Lýsing

Setanarrøðan hjá Høgna í Stórustovu á flokstingum 2025

Góðan morgun øll somul, og hjartaliga vælkomin á floksting Tjóðveldis.

 

§ 14 í lógum okkara er staðfest, at aðalstjórnarforfólkið setir tingið, sum skal haldast eftir fastari skrá. Eg fari at taka mær tað frælsi ella vald at gera tað eftir einum leisti, sum eg vóni kann verða grundarlag fyri hvussu vit meiri handfast fara at seta Floksting frameftir.

 

Og sum lærusveinurin Tummas hin ivandi á sinni, havi eg leita mær eftir naglamerkjunum, upprunakeldum  ella heimildum fyri hesi áseting um aðalstjórnina, sum tit hava valt meg at leiða.

 

Uppá spurningin um hvussu Tjóðveldisflokkurin er skipaður organisatoriskt segði Erlendur Patursson í samrøðu við Zakarias Wang í 1964: “ Flokkurin er bygdur upp av lokalum feløgum í valdømunum. Í Suðuroynni er eitt – Tvøroyri,  í Sandoynni 2 – í Skopun og Heima á Sandi,  í Vágum eitt, í Norðurstreymoy  eitt Kollafjørður, í Suðurstreymoy 1 í Havn, í Eysturoynni 2 – á Skálafirði og í Fuglafirði og í Norðuroyggjum 1 Klaksvík.  Hvørt ár verður floksting hildið. Hagar senda feløgini valdar umboðsmenn, ið saman við løgtingsmonnunum velja eina 5 manna aðalsstjórn, ið hevur ta organisatorisku leiðsluna av flokkinum í kontakt við løgtingsmenn floksins. Henda aðalstjórn hevur tó ikki tikið  sær stórvegis politiska kompetansu, men er meira eitt administrerandi organ.”

 

Hetta framgongur í dag  av lógum floksins, har aðalstjórnin er hægsti myndugleiki millum flokstingini og tingbólkurin hevur ræði í parlamentariskum málum – alt í trá við hugsjón og stevnumið Tjóðveldis.

 

Fundarvirksemi

Síðan seinasta floksting hava vit hildið 14 floksleiðslufundir og 8 aðalstjórnarfundir, og síðan eykaflokstingið 2. november hava verið 5 floksleiðslufundir og 6 aðalstjórnarfundir.

 

Og sum nýggj floksleiðsla hava vit vitja Norðoya Tjóðveldisfelag, Sandoyar Tjóðveldisfelag, Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag, Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, Eysturoyar Tjóðveldisfelag og Unga Tjóðveldið. Ferðin til Suðuroy varð útsett orsaka av ringum veðri, og hon bíðar saman við eini vitjan vestur í Vágar.

 

Eitt sindur nærri um fundirnar

Vit høvdu eitt spennandi eykafloksting í november við einum máli á skrá – at velja nýtt for fólk.

Sum politiska støðan lagaði seg, snúðu tveir av aðalstjórnarfundunum seg um mál sambært § 32 og 33, sum áseta  at ”aðalstjórnin og tingbólkurin viðgera í felag týðandi politiskar avgerðir, herundir skipan av landsstýri, uppsøgn av samgongu og tilnevning av landsstýrisfólkum” og at “ Aðalstjórnin og tingbólkurin gera tilmæli um val av landsstýrisfólkum, sum tingbólkurin tekur avgerð um.”

 

Tann eina støðan varð elvd av eina kreppustøðu í samgonguni av okkara ávum og hin, tá ið vit skuldu tilnevna nýggj landsstýrisfólk, í samband við at Dennis Holm legði frá sær.

 

Í samband tilnevningina, vóru tveir undan fundir hildnir bara við økis forfólkini fyri at hyggja at ásetingini í § 32 og 33 um mannagongdina fyri tilnevning, og í hesum sambandi varð ein nýggjur háttur royndur fyri hvussu hetta samstarv millum aðalstjórn og tingbólk kann fara fram.

 

So tað hevur verið eitt rokaligt ár við torførum viðgerðum og avgerðum, sum eg haldi at Tjóðveldi bara er komi heilt væl ígjøgnum nú vit hittast á flokstingi.

 

Arbeiðsætlanin

Vit hava – og arbeiða áhaldandi við ætlanum um at dagføra stevnumiðini, fáa nýggja heimasíðu og samleika, at dagføra lógir floksins, ætlanir um limarøkt og hvussu skulu vit gera fyri at fáa fleiri limir, samskiftisætlanir fyri at røkka fleiri fullveldishugaðum og fyri hvussu vit kunnu í klæða okkum øll betri politiskt

og seinast, men ikki minst mugu vit fáa vitan um veljaraatferð, tí tíðin vísir, at formur er fremri enn innihald, tá ið tað um ræður at miðla og vinna bardagan um hvat er satt og rætt. Og harvið ávirkanina av hvat fær fólk at flyta seg politiskt.

 

Øll hesi viðurskifti skulu vit koma á mál við í heyst og eru tey liður í valstríðnum at vinna okkum enn størri á einum komandi vali í 2026.

 

Í hesum sambandi fara vit at skipa fyri arbeiðsfundum sum virka fyri  neyvum samstarvi millum øll lið í Tjóðveldi, sum er aðaluppgávan hjá aðalstjórnini – fyri at hvessa politisk amboð, styrkja flokkin og samanhald ímillum okkum øll í Tjóðveldi.

 

Politiska kumpassinn

Og tað sum samlar okkum er at finna í Tjóðveldishugsjónini og stevnu floksins. Her má okkara politiska fokus liggja frameftir.

 

Í so máta eru vit forkelaði,  tí eingin flokkur eigur kjølfest, skjalfest og gjøgnumhugsað politiskt grundarlag, tilfar og søgu sum vit – og tað er úr hesum Mimirsbrunni vit skulu drekka okkum styrki og klókskap at fáa stovnsett føroysku tjóðina.

Sjálvur havi eg leita mær styrk og inspiratión …tí okkurt má fyllast á tá ið politiska líkasælan sær út til at vera stór.

Tað havi eg gjørt m.a. við at lesa úr bókini Sjón og Seiggj, sum eru samfelagsligar greinar hjá Erlendi Patursson. Lat meg lat meg vísa á eitt dømi um framskygni og klókskap. Hetta er um eitt mál, sum júst nú hevur verið há aktuelt millum Danmark og Grønland, og er ein grein nevnd “Ongan rygg og búk báðumegin”. Eg siteri: “ Einki  uttan tap av tykkum Grønlendingum og Føroyingum. Ongan ríkisskatt lata tit, men vit gjalda fyri tykkum bæði eitt og annað: embætisverk, sjúkrahús, kirkjur, vegir, havnir o.m.a. – og nú skulu vit eisini geva tykkum 2,8 milj. kr. at byggja eitt ravmagnsverk fyri…… Ein er fyritøkan sum eitur grønlendska kryolitfelagið ella eitthvørt tílíkt. Kryolitmenninir vilja fegin hava danska fólkið til at vera miskunnarsamt móti Grønlendingum. Danska fólkið ornar um hjarta – tað er so hjartagott – og so- og so – ja, er tað ikki nú eisini stuttligt at hava hetta land sum okkara, sum danska ogn, tí hon kanska ikki gevur vinning….Alt hetta sæst á ríkisroknskapinum.  -Danir síggja tað, Grønlendingar síggja tað. Men kryolitroknskapin – man danska fólkið síggja hann, ella Grønlendar? Hesin roknskapur vísir tó, at krónurnar sum danska fólkið gav Grønlendingum út av ríkiskassanum, tær eru komnar 2-3 ferðir inn aftur – í kryolitkassan.” Hetta er skrivað í 14. september 12. januar 1950.

Eisini “Frælsi er Ábyrgd” og “Myten om rigsfællesskabet” hjá okkara Høgna Hoydal og “Loysingarpolitikkur í 1940 árunum” og ikki minst Hvítabók, eru keldur at styrkja seg við og fáa kynt undir eldhugalogan.

Legg FB til síðis viðhvørt, les – og fá styrk og innlit. Tú fær bæði sálar frið, inspiratión og skíggjafrí. Tey sum gingu undan okkum vóru so eldhugaði og so heilt ólukksáliga nógv longri frá einum veruleika um eina frælsa tjóð enn tað vit eru nú hugsjónin er so ítøkilig sum eitt mál.

Vit mugu fyrireika og hugsavna okkum um at fáa ein stóran meiriluta av politisku flokkunum at fara undir seinastu fáa fáu fetini fram ímóti at gerast ein sjálvstøðug tjóð og lat meg endurgeva tað sum stendur á permuni í Hvítubók “Støðið undir einum sáttmála. ið skipar Føroyar sum eitt fullveldisríki í samstarvi við Danmark”

Eg fari ynskja okkum øllum eitt gott, mennandi og stuttligt floksting her norðuri og seti hervið flokstingið við eini áheitan á okkum øll um frameftir at standa saman, krevja mest av okkum sjálvum, leita inneftir í flokkin við loysnum, ivamálum og ósemjum og seta flokkin og tjóðveldishugsjónina fremst, nú alheimspolitikkur brádliga setti fullveldi fremst á føroysku politisku dagsskránna.

Høgni í Stórustovu
aðalstjórnarformaður

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad