Lýsing

Forkvinnurøða – floksting 2025

Góðu tjóðveldisfólk

Tað er ein sonn gleði at vera her í Varpinum saman við so nógvum tjóðveldisfólki og kenna gleðina, framfýsni og viljan at fremja okkara politisku mál. Tað gevur orku og styrkir um samanhaldið. Og vit skulu standa saman. Saman um flokkin, saman um fólkið, politikkin og standa saman við øðrum flokkum um at skipa okkum sum eitt sjálvstøðugt land og altíð at gera tað besta fyri Føroyar. Tí er heitið á flokstinginum ”Saman um eitt sjálvstøðugt land”

Vit skulu standa saman á øllum mótum. Standa saman um virðini í fólkaræðinum og við teimum fólkum og londum, sum merkja sviðan av, at hesi virði eru hótt ella tikin burtur. Ongantíð meira enn nú er neyðugt at savnast um frælsið og samhaldsfestið.

Fyri kortum savnaðust nógv fólk júst her í Varpinum, tá ið fleiri av okkara ómetaliga góðu og dugnaligu tónleikarum fingu heiðurslønirnar í FMA´num. Klaksvíkin er broytt, og alt størri dentur verður lagdur á mentanarupplivingar. Tað er gott, tí at mentanarlívið kann nevniliga tað, sum okkum tørvar, og tað er at styrkja um savningarmegina og byggja brýr millum fólk gjøgnum tað skapandi listina. Gjøgnum tónleikin tað kvøldið blivu vit eitt, og knappliga sungu øll í felag “Gott er her á Føroya landi, fáur ivast man um tað”, og øll gleddust vit um, at MC Restorff fekk heiðursløn fyri mongu perlurnar, sum eru blivnar fólkaogn. Og tað er gott í Føroyum. Og tað kann og skal blíva enn betri í Føroyum, tí okkara mál er altíð at fáa øll við, og at øll fáa lut í tí framgongd, sum er í samfelagnum. Frælsu Føroyar skulu vera trygga heimið hjá øllum, sum búgva her, tí øll hava vit sama ómissandi virði í samfelagnum. Fólkið er til einhvørja tíð størsta tilfeingið í landinum.

Tí harmast og syrgja við eisini, tá ið vit missa. Eisini síðan seinasta floksting hava vit mist nógvar trúgvar stuðlar, sum eru farnir í annað ljós. Tað virði og tann arv, sum tey øll hava lagt eftir seg til okkum at byggja víðari á, er bæði ómissandi og varðandi- og tað hvørvur ikki.

Skilnaðurin er sárur, tað vita vit. Tað skal vera mín vón, at takksemi við tíðini kemur at fylla meira enn sorgin, og at vit øll megna at hjálpa og stuðla hvørjum øðrum, tá ið lagnan rakar, og lívið kennist vónleyt, so vit saman sum medmenniskju kunnu birta lívsneistan í næstanum aftur.

Lat okkum í virðing reisast og minnast okkara farnu eitt bil. Takk fyri.

Góðu tjóðveldisfólk

Tað er hent nógv í flokkinum síðan síðsta floksting. Vit hava fingið nýggja leiðslu og av hjarta tøkk fyri stóra álitið. Ábyrgdin er nú okkara, og eisini her krevst, at vit standa saman, skulu vit røkka okkara málum. Ongin ger nakað einsamallur. Politikkur er samstarv- samstarv um tað, sum er best fyri fólkið og fyri Føroyar.

Vit hava eisini fingið nýggj fólk í landsstýrið, og kortini eru í veruleikanum blandað av nýggjum. Alt hetta er gjørt fyri at fáa alt landið við. Okkum tørvar undirtøku í hvørjari bygd og at fáa alt fólkið við okkum. So í løtuni eru vit samansett við landsstýrisfólkum kring landið og sterkari tingmanning úr miðstaðarøkinum. Tað skuldi givið eina góða og neyðuga javnvág í politikkinum. Alt hetta kann væl síggja ørðvísi út aftaná komandi val. Tað snýr seg altíð um, hvussu vit seta besta liðið til at røkja júst tað støðu, vit eru í eitt ávíst tíðarskeið.

Eg vil fegin senda eina stóra tøkk til tykkum, sum orsakað av hesum eru farin í nýggjar sessir og í ávísum førum eisini farin úr sínum sessum. Hjartans tøkk fyri tykkum og tykkara týdningarmikla innsats fyri flokkin. Nøkur ganga nýggjar politiskar leiðir, nøkur eru komin í tingið, onkur er tíverri úti úr tinginum beint nú. Øll ganga vit vónandi saman fullveldisleiðina- tí tað er leiðin, sum savnar okkum.

Vit eru vælsignað við sera dugnaligum og kompitentum tingfólkum, sum øll gera sítt til at røkka málinum.

Í løtuni eru vit eisini í tí góðu støðu, at vit høvdu eitt sera gott býráðsval við framgongd fleiri staðni. Í løtuni hava vit leiðsluna í fleiri kommunum. Og eisini har, tey ikki hava politiska uppstilling, vita vit, at loysingarsinnað tjóðskaparfólk sita við ábyrgdini. Tað er gott.

Alt hetta er úrslit av dyggum arbeiði úti í økisfeløgunum, har limirnir gera eitt stórt arbeiði. Onkuntíð tykist nevndararbeiði møtumikið, men tað ber ávøkst. Vit hava í ár verið eina rundferð hjá økisfeløgunum, og tað er lívgandi at uppliva, hvussu tit øll gera tykkara fyri flokkin. Uttan tykkum var onki. Drívið á. Og sami boðskapur er galdandi aðalstjórnina.

Heimurin er í broyting. So langt frá bara til tað betra. Kríggj og ófriður leikar á, og heimsins leiðarar tykjast hava óavmarkað vald. Kríggj er á nógvum frontum men ikki bara við landsmørkini. Handilskríggj, telduálop, hóttanir um alskyns avleiðingar eru gerandiskostur. Og á hinari síðuni liva fólk í kríggsherjaðum økjum. Børn og skúlar verða bumbað, kvinnur eiga við keisaraskurði uttan doyving, matur manglar, og ræðuleikarnar eru nokk uttanfyri tað, vit yvirhøvur kunnu ímynda okkum.

Man so at siga má orientera seg av nýggjum hvønn morgum, tí man veit ikki, hvat man vaknar upp til. Og man veit ikki, nær man er millum vinir ella fíggindar.

Fakta tykist avloyst av meiningum, og útmendingar, sum ganga ímóti øllum tí, vit trúgva uppá, flúgva í luftini og verða gjørdar til veruleika. Fólk við breki verða niðurgjørd og happað, man er ímóti javnstøðu og javnrættindum, kvinnurættindi verða tikin burtur, man er ímóti útbúgving, ímóti altjóða samstørvum, granskingin verður skerd, veðurlagsbroytingar trýr mann ikki uppá, man tosar ljótt um og við fólk, man virðir ikki altjóða reglur, dómstólar og rættarskipanir verða trýst, og soleiðis kundi eg hildið áfram- tíverri.

Og hvussu ávirkar hetta okkum í Føroyum, kunnu vit spyrja. Sjálvsagt blíva fólk stúrin. Tá ið vit ikki vita, hvat framtíðin ber í sær, verða vit nattúrliga ótrygg. Her er bara eitt at gera. At halda fast í demokratisku virðunum og ikki missa fótafestið. At virða frælsið bæði tjóðarfrælsið og persónliga frælsið, talufrælsið og savningarfrælsið. At stulða undir og virða altjóða lógir og felagsskapir. At raðfesta gransking og menning. At virða og virka fyri javnstøðu og javnrættindum, at arbeiða móti øllum mismuni, at altíð fara samráðingarvegin, byggja brýr og trúgva uppá tað góða í menniskjum- eisini tá ið tað sær trupult út. At stuðla og hjálpa teimum, sum eru í neyð ella eru hátt. At vera medmenniskju kundi man sagt ella at halda fast í ganska vanliga almenna dannilsinum, sum kanska ikki er so vanligt, sum vit fegin vilja halda, at stuðla og stimbra skúlaskapi, mentan og felagslívi. Og soleiðis kundi eg hildið áfram, tí øll menniskju eru óloysiliga knýtt at hvørjum øðrum. Gongst einum illa, ávirkar tað okkum øll. Ja, vit hava tað á mangan hátt gott í Føroyum, men okkara samhugi skal ikki kenna landamørk. Eisini vit hava altjóða ábyrgd.

Gott fundarfólk-góðu vinir

Líka síðan flokkurin bleiv stovnaður hava vit stútt og støðugt arbeitt fram móti at gerast eitt sjálvstøðugt land. Og ja, tað hevur kanska gingið ov seint, men tað hevur bara gingið ein veg. Seinnu árini hava vit tikið ræði á eini røð av málsøkjum, og tað hevur bara ment okkum. Ja, so væl hevur tað gingið, at vit nú eru komin til endaspurtin. Málið er í eygsjón. Og so væl hava okkara fólk arbeitt, at nú siga øll tað, sum vit altíð hava sagt.

Høgni, mangan hevur tú staðið sum drangur í brimi, men nú siga allir flokkar, at broytingar mugu henda, og vit ikki rúmast longur í tí ríkisrættarligu støðu, vit eru í. Tíni orð geva nú afturljóð í øllum samfelagnum. Og soleiðis er at ganga á odda. Tað er tungt at vilja bróta úr eini støðu, men nú brestur fyri nev og tað, sum fá trúðu uppá, er nú púra vanligur gerandisretorikkur- ella logikkur. Tú eigur so hjartans mangar tøkkir fyri títt stóra arbeiði, at tað finnast ikki orð, sum kunnu lýsa ta tøkkina. Tak bara tað at fáa sett uttanríkispolitikk á breddan og fáa stovnað eitt uttanríkisráð. Tað hevði aldrin verið komið uttan títt ótroyttiliga stríð. Og í dag er tað lísvneyðugt og altavgerandi, at vit í Føroyum arbeiða á uttanríkispolitiska mótinum, og soleiðis vinna Føroyum ræði og umboða okkara sjónarmið runt um í heiminum. Tí hvør annan kann umboða Føroyar enn vit sjálvi. Ongin!

Øll fræls lond arbeiða við síni støðu og sínum málum á altjóða pallinum. Tað síggja fólk í Føroyum nú. At Høgni bara hevur verið so langt frammanfyri sína tíð, ber nútíðin prógv um. Føroyska uttanríkistænastan hevur stórt virði fyri Føroyar, og tað virðið kemur bara at økjast enn meira. Tí lond mugu samstarva og tað á egnum beinum. Soleiðis fáa vit góðar avtalur, sum geva góða vælferð. Og soleiðis kunnu vit eisini stuðla øðrum londum í teirra stríðum.

Seinasta ítøkiliga dømi er góða avtalan, vit júst hava fingið við Kina, sum Høgni hevur slóðað fyri, og eg so fekk skrivað undir. At koma út í heim og uppliva, hvussu stóra virðing tey hava fyri Føroyum og tí, sum vit kunnu samstarva við tey um, er virðismikið at uppliva. Eg hugsaði við mær sjálvum, at høvdu øll fólk í Føroyum bara uppliva hetta, so tað smittaði, so vit sjálvi fingu størri virðing fyri okkara egna. So var leyst og liðugt.

Í tí heimliga politikkinum hava vit loyst nógv stór mál. Møguliga hava vit ikki megnað nóg væl at víst hvørji og hvønn týdning, tey hava fyri fólk. Støðan hevur eisini verið serstøk, tí inflatiónin hevur verið høg. Tíbetur gongur rætta vegin nú, men tað sigur seg sjálvt, at fólk, sum hava minstu fíggjarligu orku, skjótast merkja inflatiónina, serliga høgu matprísirnir, dýru hitarokningarnar og ikki minst bæði bústaðarútreiðslurnar og býstaðarneyðina.

Vit hava gjørt nøkur átøk at bøta um støðuna og skulu gera enn meira. Skatturin er lækkaður, lønirnar eru hækkaðar heilt nógv. Lønarlyft er givið til starvsfólk á heilsu-, umsorganar-, barnagarðs- og námsfrøðiøkinum, og lønarmunurin millum kvinnur og menn er minkaður. Løn undir útbúgving til Heilsuskúlan kemur nú, barsislskipanin er broytt til tað betra, hjálparpakkar eru veittir, rentan er lækkandi, og pensjónir og veitingar eru hækkaðar.

Tað eru latin 5 nýggj sambýli upp, nýggjar heilsutænastur eru settar á stovn sum t.d. dialysa á SS. Fleiri tænastur eru komnar í Almannaverkinum til børn við avbjóðingum, fleiri verða tikin inn í útbúgving og eitt brekumboð, sum skal bøta um korini hjá fólki, sum bera brek, byrjar nú.

Sjóndepilin er umvældur, og tænastan víðkað. Fleiri og týdningarmikil átøk eru sett í verk at fyribyrgja harðskap í parløgum og nærsambondum eins og rúsviðgerðin hevur fingið betri karmar.

Samferðslan er bøtt við fleiri túrum, og nýggj Kalsoyarferja er á breddanum.  Vit arbeiða við Suðuroyartunlinum, sum merkir lív ella deyð fyri Suðuroynna, Fámjinstunnilin og tunnil til Dals eru við at vera liðugir. Næst er Tjørnuvík.

Húsarhaldsskúlin er við at vera liðugur, og Tekniski skúli fær nýggja aulu. Mentanarøkið er styrkt munandi og má styrkjast enn meira. Tónleikur, sjónleikur og tilfar til børn og ung er raðfest. Varpið, Stórhøllin og Oyggjaleikir hava fingið stuðul, umframt nógvar smærri játtanir til mentanarlívið eru styrktar.

Ferðavinnan veksur og skapar inntøkumøguleikar kring landið. Landbúnaðurin fær nú betri møguleikar at framleiða meira, og breiðar semjur eru í fleiri førum gjørdar. Og soleiðis kundi eg hildið áfram.

Ágangurin á samgonguna er stórur, men vit mugu eisini verða betur at vísa stóru myndina og alt tað góða vit hava gjørt, og her kunnu øll hjálpa til.  Sjálvsagt hava vit avbjóðingar, tað hava øll lond.

Í samgonguni eru vit samd um at brúka restina av skeiðnum til at útvega fleiri bústaðir, at fáa gjørt broytingar í mvg-lógini so ávísar gerandisvørur vera bíligari, og at arbeiða miðvíst við broytingum í ríkisrættarligu støðuni.

Tað er alneyðugt, at Tjóðveldi veksur og fær ungdómin við. Ungdómurin er bæði nútíð og framtíð. Vit ætla okkum í gongd við at fyrireika eitt komandi valstríð longu nú. Ikki tí vit vænta val nú, men tí vit mugu vera miðvís í okkara valstrategi, so vit fáa fleiri tingfólk vald. Tjóðveldi skal ikki vera til at koma uttanum í komandi samgongum. Tað krevur, at vit vaksa, og at vit hava eina breidd í flokkinum, og at vit samstarva væl við allar flokkar. Og tað gera vit. Í landsstýrinum er gott samstarv, og í samgonguni er eisini gott samstarv, hóast onkrar politiskar ósemjur kunnu vera. Tað vil so vera. Og samstarvið við andstøðuna er í mangar mátar fínt. Opinleiki fyri at finna semjur er neyðugur. Ongin fær bara alt tað, man sjálvur ynskir sær í politikki. Øll mugu góðtaka, at onnur eisini fáa okkurt. Soleiðis er tað.

Olympisku leikirnir- loysing krevst

Nato- loysing krevst

Norðurlandaráðið- loysing krevst

Eurovision- loysing krevst

Nammco- loysing krevst

EFTA- loysing krevst

ST- loysing krevst

ES- loysing krevst

Føroyar- loysing krevst

Henda beinrakna tekstin hoyrdi eg ein dagin í útvarpinum. Tónleikabólkurin GØ spældi til. Eg bleiv so kløkk. So einfalt kann tað sigast. Vit eru ikki til, um vit ikki loysa. Føroyar- loysing krevst.

Fyri at vera til í altjóða samfelagnum mugu vit vera eitt sjálvstøðugt land. Tað er tað, vit fara eftir. Tað nyttar ikki at blíva við at fáa allan heimin at broyta seg so, at vit kunnu passa inn, og kanska kunnu luttaka allíkavæl.

Vit hava sama tilverurætt sum øll onnur lond, og okkara vakra Merkið skal veittra frítt um allan heim. Soleiðis sum vit síggja og skipa okkum, soleiðis verða vit sædd av umheiminum. Vit eru eitt land, eitt fólk, ein tjóð. Ikki ein landslutur hjá nøkrum øðrum. Vit eru Føroyar.

Í løtuni eru samráðingarfundir millum allar flokkar um, hvussu okkara framtíðar ríkisrættarliga støða skal síggja út. Tað er breið semja um, at broyting skal til. Semja er um, at okkum tørvar størri heimildir á uttanríkispolitiska økinum, at fáa teir limaskapir vit ynskja okkum, og at londini skulu vera javnsett. Júst hvussu, hetta kemur at enda, er ov tíðliga at siga, men fyri okkum hevur staðfesting av sjálvsavgerðarrættinum alt at siga. At vit vera ein sjálvstøðug tjóð, sum kann samstarva við Grønland og Danmark um ávís øki, soleiðis at londini verða javnsett og kunnu gera sáttmálar um ymisk samstarvsøki.

Seta vit ikki sjálvi treytirnar, er vandi fyri, at onkur ger tað fyri okkum. Soleiðis sum heimurin sær út í dag, har heimsins leiðarar bæði loypa á onnur lond og tosa um, hvussu teir kunnu leggja onnur lond undir seg, so mugu og skulu vit hava ræði á okkum sjálvum. Føroyingar skulu hava fullan sjálvavgerðarrætt. Og tað skal vera fráboðað ST.

Eg vil fegin eisini vísa á, at vit sum flokkur fult stuðla Grønlandi í teirra truplu støðu. Tað meldaðu vit eisini út beinanvegin, sum úttalilsini komu um at taka Grønland. Tað er bara fólkið í Grønlandi, sum eigur avgerðina um framtíðarstøðu Grønlands, eins og tað bara er fólkið í Føroyum, sum eigur sjálvsavgerðarrættin her heima.

Fundur landana millum verður aftur í juni, og vit fyrireika okkum miðvíst og væl til hetta. Tað verður spennandi, hvussu leikur ferð. Men aftur her krevst, at vit standa saman um einar sjálvstøðugar Føroyar.

Góðu tjóðveldisfólk

Søgan um humlubiina, sum ikki átti at kunna flogið, men ger tað allíkavæl, og ongin veit hví, er tiltikin. Soleiðis er á ein hátt søgan um Føroyar. Munurin er bara, at vit vita hví. Vit vita, hví vit ferð eftir ferð megna tað ógjørliga. Tað er styrkin og samanhaldið í landinum og røsku fólkini, sum borin av dirvi og áræði tora at droyma stórar dreymar fyri síðan at arbeiða gróthart fyri at fáa dreymarnar til veruleika.

Tak bara dømini um, at vit í Føroyum, áleið 55.000 fólk, hava egið symfoniorkestur. Havi egið mál og egna mentan. Hava vinnufyritøkur í heimsflokki. Hava internet og talgilding í heimsflokki. Hava flest undirsjóvartunlar eftir fólkatalinum nakrastaðni. Hava mentafólk, sum virka á heimsins pallum. Hava egið flogfelag, skúlar, sjúkrahús, universitet o.s.fr. Hava ítróttafólk, sum bjóða bæði Europa og heiminum av. Tak hondbóltin, har bæði kvinnur og menn hava spælt seg víðari. Tað er heilt heilt ótrúligt. Vit hava í veruleikanum alt, sum skal til fyri at klára okkum væl, og afturat hesum búgva vit í heimsins kova. Hvat hava vit at óttast. Onki!

Mong hava roynt at lýst Føroyar, og hvat Føroyar er fyri nakað.

Hetta lítla landið við tí stóra og víða havríkidøminum og mongu mentaðu fólkunum. William Heinesen lýsti í Glætaðu Spælimonnunum Føroyar sum eitt sandskorn á gólvinum í eini veitsluhøll. Hann lýsti, hvussu man við at hyggja nærri eftir sandskorninum gjøgnum eitt lesiglas kundi síggja ein heim við fjøllum, dølum, firðum og sundum, fólkum og húsum. Og soleiðis er – ein stórur heimur fyri okkum, hóast smá á heimskortinum. Hyggja vit enn nærri, síggja vit hesi 55.000 fantastisku menniskju, sum hvønn dag byggja land og skapa okkara framtíð, samstundis sum tey økja um lívsgóðskuna hjá okkum øllum.

Og tað sigur okkum eisini, at tað vit seta okkum fyri og arbeiða hart fyri, tað megna vit.

Fyri meg sum menniskja er Føroyar eisini ein kensla av at hoyra til. Kenslan av tryggleika og heima. Her havi eg tað gott, og her er gott. Her er alt tað, eg eri góð við.

Nú er tann stundin komin, at vit bjóða okkara dýrabara landi ta sømd, at tað verður viðurkent av øllum heiminum, so vit kunnu flagga frítt um landamørk og høv.

Tá er stríðið vunnið, og ein nýggj tíðarlinja byrjar fyri okkum øll, har “lívsdygdin altíð er eyðsýnd í Føroya fólksins sál”.

 

Takk fyri og gott floksting 😊

 

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad