Lýsing

Nevndin í Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevur nógv á skrá

Mikukvøldið 19. mai var aðalfundur hjá Eysturoyar Tjóðveldisfelag í húsunum hjá Bátafelagnum á Bakka á Glyvrum.

Aftaná vanligu fundarskránna, vóru Beinta Løwe og Hervør Pálsdóttir, tingkvinnur, komnar at greiða frá virkseminum á tingi, og at hoyra hvat rørdi seg millum tjóðveldishuga í Eysturoy. Tær løgdu eisini upp til kjak, og fundarfólki tók væl undir. Politiska støðan og støðan hjá flokkinum vóru uppi at venda, og fundarfólkið hevði nógv uppá hjartað, so kjakið gekk lystiliga aftur og fram. Tobbi var eisini á fundinum og hevði eisini íkast til kjakið.

Felagið hevur ikki verið serliga virkið í seinastuni, og tað er nakað síðani, at nakað tiltak seinast var fyriskipað. Men ætlanin er at hava fleiri tiltøk við tí endamálið at savna loysingarfólk í Eysturoy um tjóðveldishugsjónina.

Nývalda nevndin, sum skipaði seg beint eftir fundin, sær soleiðis út: Kristina Gry Berg, forkvinna, Fríðfinnur Johnsson, næstformaður og skrivari, Herbert Olsen, kassameistari, Tóki Høghamar, Jóhan Heiðrikur Mouritsen, Dia Ellindsson og Bernhard Samuelsen eru nevndarlimir.
Eykalimir eru Hallur Ellingsgaard og Olaf í Garði Joensen.

Eysturoyðar Tjóðveldisfelag

Deil hesa grein umvegis
468 ad