Lýsing

BÝRÁÐ FYRI BORGARAN…

Minnast tú Fossdalsgjógv, fríøkið við Sandá, Parkeringshús í Bøkjarabrekku, Sund?

Á býráðsvalinum í 2020 fór Javnaðarflokkurin á val við herrópinum “Býráð fyri borgaran”.

Nú skuldi lurtast eftur íbúgvunum í kommununi og frástøðan millum fólkið og býráðið skuldi minka. Javnaðarflokkurin fekk 44 prosent av atkvøðunum, kom í samgongu og fekk borgmeistaran.

Men hvussu eydnaðist hugtakið: “býráð fyri borgaran”?

MATSTOVA VIÐ FOSSDALSGJÓGV

Tíðliga í valskeiðnum kom ein ætlan á borðið um at byggja matstovu við Fossdalsgjógv.

Men fólkið á staðnum var í móti: bæði staðbundna nevndin fyri Kirkjubø og Velbastað og eisini hálvtannaðhundrað fólk, sum skrivaðu undir mótmælisskriv.

Býráðið lat málið fara víðari í skipanini. Ætlanin varð tó steðgað av yvirfriðingarnevndini.

…livdi býráðið upp til herrópið “Býráð fyri borgaran”?

 

FRÍØKIÐ VIÐ SANDÁ

Mest umrødda kommunumálið í mong ár var stóra fólksliga ynskið at varðveita eitt fríøki við Sandá, sum førdi til, at fylkingin “Varðveitið fríøkið við Sandá” varð sett á stovn – og 2000 fólk skrivaðu undir áheitan at lata økið fáa frið. Eisini feløg sum Havnar Hugni, Sílaveiðifelagið og FNU mæla í móti.

…livdi býráðið upp til herrópið “Býráð fyri borgaran”?

 

PARKERINGSHÚS MILLUM BØKJARABREKKU OG KONGAGØTU

Í valstríðnum í 2020 varð sum valagn nýtt, at parkeringstrupulleikarnir í býnum skuldu loysast við at gera parkeringstunnil undir Havnini. Eitt sløð av peniningi varð játtað, men so hendi ikki meira.

Men, tá ið ein privatpersonur søkir um loyvi at byggja íbúðir í økinum millum Bøkjarabrekku og Kongagøtu, sær meirlutin í býráðnum ein møguleika. Støðan er, at henda íbúðarætlanin krevur, at byggisamtyktin í økinum verður broytt, og tað er býráðið sinnað til at gera – tó við teirri treyt, at byggiætlanin verður víðkað til eisini at umfata, at parkeringshús verður gjørt undir íbúðunum.

Tá ið hetta kemur fram, mótmæla oman fyri 1000 fólk og hoyringsskriv verða latin inn. Men býráðið letist ikki um vón.

…livdi býráðið upp til herrópið “Býráð fyri borgaran”?

 

SUND

Eitt annað dømi um, at borgarar verða skúgvaðir til viks, er handfaringin av økinum omaná grótkastinum eystan fyri Sundsá í mun til útleigan.

Sama er galdandi fyri leingjanini av sáttmála til asfaltverk. Hetta, hóast borgarar vísa á, at asfaltverkið varð endurbygt uttan byggiloyvi, at dagførd umhvørvisgóðkenning ikki var fingin, og at tað er brot er á umhvørvisregluna hjá Tórshavnar Kommunu um frástøðu frá vandamiklum virki.

Heldur ikki bóndin, sum býr 50 metrar frá asfaltverkinum, varð partshoyrdur, hóast at talan er um ídnað, sum inniheldur bitumen, sum er undir illgruna at vera krabbameinselvandi.

Lagt skal verða afturat, at kommunala eftirlitið eisini hevur verið uppi í málinum og hevur staðfest, at Tórshavnar Kommuna í hesum sambandi hevur framt brot á byggilógina

Vit spyrja aftur, :“Býráð fyri borgaran”…?

 

SKULU BORGARAR HAVA ÁVIRKAN MITT Í EINUM VALSKEIÐI?

Samanumtikið tykist tað vera eitt gjøgnumgangandi mynstur í arbeiðsháttinum hjá býráðnum, at borgarar kenna seg ikki at verða hoyrdar.

Um hetta er ætlaður mótvilji ella bara vantandi tilvitan um hoyringsmannagongdir og rættindi í tí sambandi, er kanska ikki so lætt at siga.

Men í øllum førum eru dømini um ónøgd nógv. Nýggjasta dømi er byggimálið í Hvannasundsgøtu.

Eisini ljóðar at ónøgd er um, at Eldraráðið verður ikki hoyrt ella tikið upp á ráð í eldramálum. Sama er galdandi fyri staðbundnu nevndirnar.

Hinvegin kanst tú siga, at vit velja eitt býráð at stýra í eitt fýra ára tíðarskeið og so mugu vit lata tey, sum verða vald, arbeiða í frið. Og vit eiga at góðtaka, at eitt býráð tekur avgerðir, sum ikki hóva øllum.

Men, tá ið talan er um avgerðir, sum beinleiðis hava neiliga ávirkan á viðurskifti hjá borgaranum, eiga vit at lata borgaran koma til orðanna og geva honum møguleika at tala sína søk.

Men, um borgarin upplivir at hoyringsskriv ella mótmæli so gott sum ongantíð verða tikin til eftirtektar, so geva hesar hoyringar onga meining.

Úr einum demokratiskum sjónarmiði kann tað heldur ikki vera rætt, at kommunan – felagsskapurin hjá øllum – ongantíð fer í eitt opið, álitisfult og veruligt samskifti við borgarar um aðrar loysnir.

Fyri demokratiið er tað beinleiðis vandamikið, at borgarin fær kensluna av, at hansara meining ikki hevur týdning. Tað førir til líkasælu og fremmandgering og máar burtur av fólkaræðinum.

Í øllum førum er tað ein politiskur og demokratiskur veikleiki, at mál bara, arrogant, verða “koyrd” í gjøgnum. Hetta er eitt politiskt stórlæti, sum íbúgvar, borgarar, í dag ikki longur góðtaka.

Astrid Lindgren sigur tað so væl:

“Når mennesker med makt sluter at lytte til folk, da er det på tide at bytte dem ut”

Jón Kragesteen, valevni fyri Tjóðveldi

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad