Lýsing

Mátturin má ikki takast úr SEV! 

Nú frættist úr landsstýrinum, at SEV skal pettast sundur og ikki longur sleppa at vera við í útbyggingini av varandi orku og eisini í øðrum lutum avmarkast. Hvørjum skal hetta tæna?  

SEV, sum kommunurnar, og harvið vit øll eiga, má hava fíggjarligu og fakligu styrkina til at vera drivhjólið í grøna orkuskiftinum. SEV skal ikki privatiserast – hvørki heilt ella lutvíst! Vit eiga at standa saman um eitt sterkt SEV, samstundis, sum treytirnar fyri, at fleiri aktørar skulu kunna framleiða bíliga orku, skulu gerast so góðar, sum til ber.  

Grøna orkuskiftið krevur, at øll eru við til at lyfta. Vit tosa um milliarda íløgur, og her er ríkiligt rúm fyri og tørvur á fleiri framleiðarum. Hesir skulu í fair og javnari kapping kunna bjóða seg fram at framleiða streym. Pláss skal eisini vera fyri smáum framleiðarum, sum framleiða til egna nýtslu, og kunnu selja yvirskotsorkuna inn á netið, eftir rímiligum treytum. Og SEV skal ikki útihýsast, sum ætlanin hjá landsstýrinum nú tykist vera. 

Fokusið hjá okkum má vera at koma skjótast og bíligast á mál við at gerast grøn á landi. Hjá landsstýrinum tykist fokusið aftur og aftur at vera at tryggja teimum privatu køkuna – og tað kann lættliga blíva dýrt fyri okkum øll, eisini fyri vinnuna kring landið, um ein hin fremsti kapasiteturin á elorkuøkinum verður geldur. 

At netið verður lagt í sjálvstøðuga eind undir SEV, eigur at verða gjørt, um tað førir til, at landins borgarar fáa bíligari orku og at størri ferð verður sett á grøna orkuskiftið. Men, at nokta SEV at eiga og reka framleiðslueindir og at vera við í kappingini um at bjóða uppá útbyggingar av orku, tað verið seg vind, sjóvarfals-  ella sólorku, er ikki klókt.  

Og at kommunurnar nú skulu til at stovna og byggja upp eitt nýtt kommunalt felag til at reka verandi vindorkuframleiðslu hjá SEV tykist høpisleyst. Hvørjum kann tað tæna at taka máttin úr SEV? Borgarunum í Føroyum? Orkuskiftinum? Vinnuni kring landið? Neyvan!

At gerast sjálvveitandi við grønari orku førir okkum nærri einum sjálvberandi búskapi og tænir okkara ábyrgd fyri umhvørvinum. Hetta krevur dygg tøk frá politiskari síðu. At petta sundur SEV, sum í ættarlið hevur tryggjað føroyingum kring alt landið streym, og sum í dag hevur fremstu førleikar at útbyggja streymorkuna, er ikki rætti vegurin.  

Málið má vera, at tryggja borgarum og vinnuni kring landið bíligan grønan streym. Og at halda fast í, at streymprísurin skal vera hin sami fyri øll, uttan mun til, hvar í landinum ein býr. 

SEV er í dag ein sterkur og framfýsin orkustovnur, og vit fara ikki at góðtaka, at mátturin verður tikin úr SEV! Men vit vilja sera fegin samstarva við allar kreftir, sum eru til reiðar at seta ferð á eitt grønt orkuskifti, sum gagnar fólki og vinnu kring landið. 

Bjørt Samuelsen, framsøgufólk í orkumálum

Tjóðveldi

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad