Lýsing

Floksting 2022

Floksting Tjóðveldis 2022 verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fríggjadagin 29. og leygardagin 30. apríl.

 

Fyrsti flokstingsdagur

Flokstingið byrjar kl. 19 fríggjakvøldið, tá Rógvi Nybo aðalstjórnarformaður setir tingið.

Kl. 19.30 verður flokstingið skipað við tingformanni og tingskrivara, og sum siður er verður yvirlýsingartoymi valt.

Á skránni fríggjakvøldið er framløga av roknskapi, umrøða av innkomnum málum og atkvøðugreiðsla.
Fríggjakvøldið endar við vali álitisfólkið í aðalstjórn og grannskoðara.

 

Annar flokstingsdagur

Flokstingið heldur áfram leygarmorgunin kl. 8.30 við morgunmati. Kl. 9.30 verður formansfrágreiðing, og eftir formansfrágreiðingina verður politiskt orðaskifti um formansfrágreiðingina og politisku mál floksins.

Unga Tjóðveldið leggur frágreiðing fram kl. 11.30

Eftir matarsteðgin á middegi leygardagin, kl. 13.00 heldur politiska orðaskfti fram.
Seinnapartin klokkan 14.00 verða innlegg við gestarøðara, evni er: Tjóðveldi og hvussu flokkurin klárar seg í politiska meldrinum.

 

Stroyming

Formansrøðan verður stroymd á heimasíðu og facebook síðu floksins.

 

Veitsla

Um kvøldið verður veitsla fyri øllum tjóðveldishugaðum, eisini í Mentanarhúsinum, góður matur, felagssangur, undirhald, røður og felagssangur. Eftir borðhaldi verður føroyskur og enskur dansur.
Tilmelding fer fram við at flyta kr. 350 fyri veitsluna á 9181 1260253

Skráin:

Fríggjadagur 29.apríl

19.00   Rógvi Nybo, aðalstjónraformaður setur flokstingið
19.15   Mentanarlig framførsla
19.30   Tingið skipar seg við tingformanni, tingskrivara  og  yvirlýsingartoymi
20.00   Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram til góðkenningar
20.30   Steðgur
20.45   Komandi valstríð – fyrieikingar
21.00   Umrøða av innkomnum uppskotum og atkvøðugreiðsla
22.00   Val av álitisfólkið og grannskoðarum

Leygardagin 30.apríl
08.30   Morgunmatur
09.30   Formansfrágreiðing, Høgni Hoydal floksformaður – verður stroymd á Facebook og heimasíðu floksins.
10.15   Politiskt orðaskifti um formansfrágreiðing og politisku mál floksins
11.30  Kunning frá Unga Tjóðveldið
12.00   Matarsteðgur
13.00   Politiskt orðaskifti framhald
14.00   Innlegg og kjak; Tjóðveldi og politikkur floksins í politiska meldrinum
15.00  Steðgur
15.15  Orðaskifti – framhald
17.00  Yvirlýsing
19.00  Veitsla

 

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X