Lýsing

OKKUM TØRVAR 8. MARS

Okkum tørvar hægri løn til lágløntu “kvinnustørvini”!

Okkum tørvar fíggjarliga javnstøðu, eisini á ellisárum!

Okkum tørvar kvinnur í landsstýrið!

Okkum tørvar fleiri kvinnur í kommunustýri og í Løgtingið! 

Okkum tørvar fleiri kvinnur í leiðslu í vinnulívinum!

Okkum tørvar, at kvinnur og menn saman lyfta arbeiðið í familjuni við børnum og gomlum foreldrum!

Okkum tørvar altjóða samhaldsfesti og stuðul til kvinnur kring allan heim, ið verða kúgaðar av gamlari siðmentan!

Okkum tørvar framvegis 8. mars til at seta fokus á vantandi javnstøðu!

”Tað er ikki kynið, men førleikarnir, ið telja!” “Eg kann ikki velja eina kvinnu, bara tí at hon er kvinna!” Aftur og aftur hoyrist hetta. Men, er tað nú veruliga oftast førleikarnir, ið telja? Og, um nakar yvirhøvur velur eina kvinnu ”bara tí hon er kvinna”, hvussu ber so til, at væl færri kvinnur verða valdar enn lutfallið á listunum? Hagtøl vísa, at kvinnur í eins stóran mun velja kvinnur og menn, ímeðan menn í 3 av 4 førum velja menn.

TÍMA KVINNUR IKKI í LANDSSTÝRIÐ?

Hyggja vit at teimum 16 kvinnunum, sum hava sitið í landsstýrinum, so hava tær í flestu førum verið væl útbúnar. Vit hava ofta sæð og síggja, at menn verða valdir framum kvinnur, uttan at tað av røttum kann sigast at hava verið grundað á bakgrund og førleikar. Menn hava nú einaferð lættari við at velja menn. Sitandi landsstýri er eitt klassadømi um tað! At kvinnurnar ikki eru at finna ella ikki vilja taka av møguleikanum, er eftir míni besti sannføring ikki satt! Uppá fáar minuttir klári eg at finna fleiri nøvn á kvinnum á borgarliga veinginum, sum eru væl skikkaðar til sess í landsstýrinum – í fíggjarmálum, almannamálum, vinnumálum og fiskivinnumálum, har útskifting hevur verið. Tað var ikki væntandi royndir ella førleikar, sum forðaði teimum, men leiðandi menninir í teirra flokkum. 

”Tær vilja jú ikki stilla upp”, siga hesir flokkar. Men, fleiri flokkar eru, sum ongan trupulleika hava við at finna eins nógvar kvinnur sum menn á listarnar. Men sjálvandi vilja kvinnu helst stilla upp har, sum tær síggja, at tær hava javnbjóðis møguleika, at gera seg galdandi. At stilla upp fyri flokkar, sum beinleiðis flagga við, hvussu teir sigla uttanum royndu kvinnurnar í egnum flokki, hava tær flestu nokk ikki hug til. 

UM 10 (ella 100!) ÁR

Var 13 ára gomul, tá fyrstu kvinnurnar, Karin Kjølbro og Jona Henriksen, í 1978 vórðu beinleiðis valdar á ting. Var 20 ár, tá fyrsta kvinnan, Jóngerð Purkhús, kom í landsstýrið. 30 ár eftir, at fyrstu kvinnurnar vórðu valdar, fekk eg sjálv hendan heiður, sum tá varð fallin einans 16 kvinnum í lut. Nú, 14 ár seinni, eru 28 kvinnur samanlangt valdar á ting –  í meira enn 100 ár. 

Sjálvandi snýr javnstøða seg um so mangt annað, enn talið á fólkavaldum kvinnum. Tann djúpt órættvíst lága lønin fyri størv, sum kvinnur í stóran mun røkja, er ein hin størsta avbjóðingin,  vit hava. Kvinnur eru eisini í nógv størri fátækraváða á ellisárum. Kvinnur taka sær framvegis í nógv størstan mun av húsi, heimi, foreldrum osfr. Og kring allan heim verða gentur og kvinnur kúgaðar – orsakað av sínum kyni. Her er ivaleyst hjá okkum høgt priviligeraðu at royna at gera nakað við. 

Og ja, eisini menn eru við sviðið soð á summum økjum, ikki minst í mun til rættindi til síni egnu børn. Javnstøða er eisini javnrættindi millum kynini á hesum øki. 

8. mars er altjóða stríðsdagurin hjá kvinnum. Aftur í ár hugsa vit við takksemi um allar tær og nakrir teir, sum slóðaðu fyri, so vit í dag eru komin so nógv longri fram á leið – hóast málið um fulla javnstøðu langt ífrá er rokkið. 

Vónandi merkir størri javnstøða eisini meira friður og minni kríggj!

Góðan 8.mars øll somul!

Bjørt Samuelsen

løgtingskvinna

Deil hesa grein umvegis
468 ad