øllum førum nógvar dagar.
Tá Poul F. yrkti:
Áh, kundi á tíðarhavi
vit akker kasta ein dag,
tá vit hava eydnuna vunnið,
so hon ikki rýmdi av stað
tá snúði tað seg just um hetta, at halda fast í sælu løtuni. Tað ber til – eitt lítið bil – men, so strýkur tíðin víðari, og eingin okkara megnar at halda henni fastari. Júst tí er tað at duga at koma víðari, at leggja tað farna – tað besta og tað ringa – aftur um bak. At liva í løtum. Tí lívið er løtur, sum omma mín Petra, sum var fødd her í Syðrugøtu, ofta minti okkum á.
Hóast tað ikki ber til at halda fast í lívinum og løtuni, júst tá tað er perfekt, so ber tað til at savna sær góð minni alt lívið og fylla ryggsekkin við vøkrum glitrandi steinum. Bestu upplivingarnar savna vit saman við øðrum.
Tit eru á leið hálvtannað hundrað pisur úr níggju flokkum á Kambsdali. Mær er fortalt, at eitt, sum hevur sermerkt hendan árgangin, er góða samanhaldið. Tað er gull vert. Eisini hava tit verið tolin, tí skúlin hevur verið eitt byggipláss í tveimum av teimum trimum árunum, har tit hava gingið á miðnámi. Tað hevur kravt av tykkum, at tit funnu friðarligar lummar í øllum rumblinum. Skulkidagurin var minniligur, har tit megnaðu at gera tað longstu bilbíðirøðina, sum Kambsdalur hevur sæð – tað gjørdu tit í felag.
”Lívið meg lærdi”, hoyra tit tilkomin og eldri fólk siga. Og satt er tað, at neyvan nakar skúli ella universitet kann geva eins góðan lærdóm, sum eitt langt livað lív. Tann, sum megnar at halda fast í ungdómsins áræði og móti, og samantvinna tað við tær lívsroyndir, lívið gevur, kemur á mál sum ein vís og vitug menniskja.
Men hvat merkir tað at røkka sínum málum? Ofta meta vit sukse út frá, hvørt ein er blivin kendur sangari, sjónleikari, stjóri, landsstýrisfólk, leiðari, influensari, ella at túsundavís fylgja einum á sosialum miðlum. Um kontan í bankanum er á tremur, og mánaðarlønin so góð, at ein hevur ráð til ein Tesla og eini risastór hús. Handan – ella hasin – er komin langt, siga vit. Men okkara ytra framgongd og sukse sigur als einki um, hvørt vit eru væl eydnað ella eydnurík sum menniskju.
Skulu vit fylgja Facebook (har vit tilkomnu enn eru), Instagram ella TikTok, so kann tað tykjast, sum liva onnur eitt so øgiliga spennandi og stuttligt lív. Vit leggja alt tað góða og pena á miðlarnar: Hygg, hvussu spennandi lív mítt er! Men handan føgru framsíðuna, kann tað saktans fjala seg eitt ógvuliga einsligt menniskja, ið als ikki er nøgt við seg sjálvt ella gerandisdagin. Í hesum sera materialistiska heiminum, sum tit eru sloppin at vaksa upp í, er so freistandi at knýta materielt ríkidømi til eydnuna, hóast hesi tingini – aloftast – als ikki eru samantongd.
Í Føroyum blíva vit rættuliga gomul. Men í Okinawa í Japan gerast tey eldri enn alla aðra staðni í verðini. Har hava tey eitt hugtak, ið kallast IKIGAI, ið kann umsetast til ein motiverandi ella íblásandi kraft; nakað, sum gevur einum menniskja kenslu av endamáli og harvið orsøk at liva. Okinawa hevur heimsmet í fólki, ið eru 100 ár ella eldri. Og partur av teirra lívsstíli líkist okkara. Tey eta nógvan mat úr sjónum, tey røra seg – ikki í fitnessentri ella á rennibreyt – men ganga nógv. Tey dyrka í stóran mun sjálvi tað, tey eta, og eru tey sosial – hava samband og hjálpa hvør øðrum. Og so eta tey seg ikki proppmett – júst,har líkjast vit nokk ikki
Men at vaksa upp í eini bygd ella í einum grannalagi. At luttaka í lokala ítróttarfelagnum. At hjálpa grannanum. At ganga í bindiklubba ella sparka fótbólt saman. At troysta, tá vinkonan ella vinmaðurin hava tað trupult. Tað gera vit, og er tað kanska ein av orsøkunum til, at vit í miðal liva leingi. Tað ER gott at liva í Føroyum.
Men …
Tit eru fødd inn í eitt hitt besta tíðarskeiðið í søgu Føroya, reint materialistiskt. Keyp og blaka burtur mentanin er ráðandi. Vit keypa pløgg, sum skjótt enda innast í skápinum, ella verða givin til endurnýtslu og send til lond, sum bókstaviliga eru um at drukna í klædnadungum frá ovurnýtandi ríka vesturheiminum. Um ikki hjá øllum, so í flestu húsarhaldum, fer í tonsatali av mati í ruskposar og á brennistøðirnar. Vit eru umgird av heimsins reinasta havi, men kortini eru magarnir á sjófugli okkara og strendurnar sjónliga dálkað av plasti.
Vit seta okkara álit á, at tit fara at venda hesi gongdini og flyta land okkara yvir í ein burðardyggari máta at virka og liva, eitt sindur «back-to-basics», tí fyrr fór fólkið her ógvuliga væl um alt tilfeingi og brúkti hvønn mola og hvørt sprek til fulnar. Tað er ikki hissini ábyrgd, vit leggja á herðar tykkara, nógv, sum tíverri snýr seg um at rudda upp eftir okkum.
Vit, sum við ídni bygdu upp ovurnýtslusamfelagið.
Hyggja vit longur út í heim, so blívur ábyrgdin á herðum tykkara størri og álvarsamari.
Mær líkar illa at leggja ov døpur skýggj yvir hendan hátíðardagin, men tað ber illa til at halda røðu fyri tykkum uttan at nevna álvarsomu støðuna, sum heimurin stendur í. Tá eg var barn og ung, trúðu vit veruliga uppá, at heimurin bara mentist ein veg – nevniliga ímóti fólkaræði og hægri livistøði allastaðni. Í dag vita vit, at søga
mannaættirnar ikki altíð gongur rætta vegin. At stór og ógvuslig bakkøst koma; tað eru jú nokkso ræðandi tíðindini, vit vakna upp til hvønn morgun.
Fólkraræðið, demokratiið, ið vit tóku fyri givið, viknar. Vit hoyra til ein eksklusivan klubba, tí færri enn 10 % av heimsins íbúgvum liva í einum væl mentum fólkaræði sum okkara. Tann krígsretorikkur, sum er ráðandi miillum heimsins leiðarar í løtuni, tykist ikki á nakran hátt at leiða til meira frið. Á NATO-toppfundi í dag snúði tað seg
um at fáa øll limalondini at nýta 5 % av teirra bruttotjóðarúrtøku til verju. Tað eru ørandi nógvir pengar. Vápnadubbingin hevur av álvara trokað avdubbingina av. Sjálvt í friðarligu grannalondum okkara eru fólk farin at fylla skápini við neyðsynjarvørum. Preppa, sum tey kalla tað.
Vit eru vælsignaði at liva í einum friðarligum landi. Í væl meira enn eina øld hava vit kjakast um loysing ella samband. Men tað hevur verið uttan skotvápn og morð. Sum løgtingsforkvinna kann eg við stoltleika umboða eitt Løgting, sum byggir á fólkaræði og talufrælsi, har vit eru fræls til at tala og skriva hugsan okkara.
Við frælsi fylgir eisini ein ábyrgd. Hugsið um tað, tá tit skriva ella leggja video út á sosialu miðlarnar. Brúkar tú títt samskifti til at byggja brýr og kjakast sakliga? Ella brúkar tú tað til at traðka á onnur?
Hvør og ein okkara eigur eina ábyrgd av at verja fólkaræðið. Og hvør einstakur tykkara hevur eisini møguleikan at gera mun.
Hóast heimurin kennist ikki sørt ótryggur í løtuni, so fari eg kortini inniliga at heita á tykkum um at trúgva uppá framtíðina og hava álit á, at heimurin – bæði her og har úti – er meira góður enn ringur. At tað finnast nógv fleiri fólk, ið vilja øðrum tað væl, enn tað finnast fólk, ið vilja øðrum ilt.
—
Tá okkara U21 hondbóltslandsllið vann á Fraklandi fyrradagin, so vístu teir enn einaferð, at eitt lið kann gera tað ógjørliga – Frakland telist millum heimsins sterkastu hondbóltstjóðir. Nakrir stjørnuleikarar skulu til, men avgerandi er andin og samanhaldið á liðnum – heilt avgerandi. Umframt miðvíst og gróthart arbeiði í óteljandi tímar. Og so trúgvin uppá egnan mátt og megi. Trúgvin uppá at tað BER til.
Og, nei, ALT ber ikki til. Men, vit koma ólukksáliga langt, tá vit lyfta í felag og síggja okkum sum ein part av nøkrum, sum er størri enn vit sjálv. Og soleiðis hava vit, og skulu vit halda áfram at byggja land okkara.
Tit fara nú spakuliga at taka við ábyrgdini av tí samfelagi og landi, sum ættarlið hava bygt. Skal hetta landið vera rúmligt og lata fólk fáa møguleika at skapa sær tað lív, ið tey ynskja? Ella skal tað vera snævurskygt og fordømandi? Skal landið hjúkla um kreativitet og nýskapan og lyfta fram tey, sum eru og gera ting øðrvísi, ella skal tað vera eitt land, har tey flestu skulu passa inn í avoldaðar kassar?Eg veit, hvat mítt ynski er – men tað eru tit, sum eiga svarið.
Uttan mun til, hvørja yrkisleið, tit velja: Gloymið ikki at velja eftir tykkara hugi og evnum.
Vilja tit vera nakað fyri onnur og teljast millum tey, sum styrkja samanhaldið og stirðilin í Føroyum? Vilja tit vera tey, sum sáa tær vakrastu blómurnar? Gangið so tær leiðir, sum hugur tykkara er. Ikki tær leiðir, sum onnur vilja hava tykkum at ganga. Ein góð løn og fínt starvsheiti kann vera heilt ok, men týdningarmestu fólkini í samfelagi okkara eru tey, sum gera dagin fyri medmenniskju síni betri.
Fram um alt. Gloym ongantíð, at tú kanst gera mun. Tú kanst geva títt íkast til eitt betri land og ein betri heim. Við tínum orðum og við tínum gerðum.
Og so ein serstøk heilsan til tykkum á Serbreytini og tykkum, sum við ymiskum avbjóðingum hava stríðst eyka hart fyri at koma á mál við miðnáminum: Tess brattari gøta, tess størri bragd!
…
Tit øll, sum standa her í dag sum nýklaktar pisur, skulu nú út at flúgva – nøkur langa leið, onnur í nærumhvørvinum. Tit hava góða barlast, tí júst tit vóru so heppin at verða fødd í einum av heimsins bestu londum.
At enda havi eg hug at geva tykkum hesi ráð: Spyr ikki teg sjálva: Hvussu mong sóu meg, ella hvussu nógv likes ella hjørtu fekk eg á Insta, Face ella TikTok. Spyr: Hvussu mong hjørtu nam eg við í dag, tí eg gjørdi okkurt gott fyri eitt medmenniskja – ella fyri felagsskapin?
Bjartastu vón, ríka signing og allar bestu eydnu ynski eg tykkum á lívsleið tykkara.
Takk fyri!
Bjørt Samuelsen
løgtingsforkvinna
Myndir: kambsdalur.fo