Lýsing

Floksting Tjóðveldis 2021 – Sjálvbjargið fólk, vinna og vælferð

Floksting Tjóðveldis 2021 verður í marghøllini í Sørvágs skúla vikuskiftið 21. og 22. mai, undir heitinum: “Sjálvbjargið fólk, vinna og vælferð”

Flokstingið er evsta vald floksins og harvið árligi fundurin, har tjóðveldisfólk savnast, fyri at taka samanum og seta út í kortið av nýggjum. Fríggjakvøldið verður skipanarparturin avgreiddur.

Tann gloymda vinnan og teir ótroyttu møguleikarnir

Leygardagin setur Tjóðveldi kikaran á, hvussu vit virða og virka okkara ríka livandi náttúrutilfeingi: Hvussu vit skulu umsita tað burðardygt, og hvussu vit kunnu fáa nógv meira virði burturúr, til tess at skapa ein sjálvberandi búskap og eitt sjálvbjargið fólk við bestu matvøruframleiðslu. Tjóðveldi vil við hesum leggja dent á teir partar av okkara vinnu og framleiðslu, sum í politisku skipanini støðugt verða gloymdir, goymdir burtur og fáa vánaligar sømdir:

  • Virðisøkingin á fiskavirkjunum kring landið
  • Útróðrarvinnan
  • Og at virka dygdarmatvørur úr okkara egna tilfeingi.

 

Triggir gestarøðarar fara at siga sína erligu hugsan um støðuna og geva íblástur og boð uppá, hvat vit eiga at gera:

 

  • Jens Martin Knudsen, framleiðslustjóri á fiskavirkinum Vaðhorn á Strondum
  • Finnbjørn Vang, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna
  • Gunnhild Dahl Niclasen, sum á fleiri pallum slóðar fyri og starvast við burðardyggari matvøruframleiðslu

Um kvøldið verður kvøldseta fyri øllum tjóðveldisáhugaðum. Tekning til kvøldsetuna fer fram á flokstinginum fríggjadagin og leygarmorgunin.

Skráin:

Fríggjadagur 21. mai

19.00   Gunnhild Dahl Niclasen, aðalstjórnarforkvinna setur flokstingið

19.15   Mentanarlig framførsla

19.30   Tingið skipar seg við tingformanni, tingskrivara  og  yvirlýsingartoymi

20.00   Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram til góðkenningar

21.00   Umrøða av innkomnum uppskotum og atkvøðugreiðsla

22.30   Val av starvsnevnd, grannskoðarum og tiltakslimum

Leygardagin 22. mai

08.30   Morgunmatur

09.30   Formansfrágreiðing, Høgni Hoydal floksformaður – verður stroymd á Facebook og heimasíðu floksins.

10.15   Politiskt orðaskifti um formansfrágreiðing og politisku mál floksins

12.00   Matarsteðgur

13.00   Politiskt orðaskifti framhald

14.45   Steðgur

15.00   Gestarøðarar

16.00   Politiskt orðaskifti framhald

17.00   Kunning frá Unga Tjóðveldið

17.30   Yvirlýsing

18:00   Kvøldseta

Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad