Lýsing

Árni heldur fram sum formaður

Nevndin í Vága Tjóðveldisfelag skipaði seg í kvøld, tá hon hevði sín fyrsta fund eftir aðalfundin, sum var mikukvøldið. Nevndin varð afturvald, og í kvøld var so greitt, at býtið av sessunum eisini er hitt sama – Árni Jacobsen úr Miðvági er formaður, Sólvá Jacobsen úr Sandavági er peningarøkil, og Ingolf S. Olsen úr Sørvági er skrivari. Jóhan á Ørg úr Sørvági er eykalimur.

Nevndin er beinanvegin farin til arbeiðis, tí í vár eru fleiri uppgávur at loysa. Limagjøldini skulu fáast inn – ongin orka er løgd í ta innkrevjingina undanfarnu nógvu árini – og flokstingið, sum hesa ferð verður í Marghøllini í Sørvágs Skúla, skal fyrireikast. Eisini skal nevndin tillaga uppskotið um nýggjar viðtøkur, sum var viðgjørt á aðalfundinum.

Nevndin gjørdi á fundinum í kvøld av, at tá hon er liðug at snikka viðtøkuuppskotið til samsvarandi viðmerkingunum á aðalfundinum, verður kallað inn til eykaaðalfund at taka endaliga støðu til viðtøkurnar. Ætlandi skal tað vera áðrenn flokstingið, sum verður 21. og 22. mai.

Deil hesa grein umvegis
468 ad