Lýsing

Yvirlýsing – floksting 2021

Vit ráða yvir egnum landi

Vit eiga fjøllini, loftrúmið, havið og avgera, hvat tey skulu brúkast til, og hvussu vit verja tey. 

Tað er bert Føroya Løgting, sum ger av, hvat skal henda hernaðarliga í Føroyum. Vit sjálvi standa fyri at verja føroysk áhugamál og ikki áhugamálini hjá nøkrum øðrum landi. 

Avtalur, sum geva tjóðum og felagsskapum sømdir her á landi, gera vit sjálvi og gera tær beinleiðis “on the behalf of the Government of the Faroe Islands”.

Ríkisveitingin má burtur

Føroyski búskapurin hevur blómað, meðan vit hava spart dønum minst 23 milliardir krónur. Tíðin er komin at fría okkum frá teim seinastu 641 milliónunum. Tjóðveldi fer undir hetta, so skjótt vit koma aftur í stjórn.

Náttúran, børnini og vit

Taka vit okkum av náttúruni, tekur hon sær av okkum. Okkara børn skulu hava tætt samband við náttúruna, so tey vilja og duga at ansa eftir henni. Verja vit náttúruna, verja vit Føroya fólk. 

Sjálvbjargni og burðardygd

Vit skulu framleiða nógv fleiri landbúnaðarvørur og gerast sjálvveitandi við grønari orku.

Tann gloymdi parturin av fiskivinnuni

Útróður og virðisøking á landi – sum er tann gloymdi parturin í fiskivinnuni – skulu hava betri vinnuligt grundarlag. Útróðurin skal hava frið at virka á landleiðini og hava størri vinnugrundarlag. Nýggj átøk skulu gerast fyri, at botnfiskur kann virðisøkjast munandi meira í Føroyum.

Øll eiga rætt til tryggan bústað

Tjóðveldi vil, at almennir bústaðir skulu halda himmalhøgu bústaðarprísunum niðri, og ikki byggja á avkastkrøv til íleggjarar og Bústaðir. Vanligar familjur skulu kunna seta føtur undur egið borð við vanligari løn kring alt landið.

Lønarójavnin má burtur

Lønin skal hækkast og arbeiðsviðurskiftini betrast hjá fólki, sum starvast innan heilsu-, røktar – og dagstovnaøkið.

Vit skulu útbúgva munandi fleiri fólk innan hesi øki.

Á flokstingi Tjóðveldis í Sørvági 22. mai 2021

Deil hesa grein umvegis
468 ad