Lýsing

Samgongan hækkar leiguna hjá fólki – vinningurin skal í privatar lummar

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi vilja hava fleiri bíligar bústaðarmøguleikar sum skjótast – men ikki uppá hendan mátan! Við nýggjasta uppskotinum hjá samgonguni kann Bústaðir ikki sláa ein seym í, uttan at tað privata skal hava vinning burturúr. 

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi eru samd um, at vit skulu hava nógv fleiri bústaðarmøguleikar kring alt landið. Men tað verður ikki við uppskotinum hjá samgonguni. Tað siga andstøðulimirnir í Trivnaðarnevndini Sirið Stenberg, Hervør Pálsdóttir og Eyðgunn Samuelsen, sum staðiliga mæla frá at samtykkja uppskotið, soleiðis sum tað fyriliggur í løtuni. Samgongan setir nevniliga sum krav, at bústaðarverkætlanirnar skulu gerast saman við øðrum íleggjarum og hetta fer at dýrka húsaleiguna munandi.

  • Sambært  hesum  uppskotinum  kunnu Bústaðir  ikki  sláa  ein  seym  í,  uttan  at  tað  privata  skal  hava vinning burturúr. Og grundarlagið er púra tikið undan Bústøðum, skrivar minnilutin í Trivnaðarnevndini.

Soleiðis sum Trivnaðarnevndin hevur fingið upplýst, fer hetta at merkja, at leigan fer at hækka við millum 20 og 39 prosentum. 

  • Fyri okkum sæst raðfestingin týðuliga. Samgongan hevur valt vinnuna fram um fólkini, sum eru rakt av bústaðarneyðini, sigur minnilutin og eftirlýsir, hvar  Sambandsflokkurin er í hesum uppskotinum. 

Bíðað hevur verið eftir einum bústaðarpolitiskum útspæli frá samgonguni í út ímóti tveimum árum. Í bíðitíðini er støðan versnað munandi, og tey, sum ongan bústað hava, eru bara blivin fleiri. Nú kemur samgongan við einum uppskoti, ið snýr seg meira um vinnupolitikk enn bústaðarpolitikk, sum bindur almenna bústaðarfelagið niður. Og hesum tekur Sambandsflokkurin undir við. 

  • Bústaðarneyðin førir til fátækt, strongd og stúran, rótloysi, heimloysi, mistrivnað og í fleiri førum aðra sosiala neyð. Serliga er støðan trupul hjá børnum og barnafamiljum, sum kanska skulu flyta ofta, búgva inni hjá fólki o.a. sum ikki eru nøktandi tryggar umstøður at vaksa upp í. Tí skjóta vit upp, at Bústaðir fær eina lániheimild, so gongd aftur kemur á bústaðarbyggingina og virksemi kann halda áfram, sum vit kenna tað í dag, siga tær tríggjar Eyðgunn Samuelsen, Sirið Stenberg og Hervør Pálsdóttir. 
Deil hesa grein umvegis
468 ad
X