Lýsing

Røða hjá Anniku S. Biskopstø á Doktaragrund 2021

Góðu tit! 

Sum tað er stórt at skoða hesa vøkru fjøld í kvøld- og at fáa møguleikan at flyta fram røðu. 

Til seinasta val varð eg biðin um at stilla upp.. fyri Tjóðveldi.. Til Klaksvíkar Býráð..

Eg spurdi meg sjálva. Kundi eg gera nakað fyri ein flokk, sum var í  tungum sjógvi norðanfyri. Vildi nakar lurta eftir mínari hugsan.  Og hví skuldi uppstillingin eisini vera flokspolitisk. Snúði býráðpolitikkur seg ikki um heilt annað.. enn fiskivinnu og loysing.   

Men eg fór  á listan og vildi eg tala fyri at vit velja føroyskar loysnir og verja umhvørvið. Og við eini bakgrund innan humanoria, eisini altíð at seta menniskja í miðdepilin… og so hevði eg eina vón og væntan um, at tað eftir kommunala mátistokkinum var passaliga stutt frá tanka til handling!

So tað var altso ikki fyri at loysa Klaksvíkar kommunu frá restina av landinum, at eg valdi at stilla upp. 

Á hesi tignarligu grund vil eg røða sum býráðslimur og smábarnamamman, sum fyri nøkrum árum síðani nam sær útbúgving í Danmark – og flutti heim til Føroyar orkufull og opin.  

Heim til eitt ríkt land. Har vit sjálv skapa tey stóru virðini. Har vit eru errin av okkara mentan  og standa saman – tá harðast leikar. 

Og pengar er ikki alt. Vit mugu ansa eftir at vit ikki drukna í vøkstri og vælferð. Vit eru skapandi og framtakshugaði menniskju, men tað veruliga ríkidømi eru relatiónirnar í millum okkum og tilfeingið eigur eisini stundum gangnast í minni støddum. 

Í mínum nærumhvørvi eru framvegis útróðrarfólk og bøndir, sum veiða og framleiða góðan mat. 

Lokalt framleiddur matur gagnar umhvørvinum, tí maturin hevur ikki ferðast langa leið. Somuleiðis vísir tað seg, at vit virða matin meira, tá vit vita, hvagani hann kemur, og oyðsla minni.. og hví skulu vit á 62 gradir norður flyta vatn uttan úr heimi – fyri at koma í neyð av plasti og øðrum burturkasti. Sjálvandi skulu vit stuðla føroyskari framleiðslu. Hon ger okkum meiri sjálvbjargin. Men eisini ríkari.  

  

Omma mín gekk einans sjey ár í skúla. Og hon dugdi at endurnýta. 

So hví skulu vit, eftirhondini høgt útbúnir føroyingar, ikki klára at slóða fyri tí grønu leiðini.   

Vit eiga heldur ikki í blindum at innflyta útlendskar loysnir uppá m.a. spælipláss og grøn økið, vit hava so nógv gott í okkara egnu nattúru. Vit skulu heldur royna at hyggja íkring okkum – og fáa íblástur frá hesum. 

Mín vón er eisini, at vit klára at enduruppfinna eitt meiri savnandi býarrúm. Har tað ikki bara snýr seg um at finna eitt parkeringspláss til bilin, so tætt við, sum gjørligt (ella at koyra ígjøgnum). Vit skulu koma hvørjum øðrum við. Tað kann gerast við býartetting og góðum sniðgøtum í millum býlingar, so vit nattúrliga lata bilin standa viðhvørt – og fáa skapt nakrar betri heilsu vanar.

Heilsan hjá bæði tær og mær verður ring at gera upp í pengum.

Øll vita vit, at materialistan ger okkum ikki eydnusamari. Men tað ger hinvegin tað góða grannalagið. Gerandisdagurin, har vit kunnu reika og hugsa frítt og vera og gera ymiskt.  At vit tora at lata upp okkara dyr. At vit vilja taka væl ímóti hvørjum øðrum og eisini teimum sum ynskja okkum og okkara land. 

Sum nútímans menniskju verða vit altjóðagjørd. Tað eru globalir streymar allastaðni. Og tað er gott at vera heimsborgari. (og føroyngar eru allastaðni – vit kunnu bara taka háaktuella OL dømi fram).

Men eg haldi ikki, at vit ókritiskt skulu seta stórar reklamuskermar upp, sum blenda okkara eygu og tilvit og royna skapa eitt býarrúm, sum hevur referancur til onkran milliónbý. Nei, latið okkum heldur prýða teir tómu betongveggirnir við hugtakandi veggjalist, sum fær okkum at undrast og steðga á. 

Vit eiga eisini, í størstan mun, at varðveita og vera góð við gamlar søguligar bygningar, sum hava verið við til at skapt okkara samleika og givið okkum so nógv. Komið og roynið og endurnýtið teir og sigi søgurnar av nýggjum.

Kanksa var hetta tí eg fór uppí politikk. Góðtrúgvin og vónrík. Og endaði sum einasta tjóðveldisumboð í einum samgongusamstarvi, sum ikki var roynt áður.  

Men.. og her er eitt men..

Í Klaksvík eru sum kunnugt nógv fólkafloksfólk. Tey havi eg ongar trupulleikar av.  Og borgarstjórin, ið varð valdur fyri sambandsflokkin, vil eisini øllum borgarunum tað besta. Og hví skuldi eg ikki kunna samstarvað við vælmeinandi javnaðarfólk og sjálvstýrisfólk í andstøðuni?

 

Tey fólkavaldu umboða jú bara ymiskleikan í samfelagnum – nakað sum er so týdningramikið og grundleggjandi. Hvørji virði vit sum bólkur og einstaklingar hava, hvørji vit ynskja at samanbera okkum við, hvørja framtíð vit byggja á og hvussu vit nú einaferð fata og skilja lívið. 

 

Tað eru ikki politikarar úr øðrum flokkum, sum troytta meg í starvinum. Men.. og nú kemur men-ið aftir: Heldur nakrar skipanir, sum føroyska samfelagið hevur megnað at skapt – ella fingið trýst omanyvir seg, sum eru ógvuliga tungar at dansa við.  

 

Lat meg fortelja eina søgu frá mínum unga politiska lívi.

 

Í vár varpaði Klaksvíkar kommuna ljós á fólkaheilsuna og umhvørvið. Vit høvdu ymisk tiltøk í býnum undir heitinum “Virkið vár”.  Í hesum sambandi skuldi eg hava nakrar urtagarðskassar settar upp í býnum, sum skuldu fríðka um, men eisini geva barnagarðsbørnunum, ið ansa skuldu eftir blómunum og grønmetinum, grønar fingrar og eitt gott høvi at verða saman, virkin og hugbundin. Øll vóru vit uppá tað! Politikarnir vóru at kalla á einum máli um hugskotið, umsitingin tók eisini væl ímóti ætlanini, leiðarar og pedagogar vóru glaðir, børnini spent og gartnarin var við.

 

Men sjálvandi skal alt gerast rætt og tí varð spurt … 

Er hetta eitt býarskipanarøkið? Ella kanska eitt heilsu- og trivnaðarmál? Skuldi hetta møguliga bókast sum eitt sosialt tiltak? Ella skal peningur finnast á eini umhvørvis konto?

Skuldi eg tosa við mentanarstjóran, trivnaðarstjóran ella tekniskastjóran.. ella var tað nú barnaansingarsamskiparin? Hvør nevnd ella mynduleiki hevði heimild at játta neyðuga peningin?

 

Jú, eg slapp at renna tí eini deildini til ta næstu. Frá fundi til annan.

Ímeðan eg hugsaði: “hvussu kunnu nakrir urtagarðskassar gerast so truplir?” Tað, sum átti at verið avgreitt ein fyrrapart, við einum kranabili og einum góðum arbeiðsfólki, skuldi í gjøgnum eitt tung umsitingarligt maskinarí, sum mundi taka vikur.

 

Eg vóni veruliga, at vit í tí fyrisitingarliga partinum klára at uppfinna nakrar meiri smidligarar skipanir, sum ikki taka virkishugin frá bæði politikarum og umsiting. 

 

Hava vit ráð til so nógv óneyðugt pappírarbeiði, so hava vit eisini ráð til eina nógv styttri arbeiðsviku. 

Tað er so nógv annað meiningsfult at brúka tíðina til, enn fundir og kontórarbeiði, sum er av ivasomum týdningini. 

Barnagarðirnar mangla hjálpsamar hendur og eldriøkið kann altíð brúka fleiri fólk. Tað hevði verið gott, um vit eisini góvu okkum betri stundir til børnini og tey gomlu í samfelagnum. Tey eru jú framtíðin og sjálvt grundarlagið.   

Tað finst sjálvandi eitt ótal av øðrum smáum, men munandi ábøtum, ið vit bæði kunnu og skulu gera, um vit ynskja, at grannaløg og býarrúm gerast grønari og meira livilig í tí dagliga. Men tað krevur ein hugburð um, at tær góðu loysnirnar ikki koma dettandi niður úr himli… ella úr Danmark. Eg trúgvi, at hetta er ein av kjarnuboðskapunum í loysingarrørsluni, sum bæði er galdandi fyri kommunurnar og sum heild okkara land: At vit mugu skipa okkum sjálv og ikki bíða, inntil onkur annar loysir avbjóðingarnar fyri okkum.     

Tað gera vit saman! Vit eru fólkið og framtíðin. 

Takk fyri at tit lýddu á og góða ólavsøku!

Deil hesa grein umvegis
468 ad